Minsta kvinnuumboðanin er í Miðflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og hjá Zakarias Wang. Tilsamans hava teir 0 kvinnur á listanum til fólkatingsvalið.
Av teimum 63 valevnunum, sum stilla upp á teimum átta listunum til fólkatingsvalið, eru bara 18 kvinnur. Menninir eru 45 í talið. Tað merkir, at 71 prosent av valevnunum eru menn og 29 prosent eru kvinnur.
Hóast tað í gjár vóru liðin 100 ár siðani, at valrætturin hjá kvinnum var staðfestur í grundlógini, so hevur kvinnuumboðanin ikki sligið í gjøgnum, tá føroyingar skulu kjósa sær fólk í ymsu demokratisku forumini. Flokkarnir halda tað ikki verða neyðugt at stilla upp soleiðis, sum somu politikarar sjálvir hava álagt tí almenna at skipa seg við nevnum og ráðum, at kynsbýtið skal vera innan fyri 40/60. Tað vil siga, at yvirvágin av øðrum kyninum ikki má vera meira enn 60 prosent – ella 10 prosent meira enn helmingin.
Umframt mannfólkaflokkarnar Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin, so er støðan í so máta ring bæði í Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum. Har eru bara tvær kvinnur á hvørjum lista, og tað merkir, at Sambandsflokkurin, sum stillar 13 valevni upp hevur kynsbýti 86 prosent menn og 14 prosent kvinnur. Fólkaflokkurin, sum hevur 14 fólk á listanum, er eitt vet fræagari, tí har er býtið 85 prosent menn og 15 prosent kvinnur.
Hjá Tjóðveldi er næstan javnt – býtið er innan fyri tað, sum løgtingið loyvir. Har eru 12 valevni, 7 menn og 5 kvinnur. Tað gevur býtið 58 prosent menn og 42 prosent kvinnur.
Javnaðarflokkurin og Framsókn eru einastu flokkar við javnari umboðan, líka nógv av báðu kynum.
Listin hjá Zakariasi Wang hevur bara eitt valevni. Hvussu fegin Zakarias vildi havt javnstøðu, so sleppur hann ikki tað, tí tað er ikki loyvt einum uttanflokkalista at hava fleiri valevni.
Tey 63 valevnini á teimum átta listunum eru hesi:
Fólkaflokkurin: | |
1. | Brandur Sandoy |
2. | Annika Olsen |
3. | Jákup Mikkelsen |
4. | Elsebeth M. Gunnleygsdóttur |
5. | Jóan Magnus Rasmussen |
6. | Janus Rein |
7. | Jacob Vestergaard |
8. | Jógvan á Lakjuni |
9. | Jørgen Niclasen |
10. | Hanus Samró |
11. | Rodmundur Nielsen |
12. | Sólvit Nolsøe |
13. | Ingi Olsen |
| 84% menn, 15% kvinnur |
|
|
|
|
Sambandsflokkurin | |
14. | Kaj Leo Holm Johannesen, Tórsh |
15. | Bárður S. Nielsen, Vestmanna |
16. | Edmund Joensen, Oyrarbakki |
17. | Johan Dahl, Fámjin |
18. | Bjørn Kalsø, Syðradalur K. |
19. | Helgi Abrahamsen, Strendur |
20. | Alfred Olsen, Saltnes |
21. | Edva Jacobsen, Fuglafjørður |
22. | Rósa Samuelsen, Sandavágur |
23. | Reimund Langgaard, Leirvík |
24. | Eivin H. Jacobsen, Sørvágur |
25. | Gerhard Lognberg, Skopun |
26. | Niels Olaf Eyvindsson, Sandvík |
27. | Conrad Gaard Joensen, Vágur |
| 86% menn, 14% kvinnur |
|
|
|
|
Listin hjá Javnaðarflokkinum til fólkatingsvalið 18. juni | |
28. | Aksel V. Johannesen Hoyvík |
29. | Kristianna W. Poulsen Hoyvík |
30. | Henrik Old Vágur |
31. | Sigga Ó. Joensen Fuglafjørður |
32. | Bjarni Hammer Tvøroyri |
33. | Rigmor Dam Tórshavn |
34. | Kristoffur Gaardlykke Miðvágur |
35. | Gudny D. Hentze Sandur |
36. | Sjúrður Skaale Tórshavn |
37. | Bjørg Dam Tórshavn |
38. | Artur Johansen Strendur |
39. | Eyðgunn Samuelsen Klaksvík |
| 50% menn, 50% kvinnur |
|
|
|
|
Sjálvstýrisflokkurin: | |
40. | Jógvan Skorheim |
41. | Pól Jákup Poulsen |
| 100% menn, 0% kvinnur |
|
|
|
|
Tjóðveldi |
|
42. | Pauli T. Petersen, Vestmanna |
43. | Páll á Reynatúgvu, Sandur |
44. | Torbjørn Jacobsen, Glyvrar |
45. | Magni Arge, Argir |
46. | Annita á Fríðriksmørk, Hoyvík |
47. | Tór Marni Weihe, Hoyvík |
48. | Sirið Stenberg, Vágur |
49. | Kristina Háfoss, Hoyvík |
50. | Høgni Hoydal, Hoyvík |
51. | Gunvør Balle, Argir |
52. | Óluva Klettskarð, Klaksvík |
53. | Jóhann Lützen, Klaksvík |
| 58% menn, 42% kvinnur |
|
|
|
|
Framsókn |
|
54. | Poul Michelsen |
55. | Hanna Jensen |
56. | Karlot Hergeirsson |
57. | Sunneva Háberg Eysturstein |
58. | Høgni Reistrup |
59. | Ruth Vang |
| 50% menn, 50% kvinnur |
|
|
|
|
Miðflokkurin | |
60. | Jenis av Rana |
61. | Bill Justinussen |
62. | Karsten Hansen |
| 100% menn, 0% kvinnur |
|
|
|
|
Uttanflokka | |
63. | Zakarias Wang |
| 100% menn, 0% kvinnur |
|
|
|
|
Tilsamans: |
|
45 menn |
|
18 kvinnur |
|