Norðborg verður nú sjósett og navngivin

Sunnudagin fara eini 36 fólk úr Føroyum yvir til Chili, har nýggja og stásiliga verksmiðjuskipið, sum Kristian Martin Rasmussen og synir hansara lata smíða, verður sjósett og navngivið

Nýbygningur

 

Tey, sum eru í ferðalagnum úr Føroyum til Chili, eru í fyrsta lagi eigarar, familja, løgfrøðilig ráðgeving og fíggingarstovnar. Einki alment umboð verður við á ferðini.

Bjørn Kalsø, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, varð upprunaliga boðin við. Hann játtaði og ætlaði sær eisini við, men nú hann ikki er landsstýrismaður longur, verður hann ikki við á ferðini.

Núverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Torbjørn Jacobsen, er nýggjur í sínum starvi og hevur sum so einki havt við hesa verkætlan at gera.

Tískil er einki alment umboð við á ferðini.

 

Nýggj Norðborg

At skipið nú verður flotað og navngivið, merkir kortini ikki, at tað er liðugt og klárt til levering. Sambært sáttmálanum verður nýbygningurin latin eigarunum til heystar.

Bogi Rasmussen, sonur reiðaran Kristian Martin Rasmussen, sigur, at chilenar skipa fyri hátíðarhaldi, tá skip verður sjósett og navngivið, men tá ið skipið seinni verður latið eigarunum, verður einki hóvasták gjørt burtur úr.

- So, tað er nú, at hátíðarhaldið verður, og tað er tí, at vit fara so mannsterk yvir, sigur hann.

Tann stóri dagurin hjá familjuni Rasmussen í Klaksvík verður komandi mikukvøld, 20. februar. Tá verður nýbygningurin navngivin, og tá verður eisini skipað fyri hátíðarhaldi og borðhaldi.

Bogi Rasmussen dylir ikki, at navnið á nýggja skipinum verður Norðborg, sum kemur at loysa gomlu Norðborg av. Verandi skip, sum saman við reiðaríi og manning, hevur slóðað fyri á framleiðsluøkinum, er ikki so gamalt kortini. Tað er frá 1990.

- Norðborg er eitt rímiliga gott skip, men hevur ikki somu møguleikar, sum eitt nýtt og nútímans skip hevur. Maskin-og framleiðsluorka eru ov lítil, og møguleikarnir at fáa alla rávøruna til sættis, eru ikki teir somu, sum við nýggja skipinum, sigur hann.

Felagið roynir nú at selja gomlu Norðborg, sum fer úr føroyska fiskiskipaflotanum, tá ið nýbygningurin kemur í flotan.

 

Alt til virkingar

Bogi Rasmussen sigur, at nýggja skipið verður 83,50 metrar langt og 18,40 metrar breitt. Tað fer at lasta 1400 tons av frystari vøru á plattum, tangarnir taka 1250 rúmmetrar av rávøru, og skipið lastar 400 tons av mjøli.

- Vit fara at skera og frysta flak, og vit fara at heilfrysta til matna. Haraftrat fara vit at framleiða møl og lýsi.

Tann parturin av rávøruni, sum fer til mjøl og lýsi, er tað, sum fellir frá framleiðsluni, eins og fiskur, sum ikki er hin besti til matframleiðslu.

Í prinsippinum kemur nýggja Norðborg at virka allan ráfiskin umborð – og tí verður einki til eitt nú Havsbrún í Fuglafirði ella onnur ídnaðarvirki.

- Tað er sjálvandi torført at siga, um nýggja skipið ongantíð – og einki - fer at landa til ídnað, men konseptið byggir á, at alt verður virkað umborð, sigur Bogi.

 

Størri framleiðsla

Vónirnar um, at nýggja Norðborg fer at fáa tað at hanga saman fíggjarliga, eru góðar, og høvuðsorsøkin er sjálvsagt, at menninir aftanfyri verkætlanina vita, hvat tað er, teir eru farnir undir.

- Eingin kennir framtíðina til fulnar, men vit hava góðar vónir um, at hetta fer at bera til, sigur Bogi.

Manningartalið við nýggja skipinum verður umleið hitt sama, sum við gomlu Norðborg.

- Ætlandi verða 24 mans við skipinum, og tað er sama tal, sum við verandi skipi.

Hann sigur, at framleiðsluorkan hjá nýggja skipinum verður út við eina helvt størri enn við tí gamla, samstundis sum prísgongdin á frystum flaki úr svartkjafti og heilfrystum er positiv.

- Hetta merkir, at vit við umleið somu manning kunnu virka nógv meira við nýggja skipinum enn við tí gamla. Haraftrat kemur so, at nýggja skipið hevur mjølverksmiðju, sigur Bogi Rasmussen.