alskyns vælferðarhentleikum. Á Drelnesi er longu fast lendi at byggja á og tað fer at gera skúlan einar sjey milliónir krónur bíligari. - Harumframt eru ogninar á Drelnesi og á Hvítanesi at rokna sum eitt [...] Føroyingar eiga at fáa ein eftirskúla. Og hann eigur at byggjast á Drelnesi á Trongisvágsfirði, beint undir liðini á nýggja mentanarhúsinum, Salt. Tað heldur ein nevnd, sum hevur arbeitt við einum føroyskum [...] frama og tí mælir eftirskúlanevndin nú til at flyta eftirskúlan á Drelnes og at leggja hann undir liðini á Salt. Nevndin leggur stóran dent á, at selja náttúruna sum eitt tilfeingi, ið eftirskúlin eigur at
Tey bæði vóru komin umborð á Norrönu at arbeiða í mai mánaði. Maðurin greiddi frá, at hann mintist ikki heilt, hvussu tað kom upp á tal at smugla hassj, men helt, at tað meira ella minni tilvildarliga [...] hvussu nógv hon forvann upp á at selja hassjið, men ákærin, Steffen Møller Jørgensen, vísti fram ein blokk, sum løgreglan fann undir einari húsarannsøkn, har fleiri tøl stóðu á. Til dømis stóðu 56 200 krónu [...] í óføri longu á ungum árum. Hon segði, at hon byrjaði at drekka, tá hon var 12 ára gomul, og byrjaði at roykja hassj stutt eftir. 14 ára gomul varð hon tikin frá foreldrunum og løgd inn á sinnissjúkrahúsið
felagsskapur og hava einki við dómstólin í Haag at gera. Vit fara eisini at heita á norskar myndugleikar um at leggja politiskt trýst á stýrið í Khartoum, sigur aðalskrivarin í Flóttafólkahjálpini, Elisabeth [...] teimum størstu hjálparfelagsskapunum, sum hava virkað í Sudan. – Hálv onnur millión fólk hava tørv á okkara hjálp, og vit royna nú at kanna, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri tey, sigur aðalskrivarin [...] frásagnir ella brot úr heildini, men vit vita, at støðan er ræðulig. Kvinnur verða neyðtiknar fyri eygunum á sínu egnu børnum, skyldfólki og grannum, sigur Marte Gerhardsen. Hava mótmælt Norsku myndugleikarnir
Páskaaftan skuldi VB havt verið í Klaksvík og TB á Toftum og 2. páskadag skuldi TB spæla í Klaksvík og VB á Toftum. Men eingir dystir vóru í Klaksvík og á Toftum hesar dagarnar. Kappingarstjórin hevði givið [...] besta fótbóltsliðið í Suðuroy. Tað var sjón fyri søgn á Sevmýri skírisdag, tá VB vann 2-0, og páskaaftan var tað staðfest á Vágseiði, tí tá vann VB 3-0 á TB. Í fyrra dystinum vóru vágbingar greitt omaná í [...] Greitt er, at avgerðin um útsetingina ikki var eftir høvdinum á kappingarstjóranum. Dánjal Andreasen heldur seg til samtyktina, sum varð gjørd á síðsta fundinum í kappingarnevndini. Hon segði, at um lið ikki
liðfelagarnir hava vunnið 20 stig og á fjórða plássi eru eitt stig frammanfyri B36, sum sunnudagin fer at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur. Hvat sigur tú til, at tit nú eru á Europaplássi? -Vit fegnast um henda [...] Jóhann Hansson Joensen. Hetta var onnur ferðin í ár, at Jóhann var millum málskjúttarnar. Skála misti á veg í álop, og so var tað Gutti Dahl-Olsen, sum spældi málskjúttan leysan. Spælið var ikki altíð so [...] Stojanov, sum undir venjing hevur víst teimum, hvussu vandamikil hann kann vera. Skálamenn vóru meiri á bóltinum, men EB/Streymur hevði Uros Stojanov í heilt stuttum tjóðri, og tað eydnaðist ikki hjá gestunum
