Stórsligna útbyggingarætlanin hjá Krígssavninum í Vágum rendi seg fasta, sama dag sum hon varð løgd fram fyri almenningin.
- Í síðsta enda kann vera neyðugt at steðga ætlanini, staðfesti Andras Mortensen, stjóri á Søvnum Landsins, í samrøðu við Rás2 mánakvøldið.
Orsøkin er at finna í grein-1 í løgtingslóg nr. 19 frá 1948, eisini nevnd friðingarlógin. 1. mai í 2009 boðaði táverandi landsstýriskvinna í mentamálum frá, at øll krígsminni frá seinna heimsbardaga eru ”friðað jarðfest fornminni.” Fráboðanin frá Helenu Dam á Neystabø kom dagin fyri at Krígssavnið lat upp fyri almenninginum, 2. mai í 2009.
Krígssavnið hevur ongantíð góðtikið hesi boð frá landsstýriskvinnuni. Nevndin fyri savnið vísir á, at nýggja og víðkaða definitiónin av grein-1 í friðingarlógini er bara fráboðað í einum tíðindaskrivi.
Keypið
Í september 2011 gjørdu Landsverk, Sørvágs Kommuna og Krígssavnið eina trípartaavtalu, har Landsverk fekk eitt grundøki í Sørvági afturfyri at lata kommununi SOR-bygningin, ið síðani varð seldur savninum fyri eina krónu. Trípartaavtalan varð komfirmerað í Innlendismálaráðnum, sum fekk neyðugu lógarheimildina í eykajáttanarlóg fyri september 2011.
Trípartaavtalan fekk ávaringarlampurnar at ringja, bæði hjá Søvnum Landsins og í Mentamálaráðnum. Í uppriti til landsstýrismannin staðfestir aðalstjórin í Mentamálaráðnum, at avtalan er gjørd, uttan at Mentamálaráðið og fornminnnamyndugleikarnir hava verið við í viðgerðini.
- Partarnir í málinum hava tí ikki gáað um, at felagið Krígssavnið vegna galdandi friðingarstøðu ikki kann brúka ognina til ætlaða endamálið. Sølan er sostatt gjørd undir skeivum fortreytum, skrivar táverandi aðalstjórin, Leivur Harryson, í uppriti til Bjørn Kalsø.
Sambært skjølunum í málinum umrøddi Mentamálaráðið eisini, um keypið skuldi ganga aftur.
Tað bleiv tó ongantíð gjørt. Í brævi til Innlendismálaráðið og Løgmansskrivstovuna útgreinar Leivur Harryson íkomnu støðuna soleiðis:
- Fyri nýggja eigaran merkir friðingin og avtalan, hann hevur gjørt við landsstýrið, at friðaðu fornminni á ognini, skulu hava frið. Sostatt hevur eigarin ikki rætt til at gera íløgur í ella hava rakstur og viðlíkahald av friðaðu fornminninum. Løgna støðan, sum er íkomin tí Innlendismálaráðið ”yvir høvdinum á Mentamálaráðnum” hevur gjørt av at selja eitt fornminni til frama fyri eitt savnsvirksemi, sum ikki er góðkent av Mentamálaráðnum, hevur við sær at felagið Krígssavnið ikki fær nýtt friðaða fornminnið til ætlaða endamálið.
Trípartaavtalan bleiv tó ikki broytt, og Krígssavnið hevur tí eitt góðkent skeyti upp á bygningin at vísa á.
- Her er eingin klausulur uppá nakað sum helst. Vit eiga bygningin og meta okkum hava fullan ræðisrætt yvir honum, sigur Karl Jóhan Nielsen, formaður fyri Krígssavnið, sum mánadagin legði fram stóra útbyggingarætlan fyri savnið:
- Vit koma ikki víðari við friðingarmyndugleikunum, og tí taka vit málið í egnar hendur, segði Karl Jóhan Nielsen við Rás2 mánadagin.
Við útbyggingarætlanini í hondini fer Krígssavnið nú at leita eftir stuðlum, ið vilja vera við til at fíggja verkætlanina, sum er mett at kosta 32 milliónir krónur.
Ætlanin fellur ikki í góða jørð hjá Søvnum Landsins, sum umsitur friðingarlógina.
- Eg vóni, at semja fæst í lag millum partarnar. Tí øll varðveiting av slíkum slag skal fara fram í góðum dialog. Og eg rokni ikki við, at nakað arbeiði fer ígongd, uttan at semja er um tað áðrenn, sigur Andras Mortensen.
Stjórin fyri Søvn Landsins sigur seg ynskja eina loysn.
- Sjálvandi hava vit áhuga í at krígsminni verða varðveitt, og vit vilja fegin gera tað í einum samstarvi við Krígssavnið. Men tað krevur eisini, at Krígssavnið vil samstarva við okkum, sigur Andras Mortensen og heldur fram:
- Har er eitt ávíst samskifti millum Mentamálaráðið og Krígssavnið. Men bólturin liggur avgjørt hjá Krígssavninum, sigur Andras Mortensen.










