Hann er ættaður úr Svínoy, men hann hevur nógv størsta partin av lívinum búð í Klaksvík.
Foreldrini hjá Jóhannesi Alfred vóru Anna Katrina, sum var úr Ovasta húsi í Svínoy, og Elisias, sum var ættaður úr Húsavík. Tey bæði fingu fimm børn Hennelina, sum býr í Svínoy, Jóan Jakku, sum býr í Havnini, Jóhannes Alfred og Hans Jacob, sum búgva í Klaksvík, og Anna, sum búði í Norðdepli. Hon doyði fyri nøkrum árum síðani.
Elisias bygdi í Lágbø. Men Anna Katrina var nógv plágað at tuberklum, og hon var tískil nógv á Sanatorinum. Børnini vuksu fyri tað mesta upp í Ovasta húsi hjá mostrini Elisabeth.
Jóhannes Alfred hoyrir til tey stillu í landinum. Tá ið hann fór úr skúlanum fyrst undir krígnum, vóru eingir møguleikar at sleppa burtur. Sum aðrir ungir dreingir í Svínoy róði Jóhannes Alfred út við opnum báti. Motorarnir vóru ikki altíð so góðir, og tá kom tað væl við at hava so dugnaligar menn at fáast við motorar, sum Jóhannes Alfred hóast hann var rættuliga ungur var tað.
Eftir kríggið fór Jóhannes Alfred til skips við Svínoynni. Jákup hjá Jensi, sum var ættaður úr Svínoy, og var bóndi á Viðareiði, førdi hana. Pápi Jóhannes Alfred, Elisias, var ein av fleiri svínoyingum, sum plagdi at sigla við Svínoynni.
Jóhannes Alfred sigldi í fleiri ár. Hann róði eisini út og arbeiddi í fiski.
Frá 1960 og fram til 1966 búðu Jóhannes Alfred og familjan í Hvannasundi, har hann hevði festi í Britustovu.
Nógvu tey seinnu árini arbeiddi Jóhannes Alfred innan byggivinnuna. Hann arbeiddi eitt nú hjá Kanjon og var við til at byggja fleiri kaiir í Klaksvík, og so arbeiddi hann hjá soninum Jógvani, sum hevði egna byggifyritøku.
Jóhannes Alfred giftist í 1950 við Lydiu fødd Klein og ættað úr Klaksvík. Tey búsettust í Klaksvík, og tey fingu seks børn: Hans Hergeir (1951), Anna Elisa (1952), Jógvan (1955), Leif (1956), John (1958) og Herdis (1961). Hans Hergeir, Jógvan og Herdis búgva í Klaksvík, Anna Elisa býr við Gøtugjógv, Leif býr í Havn, og John býr á Toftum.
Lydia doyði í 1993, og Jóhannes Alfred flutti fyri nøkrum árum síðani av vestursíðuni og yvir á eystursíðuna, har hann býr í einari av íbúðunum, sum eru bygdar til eldri fólk.
Teir tríggir brøðurnir í Ovasta húsi í Svínoy eru allir sangglaðir, musikalskir og spældu uppá. Lydia var eisini musikalsk og góður sangari, og tí er einki at siga til, at tað eisini hjá børnunum liggur væl fyri at syngja og spæla.
Føðingardagin helt Jóhannes Alfred saman við sínum næstu. <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$J