koma í handlarnar í heilum! Hava farnir verið eirdir? Ungdómur og vísdómur fylgjast sjáldan, og tí kann nógv verða fyrigivið tí eina skribentinum, sum heldur fyri, at tað ikki hevur verið siður í Føroyum [...] óhugnaligar vinmenn í Noregi. Hesir menn, eitt nú Adolf Hoel vóru limir í Nasjonal samling, sum var flokkurin hjá Vidkun Quisling! Hoel var ein av fremstu monnum Noregs í rættarmálinum í Haag móti Danmark [...] okkum um, at tað er meira flog í eini bók um fugl enn um fisk! Vit vóru nógv, sum ógvaðust um hesa høvuðleysu samanblanding av Sambandsflokkinum og Jóannesi Paturssyni í sjálvari yvirskrivtini, men Rolf
og ættað úr Æðuvík, og Kartni Olsen úr Havn. Omman og abbin á móður síðuni vóru Sunneva og Óla Hans Hansen. Tey búðu fyrst í Æðuvík og seinni í eysturbýnum í Havn. Á faðir síðuni vóru omman og abbin Jóhanna [...] seinastu árini í Keypmannahavn, har hann doyði miðskeiðis í áttati árunum. Systkini hjá Óla Hans eru Palli (1957) í Skálavík, Katrin (1958) í Skopun, Sunneva (1963) í Kollafirði og Jóan Petur (1967) í Skálavík [...] Skattstovu Føroya. Á sumri í 2004 og aftur á sumri í 2005 var hann í nakrar mánaðir í Thule og arbeiddi. Óla Hans giftist í 1991 við Charlottu á Váli, sum er ættað úr Klaksvík. Tey búgva í Svanga, har tey eiga
vóru Petra og Sámal Joensen. Tey búðu fyri tað mesta í Havn, og fingu trý børn. Angelica (1930) í Havn, Heini (1931) og Ísak (1932) í Klaksvík. Heini vaks upp hjá ommmuni í Svínoy, Malenu. Hon var dóttir [...] Anna Jórun (1969). Tey búgva bæði í Havn. Fríðgerð og Heini hava verið millum álitisfólkini í heimbygdini. Serliga síðani kríggið er fólkatalið nógv minkað í Svínoy. Tá ið tað nú hevur lagað seg soleiðis [...] festinum Har Heimi, og hann var í mong ár skipsmaður og útróðrarmaður. Í nógv ár róði hann út við Fuglbergi og Áarbergi, sum svínoyingurin Poul Justinussen, sáli, sum búði í Klaksvík, átti. Eftir at Poul
Poulsen Í løtuni hongur ein ógvuliga áhugaverd framsýning í Listaskálanum í Havn, hvørs heitið er »Endurnýggjað Íslendsk Málningalist«. Her eru 5 listafólk umboðað og teirra verk hanga ávikavíst í gongini [...] miðskeiðis í myndaflatuni, ið verður fatað sum eitt slag av sjónarringi. Ikki skal nógv meira til fyrr enn vit halda okkum hóma eitt landslag. Í onkrari mynd er tað eisini sum um oyggjaskap verða hálvd í támi [...] Myndirnar eru rættiliga líkar í bygnaði við 4-5 persónum í forgrundini, nøkrum fólkum í miðgrundini og antin einum útilandslagi ella einum inniladnslagi við hurðum, vindeygum, veggum í bakgrundini. Fólkini eru
nevndum. Hon sat t.d. mong ár í barnaverdinini í Havn. Hon var virkin í Kvinnufelagnum, og í hesum sambandi var hon blaðstjóri á Kvinnutíðindum . Hon sat eisini í mong ár í nevndini fyri Føroya Handilsskúla [...] til skips og Hanna arbeiddi í handli. Síðst í 50-unum fekk Jens arbeiði í Mjørkadali, tá var Hanna læraravikarur í Kaldbak. Hon gjørdi eisini mat til arbeiðsfólki í Mjørkadali. Í 1960 fór hon á Føroya Læraraskúla [...] nevndi hana Hanna Seiðaberg. Hon hevur sungið í kóri bæði í Vági og í Havn. Eisini sang hon nógv í skúlanum, og hon hevur glett mong við síni vøkru songrødd. Hanna og Jens eiga tveir synir: Dánjal Johan,
