1000 børn og ung á summarlegu hjá Heimamissiónini

? At tað koma fleiri børn á legu, kann hava fleiri grundir. Eitt er óivað, at vit hava gjørt meir við frítíðarvirksemi, sigur Leila Højgaard, barnaráðgevi hjá Heimamissiónini

Alt summarið ígjøgnum er fult av fólki í Leguhúsið í Nesvík. Í gjár endaði tann seinasta av summarlegunum fyri børn í Nesvík. Einki er í húsinum sjálva ólavsøkuna, men hósdagin byrjar ein familiulega, sum longu er fullteknað, og beint aftaná verða tvær summarlegur fyri ung. Á summarlegunum fyri børn (2. - 7. flokk) hava 800 børn luttikið og á summarlegunum fyri ung (7. - 10. flokk) hava longu næstan 100 tekna seg á hvørja legu.

Tá ið summarfrítíðin er av, hava sostatt uml. 1000 børn og ung verið á summarlegu hjá Heimamissiónini í summar. Og hetta talið er umframt leiðarar, kokkar og onnur hjálparfólk

Luttakatatalið til summarlegurnar er vaksið í mun til seinasta ár. Eini 40 fleiri eru til ungdómslegunar og eini 50 fleiri til barnalegurnar.

? Tað er ilt at siga, hvat sum ger, at fleiri børn eru á summarlegu, men eg rokni við, at ein grund er,at tað eru betri umstøður í samfelagnum sum heild, sum ger at foreldrini hava betri ráð at lata børnini fara til tiltøk sum kosta pening, sigur Leila Højgaard, barnaráðgevi hjá Heimamissiónini.

? Eitt annað, sum eisini hevur ávirkað nakað, er, at fótbóltskúlin var minni umfatandi í ár í mun til undanfarin ár. Vit hava eisini lagt meir dent á og gjørt meir burturúr frítíðarvirkseminum hesi seinnu árini, og eg haldi eisini, tað hevur givið úrslit.


Betri við neyvari aldursbýti

Tilsaman hava nýggju summarlegur fyri børn verið í summar. Sjey av teimum hava verið í Nesvík, meðan hinar báðar hava verið í Sørvági og Hvalba. Ein lega skuldi eisini vera í Dali, men hon varð avlýst vegna ov lítla undirtøku.

Heimamissiónin hevur í nógv ár roynt at spjatt summarlegurnar út ymsastaðni í landinum, og tað er ætlanin eisini framyvir, sigur Leila. Í øllum førum so leingi tørvur er á tí, sigur hon. Hon ivast tó í, um lega verður aftur á Sandoynni næsta ár.

Á barnalegunum hava børn frá 2. til 7. flokk møguleika at luttaka. Nakrar legur eru uppbýttar, so aldursmunurin ikki er so stórur. Tvær legur hava bara verið fyri børn í 2. og 3. flokki, tvær fyri børn í 4. og 5. flokki, ein fyri børn í 6. og 7. flokki, meðan á hinum legunum hava børn í øllum hesum aldrunum havt møguleika at luttiki.

? Vit hava ikki havt eftirmetingina enn, men tær legurnar, har ikki so stórur munur hevur verið á aldrinum á luttakarunum, hava gingið betri, haldi eg. Hetta meti eg, eftir at hava tosað við leiðararnar aftaná.


Maria er evnið

Evnið á summarlegunum í ár hevur verið Maria, móðir Jesu. Á bíbliutímunum hava børnini hoyrt og lært nógv um Mariu, og í heftinum hava tey loyst uppgávur, sum eru gjørdar bæði fyri eldri og yngri børn.

? Endamálið við summarlegunum er, at børnini fáa at hoyra Guds Orð, og at tey kunnu vera saman og uppliva ein andaligan felagsskap bæði í álvara og gaman, sigur Leila.