Heini Zachariassen er kendur innan vinnu í Føroyum. Í vár gavst hann sum stjóri í felagnum Bullguard, hóast fyritøkan tá hevði havt stóra framgongd. Harafturat er Heini Zachariassen nevndarformaður í Føroya Tele og situr í nevndini hjá FC Amager. Hann er kendur fyri at royna nýggjar leiðir og at byggja fyritøkur upp. Í løtuni arbeiðir hann við eini nýggjari verkætlan, sum hann tó ikki vil úttala seg um beint nú, men hevur arbeitt við í einar tveir mánaðir.
Sambært honum sjálv kundi hent seg, at hann lyftir lokinum undir fyrilestrinum á Vinnudegnum.
Verður spennandi
Heini Zachariassen er eitt slag av íverksetaratýpu, og var biðin um at halda ein fyrilestur á Vinnudegnum.
- Teir spurdi um eg kundi hava eitt innlegg á degnum, og at eg sleppa at halda hann um tað eg vil. Tað verður sjálvandi spennandi at tosa við so nógv vinnulívsfólk í einum, sigur Heini Zachariassen
At tora er alt
Tá Heini Zachariassen talar á Vinnudegnum, fer fyrilesturin at handla um tað at tora.
- Eg havi lagt til merkis, at intelligensur og annað sær út til at hava minni at siga í eini suksé, enn júst tað at tora. Tað handlar um at bróta barrierur og at fara útum sína comfort-sonu, sigur Heini Zachariassen.
Sambært Heina Zachariassen verður fyrilesturin – fyrst og fremst – um at tora á einum persónligum støði, men at hetta á mangan hátt eisini kann flytast til bæði fyritøku og samfeløg.
Hann leggur afturat, at føroyingar, sum hava pengar um hendi ofta hava vunnið sær hesar innan fiskivinnuna, og at hesir ofta vilja vera verandi innan sína vinnu. Hetta er nakað Heini Zachariassen í fyrilestri sínum vil nema við.
- Ofta tora vinnulívsfólk ikki at seta pengar í virksemi uttanfyri sína vinnu, og klári eg bara at umvenda eitt ella tvey av teimum 300 til 400 vinnulívsfólkunum, so havi eg nátt mínum málið, sigur íverksetarin, sum í hesum føri nærmast kennir seg sum ein trúboðara.
At vera sterkur í trúnni
- Av og á ger onki, um mann hevur eitt sindur av blindum vinklum, tí er mann sterkur í trúnni uppá tað sum mann ger, og ikki letur onnur draga ein niður, kann tað gott kompensera fyri evnini, sigur Heini Zachariassen.
Hann greiðir eisini frá, at mann ofta sær fólk við rímiliga høgum intelligensi analysera og fokusera uppá trupulleikar, heldur enn at fara í gongd og tora at byrja sítt virksemi, og at tað kann vera eina stórur trupulleiki
Helst greiðir Heini Zachariassen eisini frá nógvum øðrum á Vinnudegnum, men her var so ein brellbiti til fyrilesturin á fríggjadagin.