Hennelina, sum býr í Svínoy, Jóan Jakku, sum býr í Havnini, Jóhannes Alfred og Hans Jacob, sum búgva í Klaksvík, og Anna, sum búði í Norðdepli. Hon doyði fyri nøkrum árum síðani. Elisias bygdi í Lágbø. Men Anna [...] Svínoynni. Jóhannes Alfred sigldi í fleiri ár. Hann róði eisini út og arbeiddi í fiski. Frá 1960 og fram til 1966 búðu Jóhannes Alfred og familjan í Hvannasundi, har hann hevði festi í Britustovu. Nógvu tey seinnu [...] Jógvan (1955), Leif (1956), John (1958) og Herdis (1961). Hans Hergeir, Jógvan og Herdis búgva í Klaksvík, Anna Elisa býr við Gøtugjógv, Leif býr í Havn, og John býr á Toftum. Lydia doyði í 1993, og Jóhannes
Tey hittust í Havn, har hann bleiv skiparalærdur í 1943. Hann búði á einum pensionati fyri navigatørar ovarlaga í Tróndargøtu. Sigvald var ein gløggur, vitandi maður, sum læs nógv og visti nógv. Tey fingu [...] mildu eygum og tað var helst gott við hjartarúmi, tí í tí barnaríka heiminum var nógv um at verða. Tey búðu sunnast í bygdini, í 3-4 ár, áðrenn tey fluttu í teirra egna heim. Tey búði hjá verfaðirinum Matthiasi [...] Emil (1922), so kom Maja í 1923, Josta (1928), og Asta (1930). Jacob átti í 1.giftu sonin Hendrik í Miðvági (1909) við Henrikku f. Poulsen (1884 1909) men doyði hon í barsli í 1909, einans 25 ára gomul
ikki minst í okkara fiskimannaheimum. Hákun var nógv í Havn í ting- og landstýrisarbeiði í 40- og 50-árunum, tá børnini vóru smá og vuksu til har norðuri. Tá var líka langt millum tingstað í Havn og heimstað [...] bæði gomlu búðu, eftir at børnini vóru vaksin og Hjørdis flutt til Havnar seinna part í 50-árunum. Í 40- og 50-árunum, ja enntá inni í 60-árini, vóru øðrvísi politiskar arbeiðstreytir enn í dag. Stór og [...] Kamban, føddur í Skúvoy og lærari í Havn, og Mariu f. Ziska úr Klaksvík. Av systkjun Hjørdisar eru nú bert Ebba Petersen og Janus Kamban eftir á lívi. Gentur flestar fyrra part í farnu øld fóru út at tæna
Nógv kend andlit vóru at síggja á ólavsøkuhaldinum á Bryggjuni í Keypmannahavn. Millum onnur hittu vit býráðslimin og ídnu róðrarkvinnuna, Jórun Høgnesen, úr Klaksvík. Heilt serlig sjarma 10 mannaróðurin [...] mannaróðurin í Havn var júst liðugur, tá vit hittu Jórun, og tað var eisini gott tað sama, tí annars hevði neyvan borið til at fingið orðið á hana. Framvegis nakað pøst av at rópa við lív og sál á Klaksvíkingin [...] umstøðunum, og ikki minst av, hvussu væl fyriskipað alt tiltakið var. Serliga at tað allatíðina hendi okkurt forvitnisligt, men tú allíkavæl hevði tíð til at práta við fólk. - Eg elski at hitta føroyingar
útlendingapolitikk. Støðan í tølum Hyggja vit eitt sindur at hagtølum, so búðu 48.258 fólk í Føroyum tann 1. apríl 189 færri enn somu tíð í fjør. Fólkatalið vaks nógv frá 1997 til 2002, men í fjør var afturgongd [...] tele í 2007. Í hesi løtu verður fjórði brunnurin á landgrunninum boraður. Ein boring verður í 2007 og ein í 2008. Hugsa vit um tær ovurhonds stóru upphæddir, sum oljufeløgini nýta til borivirksemi í og nærhendis [...] stóran dent á at styrkja í framtíðini, og Vísindaráð Føroya verður sett í næstum. Vit hava nú fingið eitt ílegusavn, sum verður liður í at byggja upp eina ílegugransking í Føroyum. Í alivinnuni eru stór framstig