Alt summarið ígjøgnum er fult av fólki í Leguhúsið í Nesvík. Í gjár endaði tann seinasta av summarlegunum fyri børn í Nesvík. Einki er í húsinum sjálva ólavsøkuna, men hósdagin byrjar ein familiulega, [...] hava nýggju summarlegur fyri børn verið í summar. Sjey av teimum hava verið í Nesvík, meðan hinar báðar hava verið í Sørvági og Hvalba. Ein lega skuldi eisini vera í Dali, men hon varð avlýst vegna ov lítla [...] nin hevur í nógv ár roynt at spjatt summarlegurnar út ymsastaðni í landinum, og tað er ætlanin eisini framyvir, sigur Leila. Í øllum førum so leingi tørvur er á tí, sigur hon. Hon ivast tó í, um lega verður
hevur ilt við at fylgja við ? Snopprikkur úr Hvalba var mannaður í høvuðsstaðnum ? og eysturbygdirnar í Eysturoy hava so at siga ikki verið við í kappingini í ár ? Erla Kongsdóttir hevur verið undantakið [...] undir FM kappingina í núverandi líki, hevur HR vunnið so nógvar róðrar á ólavsøku, sum teir gjørdu í fyrraárið. Fleiri í aðru røð Hjá havnarmonnum og annars kappróðrarhugaðum fólki í høvuðsstaðarøkinum [...] munni, at nú er tað bara í ítrótti og serliga í fótbólti og í kappróðri, at tað verður kappast. Eftir at kappróðrarárið 1998 er lokið kunnu vit staðfesta, at tað eru fleiri øki í landinum, sum ikki ella
gott í beinið. Endamálsorðingin í fólkaskúlanum er í sjálvum sær góð, tí í dag er ikki nóg mikið at fólk læra at lesa, skriva og rokna. Tey skulu mennast at vera sjálvstøðugir samfelagsborgarar í einum [...] stovna Føroyingafelag í Føroyum, við tí endamáli at varðveita føroyskt mál og siðir. Hetta var í 1888. Um hetta mundið livdi føroyskt mál í kvæðum og sum túnatos. Háskúlin ein varði Í 1899 kom Føroya Fó [...] ið byrjði í 1888, gjørdist harðari og drúgvari enn ein kundi rokna við. Tað gekk nærum hálv øld og ikki fyrr enn í 1938 bleiv føroyskt mál viðurkent sum undirvísingarmál í fólkaskúlanum og í 1939 sum kirkjumál
Hvalbingar hava ongantíð enn smakkað deymin av 1. deildarfótbólti á grasvøllinum í Hvalba, men teir droyma framvegis um at flyta upp. Higartil hevur tað ikki eydnast, men teir gera, hvat teir kunnu fyri [...] fremst komið suður fyri at verja tað, teir høvdu suður við. Í útgangsstøðuni vóru teir sera varnir, og tað var ikki ofta, at teir vóru frammi í brotstteiginum. Lars Müller, sum hevur verið uttanlands, verjir [...] tá Vilmund Mikkelsen var í hæddini. Bara eina ferð eydnaðist tað at fáa mál. Málskjútti var Njálur Niclasen, sum úr heilt stuttari fjarstøðu fekk eitt innlegg frá vongverjanum í høgru, Toirstein Thomsen
Hon hevur verið virkin innan kvinnurørsluna og var í síni tíð við til at stovna Húsmøðrafelagið í Klaksvík, tað fyrsta av sínum slag her heima. Hetta var í 1951. ? Tað var so øgiligur tørvur á at gera okkurt [...] til gentur at tæna í. Hentleikarnir vóru blivnir so nógvir, sigur Fanny Petersen ? Í Havn var ein donsk kvinna, Naina, ið testamentaraði ogn sína til hvíldarheimið, hon hevði skúla í nøkur ár. Aðalmálið [...] torvinum til allar knapparnar í dag. Og tann tíðin, tá alt varð gjørt í heiminum, ein fór ikki út at keypa klæðir ella nakað. Klæði kundi keypast, men ein mátti seyma alt sjálvur. Í dag er alt liðugt og grytuklárt
