Hví skulu søgulig fakta krógvast fyri føroyskum lesarum?

Tað er royndur lutur, at tann lesarin, sum bara hevur fingið sítt søguliga dannilsi frá grunnum føroyskum skúlabókum, útvarpi, túnatosi ella bløðum, er eitt lætt offur fyri mytur, nationalistiskt orðaskvaldur og propagerandi politiskt heilavask!

Virgar T. Dalsgaard

Tað gekk sjón fyri søgn í farna vikuskifti, har ikki færri enn tríggir lesara-skribentar, Jakobsen, Mohr og Vang lupu á Rolf Guttesen, tí hann loyvdi sær at pilka eitt sindur við søguligu pátrúgvina um Jóannes Patursson, samstundis sum Rolf av røttum fíltist á eina ógvuliga undarliga yvirskrivt í Sosialinum, ið ikki upp á nakran máta harmoneraði við substans og innihald í greinini!
Hóast henda løgna greinin var um nýútgivnu Hundraára-bók sambandsmanna, slapp eitt mystiskt nationalt rop út - afturvið einum groteskum og púra irrelevantum tanka um, at tað hevði verið meira saft og kraft í sambandsbókini, um hon var skrivað um Jóannes bónda (sic)! Skulu vit so eisini vænta, at ein bók um HB hevði fingið meira fynd, um hon varð skrivað um TB? Ætla journalistar eisini at belæra okkum um, at tað er meira flog í eini bók um fugl enn um fisk!
Vit vóru nógv, sum ógvaðust um hesa høvuðleysu samanblanding av Sambandsflokkinum og Jóannesi Paturssyni í sjálvari yvirskrivtini, men Rolf var so tann fyrsti, sum reageraði og fanst at journalistiska kleyvarskapinum! Uppgávan hjá journalistum má vera at orientera, ikki at desorientera!

