Lestrarstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum undir heitinum: »Føroysk lesandi og framtíðin ?innan hvørjar karmar?«
Í sambandi við fullveldisætlanina hjá landsstýrinum hevur nógv verið frammi í fjølmiðlunum um framtíðarstøðuna hjá føroyskum lesandi, um so er, at Føroyar gerast sjálvstøðugar og sostatt ikki longur gerast partur av donsku útbúgvingar- og stuðulsskipanini.
Politikarar o. o. eru sera ymisk á máli um, hvussu framtíðin sær út fyri føroysk lesandi, og hava tað fer eftir fer verið mótsigandi sjónarmið frammi hesum viðvíkjandi. Hetta hevur viðført, at føroysk lesandi í dag kenna seg ótrygg og alt ov lítið kunnað um, hvørjir karmarnir verða fyri lesandi í framtíðini.
Meginfelag Føroyskra Studenta hevur tískil valt at skipa fyri lestarstevnu í ár, ið hevur til endamáls at upplýsa um framtíðarútlitini hjá føroyskum lesandi í og uttan fyri Føroyar ? við og uttan fullveldi, og siga tey, at øll eru vælkomin.
Stevnan verður sett leygardagin klokkan 16.00
Klokkan 16.15 fer Terji á Lakjuni, stjóri á Stuðulsstovninum, at greiða frá føroysku stuðulsskipanini og stuðulskipaninum í hinum norðurlondunum. Hann greiðir eitt nú frá, hvørji støðu føroysk lesandi eru í nú samanborið við lesandi í hinum norðurlondunum.
Tá tosað verður um møguligt føroyskt fullveldi hevur m. a. verið nevnt, at Føroyar fara at nýta stuðulsskipanirnar í grannalondunum sum fyrimynd fyri eini nýggjari føroyskari stuðulskipan. Hvat hevur hetta at týða fyri føroysk lesandi?
Klokkan 16.45 fara Hjálmar Hátún, Heini Hátún og Bjørn Kunoy at greiða frá, hvussu tað er at verða føroyskur lesandi uttan fyri ríkisfelagsskapin.
Teir tríggir hava lisið í Noreg, USA, Bretlandi og Fraklandi. Teir fara m.a. at greiða frá lestrarstuðulsskipaninum í ymisku londunum og eisini verður greitt frá týdninginum av tí donsku og føroysku stuðulsskipaninum fyri lesandi, ið lesa uttan fyri ríkisfelagsskapin, og um møguleikarnar at fáa legat, bústað og lestrarpláss á ymiskum skúlum.
Sum er fara flest øll føroysk lesandi, ið fara uttanlands í lestrarørindum, til Danmarkar, og er hetta heilt klárt ikki til fyrmuns fyri føroyska samfelagið, sigur MFS, sum við hesi frágreiðing vónar at elva til, at fleiri føroysk lesandi fara í onnur lond at lesa til tess, at føroysk vitan skal gerast meira fjølbroytt og ávirkað úr alskyns londum til gagns fyri føroysk lesandi og tað føroyska samfelagið sum heild.
Klokkan hálvgum seks fer Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetrinum,at siga sína hugsan um, hvussu Føroyar eiga at menna Fróðskaparsetrið, lestrarúrvalið, tað føroyskra lestrarumhvørvið og karmarnar hjá teimum lesandi í Føroyum sum heild.
Klokkan 18.00 verður pallborðsfundur við Høgna Hoydal, landsstýrismanni og Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinnu og framsøgukvinnu hjá Javnaðarflokkinum í undirvísingar- og mentamálum.
Høgni Hoydal og Katrin Dahl Jakobsen fara at greiða frá ætlanum og útlitum hjá føroyskum lesandi í framtíðini ? bæði við og uttan fullveldi.
Teimum báðum verða settir ymiskir spurningar, ið hava til endamáls at fáa greiðu á, hvørjir karmarnir hjá føroyskum lesandi verða í framtíðini. Eisini verður høvi hjá øðrum at seta teimum spurningar.r, tí at hann hevur kunnað smittað. Á sjúkrahúsinum hevur hann fingið heilivág, og sambært læknunum er eingin smittuvandi eftir at tann sjúki hevur fingið heilivág í 14 dagar, sigur Linda Guttesen
Fyri einari viku síðan, tá fullkomulig vissa var fyri, at hann ikki kundi smitta longur, varð Xiaobin Zhang útskrivaður, og týsdagin stóð hann aftur í kinesiska køkinum á Nan-Tong.