Ummæli
Kinna Poulsen
Í løtuni hongur ein ógvuliga áhugaverd framsýning í Listaskálanum í Havn, hvørs heitið er »Endurnýggjað Íslendsk Málningalist«. Her eru 5 listafólk umboðað og teirra verk hanga ávikavíst í gongini, í tí fyrstu pyramiduni og í salinum, ið verður nýttur til skiftandi framsýningar. Framsýningin er lutfalsliga væl upphongd, undantikið samansetingini millum Kristin Gunnlaugsdóttir og Odd Nerdrum, sum myndirnar hjá fyrstnevndu als ikki tola. Hennara dreymakendu náttúrutulkingar í akryl lýsa eitt stiliserað landslag við stórslignum fjøllum og tindum, ið gerast enn størri av teimum elasmáu trøunum, steinunum o.ø. Møguliga ein áhugaverdur myndaheimur, men undir liðini á monumentala myrkrið Nerdrums, tóktust hesar myndir sum smá, munaleys glansibíløt. Nerdrum skuldi havt allan tann niðara partin av salinum fyri seg sjálvan, men hetta er sjálvandi lættari sagt enn gjørt, tá plássið er avmarkað.
Myrkur og ljós
Tigandi myndirnar hjá Georg Guðni Hauksson hanga væl fyri seg sjálvar í pyramiduni, ið gerst sum ein avbyrgd oyggj, ein meditativ oasa í heildini. Hauksson tekur støðið í íslendskari landslagsmálningatraditión, men bæði europeiskir romantikarar sum t.d. Caspar David Friedrich og amerikanskir modernistar sum t.d. Mark Rothko munnu vera granskaðir á leiðini. Hauksson hevur tríggir stórir oljumálningar við á framsýningini, ið at síggja til eru einfaldir og rættiliga líkir. Teir hava einki heiti og landslagið, sum tú sum áskoðari heldur teg bera kenslu á, verður myndað av eini vatnrættari striku miðskeiðis í myndaflatuni, ið verður fatað sum eitt slag av sjónarringi. Ikki skal nógv meira til fyrr enn vit halda okkum hóma eitt landslag. Í onkrari mynd er tað eisini sum um oyggjaskap verða hálvd í támi og mjørka og allastaðni er tað sum um okkurt er við at henda í møtinum millum myrkur og ljós.
Skagensmálarí
Myndirnar hjá Stéfan Boulter av fólkum og lutum minna í fyrsta umfari um heilt gamlar myndir frá tíðini, tá norðurlendsk listafólk tillagaðu impressionistisku lit- og ljósskrásetingina við tann eldra, idealiserandi málingarháttin. Men tá tú so hyggur eina løtu, gerst tú varug við tað meira modernaða stílblandið, sum Boulter m.a. man hava lært hjá Odd Nerdrum, sum var lærari hansara í nøkur ár. Boulter er uttan iva ávirkaður av læraranum, men teir eru øgiliga ymiskir eftir framsýningarmyndunum at døma. Boulter er fínligari og tykist ikki so beinleiðis vulgerur sum Nerdrum, men hann er heldur ikki (enn) eins áhugaverdur og tann eldri listamaðurin.
Magisk realisma
Huglagið í myndunum hjá Karolinu Lárusdóttir tykist heldur enn ikki suðuramerikanskt magiskt-realistiskt - við afturvendandi blandinum millum eitt sosialrealistiskt sjónarmið við denti á felagsskap, samstarv, familjulív osfr. og tað óveruliga, symbolska, sum púra náttúrligt og uttan ørkymlan glíður inn í gerandisdagin, t.d. flúgvandi brúðarparið á la Chagall í myndini Brúdleyp. Meginparturin av myndunum lýsa fleiri fólk, sum tykjast hyggja meira út úr myndini enn upp á hvønn annan. Myndirnar eru rættiliga líkar í bygnaði við 4-5 persónum í forgrundini, nøkrum fólkum í miðgrundini og antin einum útilandslagi ella einum inniladnslagi við hurðum, vindeygum, veggum í bakgrundini. Fólkini eru stór og trivalig við grefligum hondum, men tey eru als ikki so hugnalig sum tey tjúkku lívsstykkini hjá Botero. Í myndini Rabarbumaðurin hyggja seks fólk út úr myndini, tey hava sama álvarsama, starandi og frávísandi andlitsbráið, eins og tey eru meinlík hvørjum øðrum á ein heldur ørkymlandi hátt. Myndirnar eru sum heild sera óhugnaligar, hóast vakra og fruktagóða umhvørvið. Eg kendi ikki hesa listakvinnuna frammanundan og var tí fegin um myndaskránna og møguleikan at fáa meira at vita um hennara verk. Her kundi eg lesa mær til um ta sosialu bakgrundina hjá listakvinnuni og um hvussu hon varð ummæld og dámd og nær hon bleiv kend. Ikki tað áhugaverdasta at lesa, heldur ikki tá komið verður fram til verkini: Í myndum hennara kemur fram tann boðskapur, at vit øll eru menniskju, og at vit eru, sum vit eru& Mannalívið, sum tað kemur fram í listaverkum hjá Kárulínu, er lívið hjá okkum øllum, og tað gleðir fólk at síggja tað endurspeglast í list hennara.. Tekstinum vantar grundleggjandi upplýsingar um verkini, um stíl, kompositión, myndamál, listarliga ávirkan osfr. Nær og hvussu kend fólk eru, er hinvegin ikki umráðandi at fáa at vita.