Lítla løtu undan steðginum var tað miðverjin Hjalti Strømsten, sum legði B68 á odda 3-2 eftir upplegg frá Dabo. -Hóast vit vóru á odda við einum máli eftir fyrra hálvleik, so var avrikið ikki gott. Eftir [...] arbeiði og at vit eru tilvitaðir um, at tað er langt á mál, og at útgangsstøði er, at vit renna nógv og vinna nærdystirnar, sigur B68 venjarin Jákup á Borg. Tað var 3-2, inntil tað restaðu 17 minuttir. Tá [...] Tað var satt málrok á Svangaskarði, tá ið grannarnir av Skála vóru gestir hjá B68. Heimaliðið vann 7-2 eftir 3-2 í fyrra hálvleiki, og nú sigur støðutalvan, at tað er eitt stig frá níggjunda plássinum
Poul Kallsberg setti hol á, tá ið 10 minuttir vóru farnir. Uros Stojanov átti eftir horna úr vinstru uppleggið, og stutt undan steðginum økti Uros til 2-0, tá ið hann var fyrstur á returbólti, eftir at málverjin [...] Martin Johansen, sum átti innleggið úr vinstru. Skála er framvegis niðast á støðutalvuni, men avrikið og stórsigurin í kvøld benda á, at allar súðir eru ikki syftar í kappingini um at sleppa undan niðurflyting [...] Stojanov 74. 5-0: Jan Ingason Hansen 83. Dómari: Kári J. á Høvdanum Skála: Jákup Nolsøe Olsen – Kristian Martin Jakobsen, Pætur Dam Jacobsen (Mikal á Reynatrøð, 85.), Jákup Jakobsen – Djóni Petersen, Ari
áðharri. Men norðoyingar hava lagt stórt trýst á fyri at fáa Bjørn Kalsø á Syðradali til fiskimálaráðharra. Norðoyingar hava bæði á fundi í Klaksvík og á fundi hjá Sambandsflokkinum í Havn leygardagin [...] Jógvan á Lakjuni fekk á valinum 20. januar 409 persónligar atkvøður, og fer hann í landsstýrið, kemur Kjartan I. Joensen í Leirvík á ting fyri hann. Hann fekk 155 persónligar atkvøður. Onnur boð upp á lan [...] løtu (kl 12 mánadag) á fundi og viðger, hvør skal umboða flokkin í landsstýrinum, og Sambandsflokkurin fer á fund kl 13. Sosialurin skilir, at tað eru fýra persónar, sum eru upp á tal sum landsstýrismenn
eru frammalaga Fleiri oyggjasamfeløg kring heimin eru frammalaga á skipaskrásetingarmarknaðinum, vísa teir báðir sjómansskúlalærararnir á. Eitt nú hevur Isle of Man eini 400 til 500 útlendsk skip í sínari [...] Sjómansskúlan Fæst gongd av álvara á eina slíka skipaskráseting, fer hetta eisini at seta krøv til Føroya Sjómansskúla og aðrar maritimar skúlar, siga teir báðir lærararnir á skúlanum. - Skúlin noyðist so at [...] heldur hann, at ein slík skipan í longdini eisini kann hava eitt positivt árin á áhugan fyri at fara undir útbúgving á skúlanum. Tí skipar Føroya Sjómansskúli fríggjadagin 29 oktobur fyri einari ráðstevnu
íslendingar á vøllinum, tí Bjørn Gunnarsson tvær ferðir hevði fingið gula kortið. Noreg legði bragdliga fyri á útivølli í Italia. John Carew, sum áður hevur spælt í Roma, legði í fyrsta minutti Noreg á odda. [...] HM UNDANKAPPING Ísrael fekk stig við úr París, og Aserbadjan, sum á altjóða styrkislistanum ikki er so langt frá Føroyum, megnaði á heimavølli 1-1 ímóti Wales. Burtursæð frá hesum góðu úrslitunum hjá teimum [...] hevði við sær, at russiski venjarin legði frá sær, og at hjálparvenjarin tók ábyrgdina á seg. Grikkar komu orduliga niður á jørðina, tá ið teir vitjaðu grannarnar fyri norðan og taptu 2-1. Albania legði seg