Jákup og teir skulu hava kreppufund

Sigurin hjá FCK var kærkomin, tí flestu av liðunum í botninum hava síðstu vikurnar havt viðrák

Herfølge varð hølvað av, tá teir seinnapartin sunnudagin í tí, sum í Føroyum hevði verið mett at vera heilt gott summarveður, taptu 5?0 í Brøndby. ?Legestue?, róptu væl hýrdu og nógvu Brøndby áskoðararnir fram móti dystarenda.

Sjálvsagt var hetta eyðmýkjandi fyri Jákup Mikkelsen at fáa oman yvir seg. Men føroyska málverjin, sum leygardagin stóð royndina, tá teir kekkaðu skaðan í ælboganum, nýttist ikki sjálvur at taka ábyrgdina fyri tapið á seg.

Sambært viðmerkjaranum í TV3, Svend Gehrs, sum man vera royndasti fótbóltstíðindamaðurin í Danmark, so var Jákup Mikkelsen besta maður á liðnum hjá Herfølge.

Sjálvsagt er tað hugaligt at hoyra hjá Jákupi Mikkelsen, men tað nyttar ikki nógv, tá tað alíkavæl fara fimm mál ígjøgnum. Øll vórðu tey skotin úr stuttari fjarstøðu, eftir at teir væl uppløgdu gulu og bláu ? Herfølge var hesa ferð í hvítum og svørtum ? høvdu spælt seg framvið allari verjuni.


Fund í vikuni

Herfølge hevur sammett við Brøndby mist átta stig í teimum tíggju umførunum, sum eru spæld, síðani teir á grækarismessu fóru undir aftur kappingina, og í løtuni er tað einki, sum bendir á, at Herfølge skal vinna meistaraskapin:

? Í vikuni fara vit at hava fund um støðuna. Munurin millum í heyst og nú í vár hevur verið, at í heyst skoraðu vit upp á teir flestu av møguleikunum, sum vit høvdu. Í vár hava vit bara skorað í trimum av tíggju dystum, og tað er sjálvsagt ikki nóg gott. John Faxe Jensen gav okkum ein orduligan uppsang í hálvleikssteðginum, men tá vit mistu ein mann var einki at gera, og teir skoraðu trý mál í 2. hálvleiki, sigur Jákup Mikkelsen.

Herfølge er purrað út og noyðist at fara úr barónaseingini, har teir hava verið í eitt hálvt ár, er tað, sum donsku fjølmiðlarnir siga. Teir rokna ikki við, at Herfølge verður meistari. Heldur rokna teir við, at størsta avbjóðingin til Brøndby fer at koma frá AaB. Meistararnir frá í fjør hava havt gott tak á tí síðstu vikurnar. Í gjárkvøldið spældu teir móti Silkeborg, og um teir vunnu tann dystin, so vóru teir javnir við Herfølge í stigum og tvey stig aftanfyri oddaliðið.

? Vit vónaðu at enda ímillum fýra tey fremstu liðini. Hesum arbeiða vit framvegis fyri, og eydnast tað, so sleppa vit at spæla í Europa komandi kappingarár. Men tað verður strevið, sigur Jákup Mikkelsen.


Todi aftur í álopinum

FCK var og vitjaði grannarnar á Gladsaxe stadion. 8.683 áskoðarar nýttu góða veðrið, tá tey sóu Toda Jónsson og liðfelagarnir vinna 2?0.

Í vikuni uppundir dystin fekk Ole Mørch, fyrrverandi venjarin hjá Herfølge, sekkin í AB, tí teir vóru ikki nøgdir við úrslitini. Ole Mørch kom til AB, tá Christian Andersen fór úr AB og til FCK. Tað er meiri enn eitt ár síðani Christian Andersen fekk sekkin í FCK, so tað gongur lívliga fyri seg.

Kim Brink hevði hesa ferð sett Toda Jónsson í fremsta álopsplássið. Tað er merkisvert, tí frammanundan skaðnum, sum hevði við sær, at Todi fyrr í ár ikki fekk vant, varð hann mettur sum ein hin besti miðvallarin í vinstru síðu í superliguni.

Todi, sum spældi 70 minuttir og varð tikin út stutt eftir at FCK hevði skorað til 2?0, skoraði ikki, men hann hevði fleiri góðar fríspælingar av liðfeløgunum. Tíðliga sneiddi hann framvið tveimum, áðrenn hann gleið framvið málverjanum og eitt sindur út í vinstru. Hann kundi havt roynt við høgra beini móti málinum. Todi valdi heldur at spæla út frá til ein meiri leysan liðfelaga, men tá kom ein móstøðumaður ímillum.

David Nielsen hevur inntil í vár verið fremsti maður hjá FCK. At hann nú hevur mist plássið hevur havt við sær, at álopsmaðurin, sum Kim Brink í síni tíð í OB uppdagaði í Norðurjyllandi, nú vil sleppa burtur úr felagnum.


Botnurin lyftir seg

FCK droymir framvegis um europeiskan fótbólt eftir summarsteðgin, og tað eru framvegis møguleikar fyri tí. Men í fyrstu atløgu hugsa teir um at sleppa undan hóttanini av niðurflyting.

Esbjerg, sum tapti undirhaldandi og málríkan dyst í Århus, tykist vera fokið, meðan stríðið um hitt niðurflytingarplássið framvegis er stórt. Tað eru seks umfør eftir at spæla, og FCK er á áttanda plássinum níggju stig frammanfyri Vejle, sum er næstniðast, men sum sunnudagin styrkti sína støðu við at smyrja Lyngby av.

Hjá FCK eru tað fimm stig fram til fjórða plássið, sum ber atgongumerki til UEFA Cup við sær. Komandi sunnudag skal FCK spæla á heimavølli móti meistaraliðnum úr Aalborg. Herfølge skal spæla á heimavølli móti Lyngby.

jh