Á tingfundinum í dag fer løgtingið at viðgera uppskotið frá Gerhardi Lognberg, løgtingsmanni, til samtyktar um at heita á landsstýrið um at kanna, hvussu stuðul kann latast til flakavinnuna fyri at keypa frystan fisk úr triðjalandslondum og Noregi til virkingar í Føroyum og leggja fram frágreiðing fyri Løgtingið.
– Hetta uppskotið kemur øllum í landinum til góðar, serliga har smærri virkir eru, og sum ongan fisk hava, og tískil kundu keypt triðjalandsfisk ella norskan fisk, sigur Gerhard Lognberg.
Hann vísir á, at eitt nú er Sandoyggin komin í eina ringa støðu, tí nærum einki fiskaarbeiði er í oynni.
– Tey skip, ið eru í dag, eru virkir eigarar av, og sostatt landa teir fiskin til síni egnu virkir heldur enn onnur. Støðan er øðrvísi í t. d. Sandoynni, tí har eru eingi skip, sum hoyra til virkir, og tískil fær tað virkið, ið er í gongd í dag, nærum ongan fisk. Møguleikin, sum var fyri at keypa á uppboðssøluni er ikki til meira, og tískil er hesin møguleikin, sum Sandoyggin og onnur høvdu, púra vekk, tá ið kravið var um, at ein triðingur skuldi fara um uppboðssøluna, sigur hann.
Løgtingsmaðurin vísir á, at landið stuðlaði Sandoyarætlanini fyri nógvum árum síðani við góðum tveimum milliónum, og nógv av hesum peningi hevur landið fingið aftur t.d. umvegis skatt.
– Um flakavirkini detta heilt niður fyri, so er ein stórur trupulleiki runt í landinum og Sandoynni við, og hetta kann verða torført at gjøgnumskoða. Tí átti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum gjørt alt fyri, at flakavirkini bæði í Sandoynni og aðrastaðni sleppa í gongd aftur, tí hesi eru í veruleikanum stór arbeiðspláss, heldur Gerhard Lognberg.
Hann sigur eisini, at upplýst er, at størsti trupulleikin í tilgongdini við at keypa frystan fisk er at fíggja fiskin frá tí, at hann er keyptur, eitt nú í Noregi, og til hann er liðugt viðgjørdur í Føroyum og seldur aftur.
– At landið stuðlar hesi mannagongd fer ikki at verða ein útreiðsla fyri landið, men ístaðin ein stór inntøka, tí at fólk sleppa aftur til arbeiðis á virkjum bæði í Sandoynni og aðrastaðni við, og harvið koma fleiri fólk at rinda skatt bæði til land og kommunu, heldur enn at vera í t.d. ALS skipanini, sigur hann.
Skráin fyri tingfundin í dag, sum byrjar klokkan 11, er hendan:
1. 3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 21/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
2. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 17/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2013-2
3. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 56/2013: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2013
4. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 59/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung Málið verður beint í Trivnaðarnevndina
5. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 60/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framhaldandi dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá apoteksverkinum Málið verður beint í Fíggjarnevndina
6. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 61/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja vardar bústaðir í Norðoyggjum og Eysturoy til fólk við serligum tørvi Málið verður beint í Fíggjarnevndina
7. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 62/2013: Uppskot til samtyktar um stuðul til keyp av triðjalandsfiski ella norskum fiski Málið verður beint í Vinnunevndina
8. Skrivligur fyrispurningur: nr. 15/2013: Svar upp á skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi førleikameting og førleikamenning
9. Framløga