Sørvágur osar av country og glaðum fólki

- Tað gekk heilt óalmindiliga væl í gjár. Her var væl av fólki, og vit vænta nógv meira fólk í kvøld, nú tað er leygarkvøld. Øll eru glað. Fólk dansa og syngja, og vit hava bara fingið góðar afturmeldingar.

Tað sigur Thordis Skaalum, sum er ein av fyriskiparunum av Sørvágs Country-og Blues Festivali, sum byrjaði í Sørvági í gjárkvøldi og heldur fram seinnapartin í dag við nógvum góðum og forvitnisligum country-og blues bólkum.

- Vit eru so stak væl nøgd við dagin í gjár. Her er so ómetaliga hugnaligt. Veðrið var gott, turt og eitt lítið lot. Gestirnir, sum komnir vóru til bygdar, høvdu latið seg í til festivalin, og alt festivaløkið osaði av country-og blues hugna.

Thordis Skaalum sigur, at country-og western gøtan, sum í ár er útbygd og er enn meira hugnalig enn í fjør, kom rættiliga til sín rætt.

- Tað eru fleiri detaljur í hugnaligu gøtuni í ár. Sølustøð hava fingið verandu í røttum western-stíli. Her eru "tøk" útyvir og hitarar. Bygt verður aftrat á hvørjum ári, og í ár er alt gjørt enn meira hugnaligt og western-kent.

Thordis Skaalum sigur, at dagurin í gjár eisini var sera hugnaligur á tann hátt, at aftankvirra var í kirkjuni, og her nýttu avvarðandi at fólki, sum ikki eru meira, at seta livandi ljós.

- Seinnapartin í dag byrja barnatiltøkini klokkan 14.30, og tey halda fram til klokkan 16, tá fyrsti bólkurin, sum er PunJab fer á pallin. Eitt av høvuðsnøvnunum, sum er Uni Debess, fer á pallin klokkan 17, og klokkan 18 verður tað Blátt Gras.

Hon sigur, at siðan verður aftankvirra aftur í kirkjuni í tímanum millum klokkan 19 og 20, og klokkan 20 fer eitt høvuðsnavn aftrat - Kristina Bærendsen - á pallin.

- Nú verða konsertir gjøgnum alt kvøldið við áhugaverdum country-og blues bólkum.

Hon sigur, at Hallur Joensen fer á pallin klokkan 22 og Magni Christiansen klokkan 23.

Amerikanska countrysangarinnan Eve Selis fer á pallin um midnáttarleitið, og seinasti bólkurin í nátt verður Tinganest, sum fer á pallin klokkan 02

- Jú, hetta teknar seg alt sera væl, og vit eru ómetaliga væl nøgd og spent til dagin í dag, sigur Thordis Skaalum.

Veðrið er gott í Sørvági, og fyrireikararnir aftanfyri Sørvágs Country-og Blues Festival bjóða øllum, sum hava áhuga fyri country-og blues til bygdar.

Festivalurin í Sørvági er ikki minst eitt familjutiltak, og tí kunnu øll leita sær vestur, sum hava hug at uppliva nakað serstakt, sum bert kann skapast í einum hugnaligum bygdaumhvørvi sum Sørvági.

Fleriri myndar síggjast í myndatema niðanfyri ella VIÐ AT TRÝSTA HER