Tey allarflestu minnast aftur á dagin við einum smíli um varrarnar. Tað var øgiliga spennandi.
Fyrsti skúladagur er nakað heilt fyri seg.
Tað er tann dagurin, tá barnagarðurin ikki longur er nakað, tí nú er mann vorðin so stórur, at nú er skúlin næsta stig á lívsleiðini.
Tað er nú, ein skal læra at lesa, rokna, skriva. Er ein so heppin, at svimjihylur er í skúlanum ella í grannalagnum, so sleppir ein eisini at royna tað. Men tað hongur sjálvandi saman við hvønn skúla ein gongur í og hvar ein býr.
Í gjár var fyrsti skúladagur hjá ikki færri enn 758 føroyskum børnum um sjey ára aldur, og spenningurin lýsti úr eygunum á teimum.
Sosialurin var við til fyrsta skúladag á Eysturskúlanum og har syrgdi Steingrím Niclassen fyri, at allir teir 53 nýggju næmingarnir skuldu føla seg so væl sum tilber.
Allir næmingarnir og foreldur teirra vóru boðin inn í stóru høllina í Eysturskúlanum og løtan byrjaði við at syngja »Ongum er so trygt at fara«.
? Fystuflokkarnir, sum byrjaðu í gjár eru teir 25. í røðini síðan Eysturskúlin lat upp, og vit hava sungið henda sangin fyrsta skúladag á hvørjum ári. segði Steingrím Niclassen, skúla.
Hann beyð síðan børnunum at verða hjartaliga vælkomin í skúlan.
Steingrím greiddi børnunum frá, at einki av tí ræðuliga, sum børnini møguliga hava hoyrt um skúlan passar.
? Skúlin er sera nógv broyttur seinastu árini, og nú er tað so, at børnini gleða seg at sleppa í skúla.
? Ein abbi ringdi og spurdi meg, hvat var galið við skúlanum, tí abbadóttur hansara græt tí hon ikki slapp í skúla. Tá eg gekk í skúla, greiddi abbin Steingrími frá, tá græt eg tí eg skuldi í skúla....
? Jú, víst er tað broytt, og tit fara at hava tað gott í skúlanum segði Steingrím.
Foreldranna ábyrgd
Við foreldrini segði Steingrím at tað er teirra ábyrgd at syrgja fyri at børnini gera tað tey skulu.
? Tað er tykkara ábyrgd, at børnini eru úthvíld og mett tá tey koma í skúla. Tað er eisini tykkara ábyrgd, at børnini hava gjørt heimaarbeiði tá tey koma í skúla og tað er eisini tykkara ábyrgd, at børnini møta stundisliga, tá tey skulu í skúla, segði Steingrím.
Hann legði dent á, at hetta ikki var sagt fyri at snúgva sær undan ábyrgdini, men tí at nú byrjar eitt samstarv millum skúlan og foreldrini.
Tá hetta var liðugt rópti Steingrím næmingarnar til sín, ein og ein.
Hann tók í hondina á teimum og beyð teimum vælkomnum.
Onkur var, sum ikki var so stinnur, men teimum hjálpti hann væl á veg og tá dagurin í dag er farin aftur um, so eru hesi eins glað og øll hini fyri at verða byrjað í skúlanum.
Bilførarar
- ansið tykkum
Nú nýggja skúlaárið byrjar, verða vegirnir millum heim og skúla fyltir við børnum, sum skulu læra seg at klára seg sjálvi.
Tí er at vóna, at bilførarar, sum koyra hesar leiðir, fara at vísa stórsta varsemi, mótvegis hesum smáu.
Fyri at vísa bilførarunum at her gongur ein »nýggjur« skúlanæmingur fingu allir eina kepp frá Ráðnum fyri ferðslutrygt og MBM við áskriftini: »Ansa eftir mær«.
So er at vóna at bilførararnir fara at gera, sum børnini biðja teir um.
Og í morgun byrjaði skúlaárið hjá teimum smáu av álvara.










