Hans Pauli Strøm húðflettur í tinginum

Bæði tinglimir í samgongu og í andstøðu kallaðu hann bakbítara, ósmakligan, skitna og óreinan, tá ið hann spurdi Rósu Samuelsen um syndabukkar

Hans Pauli Strøm Løgtingsmaður kom í rættiligt ódnaveður í Løgtinginum mikudagin.

Hann spurdi Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, hvat hon heldur um, at Almannastovan og aðrir stovnar undir almannaverkinum, eru blivnir syndabukkar fyri tær óhepnu avleiðingar av einum politikki, sum hon hevur ábyrgdina av.

Hann sipaði til ákoyringarnar, sum nú hava verið á almannaverkið í eina tíð og hann helt, at Rósa Samuelsen hevur havt lyndi til tváa sínar hendur og at kasta skyldina yvir á Almannastovuna og aðrar almennar stovnar.

Serliga skipaði hann til eina yvirskrift í Dimmalætting, har yvirskrift yvir samrøðu við Rósu Samuelsen var, at Almannastovan eigur apuna í einum ávísum máli.

Rósa Samuelsen segði, at ongin ivi skuldi vera um, at hon tók ábyrgdina av førda politikkinum.

Hon segði, at hon var hørm um, at hon var endurgivin í fjølmiðlunum fyri at hava sagt sína hugsan um ávís mál, tí tað hevði hon aldrin gjørt.

Men hinvegin tók hon tað í størsta álvara, at Hans Pauli Strøm sáddi iva um vilja hennara til at taka ábyrgdina yvir tær politisku gerðirnar.

Hon legði afturat, at hon var rættiliga hørm um at fáa ein slíkan spurning, tí við hesum sáar Hans Pauli Strøm alment iva um hennara trúvirðið, sum landsstýriskvinna.


Flóðalda av skolum

Men Landsstýriskvinnan var ikki einsamøll um at finnast at Hans Paula Strøm, tí hann fekk eina heila flóðaldu av skolum oman yvir seg, har politikarar úr bæði samgongu og andstøðu komu kropp av kroppi og skuldsettu hann fyri bakbíting, fyri at vera tvitin, óreinur og ósmakligur, fyri undanstøkking og fyri at vaska sær um hendurnar.

Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum helt, at framferðin hjá Hans Paula Strøm er ikki fremjandi fyri samstarvið í samgonguni.

Hann vísti eisini á, at Javnaðarflokkurin átti avgjørt sín leiklut í teimum politisku avgerðum, sum eru tiknar, tí øll umboð hjá Javnaðarflokkinum í Løgtinginum hava atkvøtt fyri teimum uppskotum, sum eru løgd fram.

Jaspur Vang úr Sambandsflokkinum helt, at framferðin hjá Hans Paula Strøm er ómanslig og ógvuliga lítið álitisvekjandi.

Hann legði dent á, at Hans Pauli Strøm hevði sjálvur verið landsstýrismaður og hevði sostatt verið við at seta allan politikkin út í kortið, sum hann nú roynir at snúgva sær undan.


Stuðul úr andstøðuni

Eisini Høgni Hoydal, Bergtóra H. Joensen og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, kallaðu framferðina hjá Hans Paula Strøm óreina, ósmakliga og óvirðiliga tí hann hevur sjálvur verið við til at samtykt hesi málini á landsstýrisfundi, sum hava elvt til óhepnar avleiðingar.

Tey vístu eisini á, at tað var fíggjarpolitikkurin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jóannesi Eidesgaard, ið er partamaður hjá Hans Paula Strøm, sum ásett karmarnar.

Tí var tað ”ikki til at halda út at hoyra hann nú”, sum tikið varð til.

Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum kallaði Hans Paula Strøm fyri tvitnan tá ið hann nú svertaði Rósu Samuelsen, Tí hann segði, at hon sat eftir við eini suppu at taka upp eftir Hans Paula Strøm og onnur.


Má fáa stuðul

Hans Pauli Strøm svaraði ikki beinleiðis upp á allar hesar skolurnar, tí hann segði, at hetta snúði seg um hansara persón og ikki um málið.

Men hann vónaði, at tað var rætt, at Rósa Samuelsen var skeivt endurgivin, tí hann kundi ikki liva við, at Almannastovan fekk skyldina av teimum avleiðingum, sum førdi poltikkkurin elvdi til.

Hann helt, at Almannatovan hevur ikki havt neyðugu politiska stuðulin frá landsstýriskvinnuni og

Men hesum vísti Rósa Samuelsen staðiliga aftur, tí hon setir ikki spurnartekin við arbeiðið hjá Almannastovuni.