hesum endanum, og tíðliga á sumri í 1996 gjørdu vit uppskot til »Karmar um skeið í fiskaídnaði«, sum umfataði 5 styttri skeiðseindir í fiskaídnaði. Uppskotið varð gjørt í samráð við umboð fyri vinnuna, og [...] verið ein asta forðing fyri, at slík tilboð kunnu setast í verk. Í fjør kom ein lóg í gildi, sum heimildar landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at veita stuðul til m.a. menning av góðskuleiðarum og til [...] Fiskivinnuskúlin bjóðar í løtuni tvey og trý ára útbúgvingar til teirra, sum ætla sær eitt framtíðar starv í tí føroyska fiskaídnaðinum ella í alivinnuni. Fjøldin av teimum, sum starvast í vinnuni, hava húsalán
á grasvøllinum heima í Hvalba, meðan tað gongur meira striltið við at fáa nakað burtur úr á útivølli. Ein av heldur sjáldsomu útisigrunum fingu hvalbingar kortini, tá teir vitjaðu í Runavík um vikuskiftið [...] miðskeiðis í fyrra hálvleiki eftir eitt væl gjøgnumspælt álop heilt afturi frá verjuni, og Sasha Vukotic var seinastur á bóltinum. Royn spældi nógv við at senda bóltin úr verjuni heilt fram í álopið, og [...] Bólturin varð skallaður inn aftur í brotsteigin, og Sonni L. Petersen kundi púra leysur skora til 1-2. Men tíðin var runnin út, og Royn kundi fara suður um aftur við trimum stigum í viðførinum, meðan NSÍ ikki
líkist í nógvar mátar gerandisdegnum hjá føroyskum børnum. Í skúlanum, sum Alex gongur í, eru 733 børn. Í hennara flokki eru 30 børn. Í skúlanum, sum Jú gongur í, eru gott 300 næmingar, og tey eru 17 í flokkinum [...] Ferðast. Alex hevur verið fleiri staðni í USA, á Bahamas, Jameika og í Kanada. Jú hevur verið ymsastaðni í Brasilia, í USA, á Galapagos, Suðurafrika og ymsastaðni í Karibiska Havinum. Men hetta er fyrstu [...] sum hugtók tær sera nógv í Føroyum, vóru, teir smáu skúlarnir. Alex vildi verða púra býtt, tá ið hon slapp í skúlan í Sandvík at hyggja og fekk at vita, at tað gingu bara 14 børn í øllum skúlanum. Hetta vóru
væl móti HB í Gundadali, t.d. var 2-2 í fjør og 0-0 í 1995 (í 1996 var NSÍ í 2. deild). Síðsti HB sigurin var 3-0 í 1994, og í 1992 vann NSÍ 4-3. HB vann ikki minni enn 4-0 í Runavík fyrr í ár, m.a. við [...] við aftur í ár. Mest óvæntaða úrslitið í landskappingini higartil í ár var, tá VB 17. mai vann 2-0 í Gøtu. Nú eru nøkur ár síðani, at VB vann á heimavølli móti GÍ. Tað gjørdu teir í 1990 og í 1991, tá úrslitini [...] aðurin í Suðuroy, Óli Johannesen, er leikbannaður. Hinir spælararnir eru allir tøkir. TB hevur staðið seg hampuliga væl í Klaksvík nógvu tey síðstu árini. Í 1989 vóru teir í 2. deild og aftur í fjør. Hinar
foreldur teirra vóru boðin inn í stóru høllina í Eysturskúlanum og løtan byrjaði við at syngja »Ongum er so trygt at fara«. ? Fystuflokkarnir, sum byrjaðu í gjár eru teir 25. í røðini síðan Eysturskúlin lat [...] mann vorðin so stórur, at nú er skúlin næsta stig á lívsleiðini. Tað er nú, ein skal læra at lesa, rokna, skriva. Er ein so heppin, at svimjihylur er í skúlanum ella í grannalagnum, so sleppir ein eisini [...] at børnini gleða seg at sleppa í skúla. ? Ein abbi ringdi og spurdi meg, hvat var galið við skúlanum, tí abbadóttur hansara græt tí hon ikki slapp í skúla. Tá eg gekk í skúla, greiddi abbin Steingrími