Dimmalætting og Havstovan sum ljósasløkkjarar

- Tað er hugstoytt, at vit hava sovorðnar lampusløkkjarar, sum einki gott og positivt duga at síggja her á landi, heldur formaðurin í Reiðarafelagnum. Í grein, hann rópar ?Ilt eyga kann einki gott sjá?, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, at Dimmalætting og stjórin á Havstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, eru ?lampusløkkjarar?, sum hann tekur til.

Viberg sipar til kanningina av fiskivinnu um allan heim, sum eitt kanadiskt blað hevur skrivað um.

Tað eru fleiri hundrað serfrøðingar, sum standa aftanfyri hesa kanning.

- Kanningin er skipað soleiðis, at tað eru seks karakterir ella spurningar, sum londini skulu upp í ? um hetta var til eina vanliga próvtøku. Síðan verður ein miðalkarakterur givin, og har liggja Føroyar á odda, slær Viberg Sørensen fast.

Formaðurin í Reiðarafelagnum heldur, at alla staðni høvdu fólk fegnast um eina kanning, sum gav landinum slíkt ummæli.

- Men nei, ikki í Føroyum. Dimmalætting ruddar forsíðuna og skrivar við stórum stavum, at vit eru dumpaðir. Útvarpið tosar við stjóran á Havstovuni, og hann er súrur og sigur, at bara tað, sum teir fáast við, er gott.

Viberg Sørensen vísir á, at í kanningini fáa Føroyar eina so góða altjóða umtalu, sum Reiðarafelagið heldur vera gull verda hjá teimum, sum skulu selja føroyskan fisk og eisini hjá teimum, sum annars skulu selja Føroyar.

- Tí er tað so hugstoytt, at vit hava sovorðnar lampusløkkjarar, sum einki gott og positivt duga at síggja her á landi, heldur formaðurin í Reiðarafelagnum.