Garvaða dáman í danska popprokkheiminum, Anne Linnet, hevði í øllum førum tveir stórar fyrimunir á Summarfestivalinum. Hon er super professionell, og henni nýtist ikki at júka nakran um at syngja við. Tað gera fólk av sær sjálvum. At løgini eru frálík og tekstirnir eisini hava rættiliga nógv uppá hjarta gjørdi tað heila ikki verri. Undir slíkum umstøðum kann tað næstan ikki ganga galið. Og tað gjørdi tað sanniliga heldur ikki.
Null kiks
Hóast regnið treiskaðist nakað illa í løtum, órógvaði tað ikki vælhýrdu áhoyrarnar, sum tóktust st duga meginpartin av sangunum hjá Anne Linnet uttanat. Við eini røð av teimum væl kendu sangunum kryddað við løgum úr nýggjastu fløguni, náddi Linnet út í hvønn krók á stóru fólkamongdini í Vágsbøi. Tað var eitt sindur ringt at meta um, hvør aldursbólkur fjaldi seg undir mongu paraplynum hesa løtuna, men vit kunnu altíð gita, at tey flestu vóru hinumegin tey 35-40. Samstundis hevði ein skjót meting skjótt staðfest, at fleiri av teimum, sum sungu harðast, ikki kunnu hava verið serliga gomul, tá onkur av hittunum hjá Anne Linnet vóru í hæddini.
Trýmannað bólkurin á pallinum legið út við kenda lagnum Time og dag og uge við teksti eftir Johannes Møllehave. Og longu hetta fyrsta lagið prógvaði, at Linnet bara gevur seg í slíkt, hon hevur fullkomið tamarhald á og ikki loyvir pláss fyri kiksum. Burtur vóru høgu tónarnir í niðurlagnum nakað ein kortini ikki skuldi hildið var neyðugt, tí røddin hjá Linnet er avgjørt ikki viknað við árunum. Næsta lagið Hun fletter sit hår var eisini eftir mínum tykki tað mest hugtakandi, bólkurin spældi av nýggju fløguni, sum kemur út í oktober. Tungu melankolsku rútmurnar vóru rættiliga eyðkendar fyri góða, gamla Anne Linnet stílin og hava uttan iva um ikki landaplágu so oyrafangandi potentiale.
Inn í millum løgini hugleiddi Anne Linnet um innihaldið í tekstunum. Eitt nú i næsta sanginum, sum sambært Anne Linnet snúði seg absolutt onki og samstundis eitt tað torførasta yvirhøvur at nullstilla seg sjálvan og bara vera til her og nú. Klárar man tað, ja so hevur man rakað kensluna í Søndag i april.
Hóskiliga óhóskandi
Ongin Anne Linnet konsert uttan Tusind stykker. Og fyri ein ordans skyld fingu vit eisini søguna um, tá ein svenskari ringdi til Anne Linnet og spurdi, um hann kundi sleppa at geva sangin út á svenskun. Restina av søguni kenna tey flestu, og nú vita tey so eisini, at tað also ikki er Bjørn Afzelius, sum er upprunamaðurin til kenda lagið Tusind bitar. Næstu minuttirnar kundi Anne Linnet uttan iva eins væl havt sløkt mikrofonina, tí sangurin frá áhoyrarnum doyvdi næstan alt annað. Sveiggjandi paraplyirnar vóru eisini besta tekin um, at áhoyrarnir løgdu líka í, hvar regndroparnir raktu hesa løtuna.
Ein túr aftur í 70ini í tíðina saman við gentubólkinum hjá Anne Linnet Shit og Chanel bleiv tað eisini til við kenda lagnum Smuk og deilig. Meðan øll hini løgini á framførsluni høvdu okkurt universielt yvir sær, tóktist Smuk og delig at vera merkt í so nógv av tíð og stað til at kunna raka beint á Summarfestivalinum. Tó so, við sanginum fekk Anne Linnet eisini flættað inn eina áhugaverda søgu um byrjanina til gentubólkar og afturljóðini, teir góvu, á donskum tónleikapallum í 70unum.
Kanska júst tí hvørkið verðrið ella árstíðin hóskaði serliga væl, valdi Annet Linnet at enda framførsluna við lagnum Forårsdag. Soleiðis fekk hon nevniliga eisini mint á, at tað stórfingna við tónleiki netupp er, at hann gevur okkara tankum fríar teymar og lovar hvørjum einstøkum at legga sín heilt egna týdning í lag og tekst.










