Óla Hans Olsen 50 ár

Í gjár, sunnudagin 20. august, fylti Óla Hans Olsen í Havn 50 ár. Sama dag fylti dóttur hansara, Jona, fjúrtan ár.

Óla Hans var føddur í Havn, og her búði hann, inntil hann saman við mammuni og tveimum systkjum flutti til Skálavíkar, har mannan giftist Hermani Petersen. Tá var hann seks ára gamalur.

Foreldrini hjá Óla Hans vóru Jona fødd Hansen og ættað úr Æðuvík, og Kartni Olsen úr Havn. Omman og abbin á móður síðuni vóru Sunneva og Óla Hans Hansen. Tey búðu fyrst í Æðuvík og seinni í eysturbýnum í Havn. Á faðir síðuni vóru omman og abbin Jóhanna og Palli Olsen ella Palli á Lava, sum hann varð nevndur.

Pápin búði nógvu tey seinastu árini í Keypmannahavn, har hann doyði miðskeiðis í áttati árunum. Systkini hjá Óla Hans eru Palli (1957) í Skálavík, Katrin (1958) í Skopun, Sunneva (1963) í Kollafirði og Jóan Petur (1967) í Skálavík.

Eftir at hann sum fjúrtan ára gamal var farin úr skúlanum, var Óla Hans sjómaður í tíggju ár. Hann var í tvey ár á Flemmish Cap við Kvikki, sum Palli Mikkelsen, Palli í Gøtu, í Klaksvík, førdi, hann var onkrar ísfiskatúrar við Columbusi, sum Jákup Andreas Vang ella Jákup Andreas í Kálvhúsinum á Glyvrum førdi, og so var hann í tvey ár við Reynsatindi á garnaveiðu í Grønlandi. Skipari var Dánial Pauli Nielsen, ættaður úr Sandavági og búsitandi í Havn.

Síðsta skipið, sum Óla Hans sigldi við, var vaktar og bjargingarskipið Tjaldrið. Har var hann dekkari við í fýra ár.

Eftir at Óla Hans hevði verið á ítróttarskúla í Ollerup í eitt ár og ætlaði at halda fram á tí leiðini, gjørdist hann álvarsliga sjúkur í høvdinum. Hann var á Ríkissjúkrahúsinum og Landssjúkrahúsinum, og hann kom fyri seg aftur.

Síðani 1986 hevur Óla Hans arbeitt á Toll og Skattstovu Føroya. Á sumri í 2004 og aftur á sumri í 2005 var hann í nakrar mánaðir í Thule og arbeiddi.

Óla Hans giftist í 1991 við Charlottu á Váli, sum er ættað úr Klaksvík. Tey búgva í Svanga, har tey eiga hugnaligt heim, og tey eiga tvey børn. Jona (1992) og Ólavur (1994).Óla Hansi dámar væl sang og tónleik, og hann hevur altíð verið ógvuliga áhugaður í fótbólti. Frá fyrstu barnaárunum hevur hann hildið við B36, og so hevur tað verið B71, sum hann eisini spældi við inntil hann gjørdist sjúkur. Tá var besta B71 liðið í 3. deild.

Føðingardagin hildu Óla Hans og dótturin í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, har nógv fólk vitjaði inn á gólvið seinnapartin sunnudagin.
<B normal"$?$end$!$
J