Henrik Old, landsstýrismaður, heldur, at partafelagið Vágatunnilin eigur at gera ein tunnil av Fútakletti – ella har á leið, sum tunnilsmunnin hjá Vágatunlinum kemur upp í Vágoy – til Vatnsoyrar.
Tað segði hann í Degi og Viku í kvøld.
Landsstýrismaðurin heldur, at tað er eingin møguleiki fyri, at landið fer at gera ein slíkan tunnil. Hann sigur, at hon dámar ikki tankan um at gera ein umkoyringarveg oman fyri Sandavág og Miðvág. Men hann heldur, at ein loysn má finnast, so nógva ferðslan til flogvøllin ikki gongur gjøgnum bygdirnar Sandavág og Miðvág.
Borgarstjórin í Vága Kommunu, Eyðdis Hartman Niclasen, segði í Degi og viku, at hon helt tað vera eina ov stóra íløgu at gera ein slíkan tunnil. Hon helt eisini, at ferðslan gongur væl ígjøgnum bygdirnar og at trygdin er í lagi. Hon vísti eisin á, at tað er gott fyri vinnuna í bygdunum, at ferðslan er har.
Henrik Old hevur ikki eina ítøkiliga ætlan um hendan tunnil. Men hann ímyndar sær, at kjakið kann fara í gongd, meðan hann er landsstýrismaður, hóast støða kanska ikki verður tikin til tunnilin í hansara embætistíð.
Ein tunnil av Fútakletti til Vatnsoyrar hevði verið umleið 6,5 km langur. Ein tummilfingurregul er, at tað kostar 80.000 krónur meturin at gera ein tunnil. Um so er, so kostar ein tunnil av Fútakletti til Vatnsoyrar 520 milliónir krónur.