Politisk slagsíða
Fyri at bøta eitt sindur um slagsíðuna og proportións-skeiklingina í greina-yvirskrivtini um Sambandsflokkin, vísir Rolf á týdningarmikið dokumenterandi tilfar um pínligu fortíðina hjá Jóannesi Paturssyni í tretivunum! Í einum samfelagi við grundlógarfestum skrivifrælsi er slíkur journalistikkur bæði neyðugur og legitimur. - Rolf er bersøgin, men hann er munandi meira sakligur og heiðurligur í síni grein, enn teir tríggir greinasmiðirnir eru í sínum aftursvarum! Mest møgulig informatión um okkara politisku oddamenn mátti verið ein sjálvsagdur søguligur rættur fyri allar føroyingar.
Men hvat hendir? Skribentarnir gerast djúpt forargaðir, uttan at kunna reingja eitt komma av tí substantiella innihaldinum, sum Rolf hevur skrivað! Teir eru ikki menn fyri tí, tí teir vita snøgt sagt einki um málið, teir vága sær at skriva um!
Í staðin fyri at takka Rolfi fyri, at hann avdúkar essentielt týðandi og áhugaverd søgulig fakta, sum hesir tríggir erkvisnu moralistar, J, M & V avgjørt ikki kendu frammanundan, so gerast teir firtnir og smáhysteriskir um, at man loyvir sær at skriva ljótt um farnar menn! Hetta er í søguligum perspektivi ikki bara naivt, men eisini óhugnaligt sjónarmið!
Í øðrum londum skrivar man júst um deyðar politikarar fyri at fáa søguna rættaða, justeraða og avdúkaða, og finnur man tað allarminsta, sum politiskt kann fílast á, verður ikki farið fram við mýkindum! Øll søguskriving hevði hildið uppat, um ikki júst teir farnu menninir vórðu tiknir kritiskt politiskt til viðgerðar. Hvussu privatlívið hevur verið hjá monnum, rakar harafturímóti ongan, men heldur ikki har leggur man fingrarnar ímillum í dag - hygg bara eftir øllum teimum drúgvu ævisøgunum (biografium), sum koma í handlarnar í heilum!
Hava farnir verið eirdir?
Ungdómur og vísdómur fylgjast sjáldan, og tí kann nógv verða fyrigivið tí eina skribentinum, sum heldur fyri, at tað ikki hevur verið siður í Føroyum at fara eftir deyðum monnum! Men hetta er loddrøtt lygn!
Eg kann t. d nevna, at tá ið Oliver Effersøe doyði fyrst í tretivunum, skrivaðu tveir av fremstu sjálvsstýrismonnunum nekrologar, sum út í odd og egg vóru ein risastór persónlig útspilling av fyrrverandi sambandshøvdinginum. Tað var serliga miskunnarleyst, tí familjan enn ikki var komin yvir, at Olivur hevði mist sína einastu dóttir.
Tá ið skaldið og foringi sambandsmanna, Fríðrikkur Petersen lá til at doyggja á Ríkishospitalinum, yrkti eitt av okkara kendu sjálvsstýrisskaldum sambandstáttin, har tikið verður til um Fríðrikk: Nú fletta teir sambandsrossið!..... Ikki júst empatiskt!
Táið Andrass Samuelsen var deyður, gekk ein kendur loysingarmaður í Havn og gorraði um, at hann hevði havt flaggið í fullari stong allan dagin, so fegin var hann um, at Andrass var farin. Hann helt seg vera raskan mann! Kendir tjóðveldismenn hava ofta og títt herjað á Petur Mohr Dam aftan á, at hann var deyður. Teir formáddu sær so lítið móti honum, tá ið hann var á lívi!
So sigið ikki, ungu menn, at tað ikki hevur verið siður í Føroyum at herja á teir deyðu  tað hevur verið gjørt ofta - eg havi bert tikið nøkur fá dømi, men tey eru legio!
Hvør var Adolf Hoel?
Vit liva enn í donskum ríkisfelagsskapi, har tíbetur hvør kann gera og skriva, sum hann vil! Og tað rakar sjálvandi ikki okkum eldru, hvønn, ungdómurin velur sær sum fyrimynd! Men tað má vera eitt optimalt krav og ein rættur, at fólk fyrst fáa allan sannleikan um teirra fyrimyndir. So og fyrstani tá kunnu tey sjálvi óheft velja millum idolini!
Og sjálvt um tær tríggjar allergisku mimosurnar, Jacobsen, Vang og Mohr helst vilja bora nevið í sandin og ikki hoyra tað, noyðist eg kortini at lata teir vita, at júst Jóannes Patursson er ein sera vánalig fyrimynd hjá demokratiskum ungdómi, tí hann helt ikki nógv um demokrati og vísti ofta sera diktatoriska framferð. Hann hevði, sum Rolf ger vart við, sjáldsama óhugnaligar vinmenn í Noregi. Hesir menn, eitt nú Adolf Hoel vóru limir í Nasjonal samling, sum var flokkurin hjá Vidkun Quisling! Hoel var ein av fremstu monnum Noregs í rættarmálinum í Haag móti Danmark um Eysturgrønland  her drógu Adolf og Jóannes eina línu sum so ofta!
Kammiráturin hjá Paturssyni, docenturin Adolf Hoel var ofta í Føroyum. Hann búði í Kirkjubø hjá Jóannesi. Feðgarnir Patursson fjeppaðust um Hoel sum flugur um sukur! Sum eg fyrr havi nevnt, var Hoel, umframt at vera fullblóðs nazistur fanatiskur danskarahatari og ferðaðist dúgliga um allar Føroyar við feðgunum, har hann skuldi hjálpa okkum við loysingini frá Danmark.
Flestir føroyingar, eisini sjálvsstýrismenn hildu tað vera markleysan frekleika av feðgunum at koma dragsandi við einum norskum loysingar-missioneri til Føroya. Tí fólk dugdu ikki at síggja, at føroyskur politikkur kom norðmonnum við!
Men søgan endurtekur seg! Heilt analogt við Adolf Hoel eru teir norðuratlantisku dólgarnir nú komnir knossandi við grønlendska loysinga-missionerinum, harra Kleisti, sum ovurfrekur vágar sær at leggja seg út í føroyskan politikk móti Danmark! Hetta er serliga pikant við tað, at hesin Kleist ferðast fyri danskar olmussupengar, hann hevur snultað sær til í norðuratlantiska biddarabólkinum!
Men aftur til Hoel  hví skulu føroyingar ikki upplýsast um hetta dapra norskt-føroyska søgukapittul? Adolf Hoel varð 1941 settur av partamanni sínum, Quislingi fyrst sum prorektor, seinni sum rektor magnificus við Oslo universitet, m.a. við uppgávu at skipa fyri einum fakulteti, har raculógirnar um tað stórgermanska menniskja skuldu gerast universitetspensum! Ei undur í, at hesin maður varð dømdur fyri landasvik aftan á kríggið. Líka so gorrandi ernir sum feðgarnir Patursson vóru av Hoel áðrenn kríggið, líka so steintigandi vóru teir um kammiratin eftir kríggið! Politiskir oddamenn við slíkum kammiratum høvdu ikki í nøkrum øðrum landi verið hildnir at vera nøkur hóskandi fyrimynd! So er tað sagt sera mjúkliga!
Hví skal føroyskur ungdómur ikki, eins og danskur, norskur ella týskur fáa fulla vitan um ta kompromitterandi fortíðina, serliga frá 1933 til -40, eitt nú intima vinskapin millum føroyskar loysingarmenn og norskar nazistar? Í flestøllum londum hava fólk torað at tikið ta fúlu fortíðina í tretivunum til kritiska revisión  okkara søgumenn tora tað ikki!  Hvønn ræðast teir?