Maju (1923-2006) og Sigvald Jacobsen (1918-2005), á Morskranesi.

Minningarorð

Mary, ella sum vit kallaðu hana Maja, var fødd Danielsen úr Havn, tann 1.desembur 1923 og nú hon andaðist 24. juni, var hon 82 ára gomul. Hon var døttur Jacob Danielsen (1887-1945) og við 2.giftuna, Jettu f. Jacobsen av Gørðum í Kalbak (1895-1931), hon var døttur Inger Dam Jacobsen av Oyrareingum og Petur (Pedda) av Gørðum. Hon doyði í barsli 35 ára gomul.
Maja og tey vóru 10 heilsystkin: Tey vóru Arni (1913), Ingeborg (1914) , Hans Emil (1915), Anker (1916), sum doyði í Danmark í 1940, 24 ára gamal. Svenning (1918), Agnas (1920), Sørin Emil (1922), so kom Maja í 1923, Josta (1928), og Asta (1930). Jacob átti í 1.giftu sonin Hendrik í Miðvági (1909) við Henrikku f. Poulsen (1884  1909) men doyði hon í barsli í 1909, einans 25 ára gomul, sama árið tey giftust.
Av systkinum eru bert Agnas, gift Nielsen, sum býr í Middelfart og Asta, gift Jacobsen, í Havn, á lívi, umframt hálvbróðurin, undirritaði Jógvan Elis. Vit vóru tveir brøður, Jacob Álvur, sum doyði í Danmark bert 19 ára gamal og eg.

Sigvald var føddur 10.oktobur 1918 í Haldarvík og andaðist 23. februar 2005, 86 ára gamal. Tey náddu sostætt bæði tvey ein høgan aldur. Maja og Sigvald á Morskranesi giftust 6. mars 1945. Sostætt væntaði teimum bert tvær vikur í til diamantsbrúðleypsdagin. Sum so mangur fór hann sjóvegin longu sum 14 ára gamal við pápabeiggjanum Martin við Sólbrún. Hann sigldi og róði út, og hevði maskinbát, sum sonurin Álvur nú røkir. Tey hittust í Havn, har hann bleiv skiparalærdur í 1943. Hann búði á einum pensionati fyri navigatørar ovarlaga í Tróndargøtu. Sigvald var ein gløggur, vitandi maður, sum læs nógv og visti nógv.
Tey fingu børnini: Jettu, sum er fødd í Syðradali, K hjá Ingeborg, Menning , Emmu, Selmar, Lissy, Álvur, Ruth, Inger, og Noomi. John Elias í 1966, sum doyði bert 5 ára gamal av sjúku. Tey fingu 10 børn, 27 ommubørn og 25 langommubørn, og sum prestur, Jógvan Fríðriksson, nevndi við jarðarferðina hjá Maju, so fyltu tey mest sum alla kirkjuna.

Maja var góð av lyndi, hon var tolin og var altíð við tað góða. Hon var altíð blíð og fyrikomandi, við sínum mildu eygum og tað var helst gott við hjartarúmi, tí í tí barnaríka heiminum var nógv um at verða. Tey búðu sunnast í bygdini, í 3-4 ár, áðrenn tey fluttu í teirra egna heim. Tey búði hjá verfaðirinum Matthiasi, sum tá var einkjumaður, tá konan Elsebeth doyði. Tá áttu tey bæði fimm dreingir. Tá vóru bert 8 hús á Morskranesi. So hetta var óvænt fyri hana, sum kom úr Havnini, sum hevði um 4.400 fólk tá. Henni longdist illa at byrja við, men skjótt komu børnini, og barngóð sum hon var, gekk hon uppí tað. Elektiskt ljós fingu tey í 1958, SEV kom seinni, og so eiga vit at nevna at sambandi til Havnina kortini var gott. Mjólkabátarnir Tróndur og seinni Sigmundur, løgdu at við tí lítlu kajuna í Morskranesi hvønn mánadag, mikudag og fríggjadag. Har ferðaðist eg og systkini, og altíð var ein vælkomin.
Maja kom sum sagt sjálv úr einum barnaríkum heimið, har mamman doyði, í sambandi við barsil, frá 10 børnum, elsta var 18 ár og yngsta var hálvt ár. Børnini í húsinum uppi í Sjúrðargøtu 18 vóru Arni, Hans, Agnas, Sørin, Maja og Josta, tá Jakku fekk Annu Mikkelsen úr Víkarbyrgi til húshjálp. Anna kom soleiðis at gerast mamma at Maju á ein hátt. Tey fluttu oman á Bakkahellu í 1938, í húsini Elisabeth minde. Tá tær báðar Anna og Maja høvdu nært samband sínamillum, stukku tey altíð inn á gólvi í sermerkta húsinum Strúkijarninum, har Anna búði. Tá Jakke doyði fingu tey soleiðis svarta hundin Snar inn á Morkranes. Har fekk hann tað gott millum børnini.




Nú gerst tómligt á Morskranesi, nú tey bæði, Maja og Sigvald eru farin. Tey vóru eini góð hjún. Teirra lívsverk gjørdist sjólívið og heimið, og røkti tey tað til lýtar. Altíð var tú vælkomin á gátt, og altíð fór tú við tí góða, eitt sindur ríkari enn tú kom. Tey høvdu altíð stundir til ein, í so máta minti Maja um ommu sína Binu,var so mild, uttan at gera nógv burturúr sær sjálvum. Hetta er ein verumáti,sum er um at fara burtur nú á døgum,men hevur so ómetaliga stórt virði í gerandisdegnum.
Børnini hava mist eina góða mammu og pápa, og saknurin er stórur. Harrin styrkið tykkum í sorg tykkara. Vit vilja minnast tey bæði, Maju og Sigvald, við takksemi og lýsa frið yvir minni teirra.

Jógvan Elis og Annfinn