Nógv kend andlit vóru at síggja á ólavsøkuhaldinum á Bryggjuni í Keypmannahavn. Millum onnur hittu vit býráðslimin og ídnu róðrarkvinnuna, Jórun Høgnesen, úr Klaksvík.
Heilt serlig sjarma
10 mannaróðurin í Havn var júst liðugur, tá vit hittu Jórun, og tað var eisini gott tað sama, tí annars hevði neyvan borið til at fingið orðið á hana. Framvegis nakað pøst av at rópa við lív og sál á Klaksvíkingin helt Jórun fyri, at hetta sanniliga gjørdist ein minniríkur dagur.
- Eg havi altíð ynskt at sleppa at uppliva eina ólavsøku í Keypmannahavn. At tað so gjørdist dagurin, har Klaksvíkingur vann hendan ótrúliga spennandi 10 mannaróðurin er jú heilt fantastiskt. Eg sá tað ljóslivandi fyri mær, segði ovurfegna róðrarkvinnan.
Jórun helt annars summarfrí á Bornholm, men hevði sett hendan dagin av til ólavsøkuhaldið á Bryggjuni. Hon var rættiliga tikin av fótum av framúr góðu og stórslignu umstøðunum, og ikki minst av, hvussu væl fyriskipað alt tiltakið var. Serliga at tað allatíðina hendi okkurt forvitnisligt, men tú allíkavæl hevði tíð til at práta við fólk.
- Eg elski at hitta føroyingar, tá eg eri uttanlands. Tað hevur sína heilt serligu sjarmu, tí ofta er tað jú fólk, tú ikki hevur sæð í mong harrans ár, segði Jórun, sum helt stigtakararnar eiga stóra tøkk uppbornað.
- Tey hava skapað nakað her á Bryggjuni, sum veruliga er vert at savnast um. Góðar røður, tiltøk, tónleikur og ikki at gloyma vøkru sjónina, at síggja flaggskrýddar føroyskar bátar sigla aftur og fram her í Kanalini eg njóti hvørja løtu. Tað má eg siga, hetta hevur í meir enn ríkiligt mát livað upp til allar mínar væntanir, smíltist Jórun.