Vónbrot
Sum heild var tað eitt satt vónbrot at lesa katalogið, ið annars sær so fínt út við harðari permu og 50 síðum við myndum og tekstum á føroyskum, íslendskum og enskum. Onkur stirvin orðing er í føroysku týðingini og onkur beinleiðis villa, ið tykist vera ein misskiljing millum at endurnýta og endurnýggja. Longu tann fyrsti teksturin hjá savnsleiðaranum avdúkar eina vantandi fatan av hugskotinum aftan fyri framsýningina og tað absurd onkisigandi listfrøðingasitatið á enskum: If all goes well, the viewer will find himself in the world, that good artists are able to create hjálpir ikki uppá støðuna. Teksturin við framsýningarheitinum leggur alt ov stóran dent á 19. og 20. øld og kemur ikki fram til ta sonevndu endurnýggjanina fyrr enn til allarsíðst í 10. síðstu reglu. Á vegnum verða nevnd øll møgulig rák, sum hava ávirkað íslendsku listina, men ikki eitt orð um eitt nú pop-art, sum eg annars helt vera eitt høvuðsrák við heimskendum íslendskum umboðum sum Erró.
Vantandi heild
Framsýningin er góð um hugsað verður um nøkur av hennara verkum, ið veruliga eru á høgum støði. Tá hugsað verður um heild, samanhang, hugskot og formidling er hetta ein vánalig framsýning og tað er spell ikki minst av tí orsøk, at hon verður presenterað sum ein heild, grundað á eitt hugskot. Endurnýggjanin verður bara ongantíð forklárað og tí stendur tú sum áskoðari við fleiri spurningum enn svarum uppá hví júst hesi ógvuliga ymisku fimm listafólkini skulu umboða eitt geografiskt avmarkað øki í einum ávísum tíðarskeiði. Snýr hetta seg um 80´ini ella um nútíðarlist og nær varð Odd Nerdrum partur av eini íslendskari endurnýggjan? Tá hann flutti hagar í 2001 ella? Spurningurin er um tað nationala yvirhøvur er áhugavert longur sum framsýningarevni. Færøsk kunst er heitið á framsýningum í t.d. Danmark, har tað er vorðið eitt slag av vørumerki, sum er vældámt og sum birtir vón um ekspressivar fjalla- og náttúrutulkingar, ið gamaní er ein høvuðsstrongur í fjølbroyttu føroysku listini, sum altso eisini hevur alt møguligt annað at bjóða uppá. Eingin kundi forrestin droymt um at nevnt eina framsýning Ensk list, Donsk list ella Týsk list.
Framúrskarandi Nerdrum
Tað er ein norðmaður, sum eigur verkini, ið veita áskoðaranum ta sterkastu framsýningarupplivingina. Undirritaða hevur nú satt at siga ongantíð kunna torga henda listamannin, men mátti broyta meining framman fyri hansara kolasvartu, lakkglitrandi myndum, tí óansæð hvat einum dámar og ikki, er einki at ivast í góðskustøðinum og styrkini í hesum verkunum. Sole Morte lýsir ein samankropnan hermann, ið liggur við andlitinum í einum hyli. Myndin er fyri tað fyrsta framúrskarandi vøkur við reydligum og brúnligum gyltum tónum og sera einfaldum bygnaði, har skapið av hermanninum verður endurtikið i fjallinum, eins og ovala hyljarskapið verður endurtikið í skýnum omanfyri. Málihátturin minnir um teir gomlu barokkmeistararnar og hetta gevur beinanvegin frænir um eina klassiska tilgongd, eins og tað, at hermaðurin so at siga er druknaður í síni egnu spegilsmynd gevur hugasamband við mytuna um Narcissus, sum druknaði í einum hyli í royndini at fevna sína egnu spegilsmynd. Um hetta veruliga var ein gomul mynd, hevði hetta verið innihaldið, men so er ikki við myndum Nerdrums, ið eru munandi meira fleirtýddar og gátuførar. Tær tykjast snúgva seg um um menniskjalívið, ið møguliga ikki verður viðgjørt eins sosial-psykologiskt-biologiskt sum tað sær út, men á ein meira abstrakt-filosofiskan og symbolskan hátt. Menniskjað er í myndum Nerdrums avbyrgt eins og vit grundleggjandi eru einsamøll í lívi sum í deyða. Tað likamliga við denti á tað kynsliga er symbol fyri tað lívgevandi, ið støðugt verður sett upp í móti tí gelda, avoydda, deyða landslagnum. Myrkrið í myndunum gevur ein dapran, álvarsligan dám, men summar myndir eru í grundini stuttligar og minna um absurd teatur á la Beckett, sum jú eisini hevur ein álvarsligan botn. Summi fata myndirnar hjá Nerdrum sum lýsingar av einum postapokalyptiskum landslagi, tvs.sum eitt slag av sivilisatiónsatfinnandi myndum. Onnur halda tær lýsa ein paradíslongsul eftir eini óspiltari tíð. Báðar tulkingar eru møguliga rættar, men ov trongar fyri hesar myndir, sum eru eitt slag av modernaðum mytum, ið bera fram stóru mótsetningarnar í menniskjalívinum við stórslignari pathos og herligari, effektjagstrandi og vulgerari kitsch. Framsýningin verður hangandi inntil 24. september í ár.