Ótrúliga gevandi

– Alt tað, vit hava lært frá hesum báðum monnunum, kann verða sum ein kelda, ið fer at spríkja næstu venjingarvikurnar, sigur Absalon Eysturoy, sum var við til venjingina í Badmintonhøllini fríggjakvøldið

Badminton

Ein av okkara fremstu badmintonspælarum, 31 ára gamli Absalon Eysturoy, var tannáringur, tá Poul-Erik Høyer Larsen var upp á tað besta og vann allar tær stóru kappingarnar. Og hóast Absalon ikki sigur seg vera so áhugaðan í idolum, so viðurkennir hann, at danski badmintonspælarin uttan iva er ein fyrimynd – umframt at øll kenna navnið og úrslitini hjá honum.
– Tað var ótrúliga gevandi at venja saman við honum og Finn Trærup-Hansen, tí hetta er á donskum landsliðsstigi, so her er ein rúgva, vit kunnu taka við okkum og brúka, sigur Absalon, ið ikki minst var hugtikin av, hvussu venjingarnar verða bygdar upp.
– Vit fingu nógvan og góðan íblástur frá smálutum, ið vit meira royndu kunnu fáa nakað burturúr. Men eisini komu teir við ymiskum smálutum í grundspælinum, ið kanska serliga koma teimum ungu væl við.
Absalon Eysturoy sigur, at tá tú hevur verið við í nøkur ár, so er tað gott at sleppa at læra nøkur nýggj ting, og her var hópin av slíkum. Somuleiðis er hann spentur at síggja, hvussu hesar venjingarnar fara at ávirka víðari gongdina hjá føroysku spælarunum.
– Her kann talan vera um at taka stór lop, tí her hava vit fingið bæði stóran íblástur og stóra vitan. Og tann keldan fer at spríkja næstu vikurnar, nú vit halda fram vit at venja til føroyameistaraheitið og aðrar komandi kappingar, sigur hann, áðrenn vit spyrja, um tað hevði verið eitt hugskot at fingið slíkar menn knýttar at fyrireikingunum til komandi Oyggjaleikir:
– Eg sigi bara, at so hevði tað ikki verið lukkuligt fyri hinar oyggjarnar. Tað hevði verið heilt ótrúligt, og so høvdu vit meira tilkomnu eisini fingið fleiri av teimum yngru spælarunum at tikið yvir okkara leiklut.