ÓLAVSØKAN hesuferð er síðsta ólavsøkan í hesi øld. Nú eru skjótt túsund ár liðin síðan vit í norðurlondum fóru at vekja náttina Ólavur Heilagi doyði. Eftir boðum hansara fór Sigmundur til Føroya at kristna [...] kristna føroyingar, og næsta ár skulu vit hátíðarhalda, at túsund ár eru liðin, síðani Føroyar vórðu kristnaðar. TAÐ, at føroyingar eru teir einastu, sum av álvara halda ólavsøku, sigur okkum nakað um siðaarv [...] tjóðini í Havnini, so eru aðrir partar av ólavsøkuni ein stór skomm fyri eina mentaða tjóð. Hugsað verður fyrst og fremst um tann ovurhondsstóra drykkjuskapin, ið hevur við sær, at fólk rulla í gøtunum ella
Men ein kann eisini venda einum slíkum spurnngi á høvdið og siga, at uttan ætlanir, eru eingir pengar, tí ætlanir eru neyðugar, til tess at fáa politikkararnar at skilja týdningin, og Jóannes Dalsgaard [...] kjarnorku í Føroyum, og at menniskju vóru ynskt sum arbeiðsmegi heldur enn maskinur. Hesi punkt vístu, at føroyingar ikki eru so ólíkir øðrum vestureuropearum. Føroyingar vildu hava ein suverenitet, sum Kjartan [...] góðskugóðkenning Petur Joensen frá Oljufyristitingini tosaði um tey nógvu tíðarskeiðini, ið eru í oljuvinnu. Sum nú er eru Føroyar í leitiskeiðnum. Um vit nakrantíð koma longur til onnur skeið, eitt nú boriskeiðið
knænum, og tað er ikki vist, at hann spælir í morgin. Uppmøtingin til venjing hevur ikki verið so góð í hesi vikuni, tí fleiri spælarar hava verið á ólavsøku. HB vann í fyrsta umfarinum 2-0 í Gundadali. B71-GÍ [...] eitast at hava frí frá venjing, men teir báðar dagarnar spældu teir á varmakeldu í Fuglafirði. Hjá B71 eru teir somu spælararnir tøkir, sum vóru við til at manna liðið undan summarsteðginum. Undantakið er Hans [...] á grasið á Svangaskarði. Toftamenn hava vant nógv á grasinum í summar. Allir fýra brasiliumenninir eru framvegis á Toftum. Lusio varð illa skaddur, tá B68 í fyrsta umfarinum tapti 5-0 í Klaksvík, men nú
frammi í kappróðrarprátinum, at tað hevur ikki borið til at sæð, hvør veruligi dugurin er í manningini á Eysturoyingi, tí teir hava hesi bæði árini, síðani teir fingu nýggja bátin, ongantíð verið hóttir [...] aðrari kapping. Í renning og súkkling kunnu líkindini spæla inn, meðan umstøðurnar í svimjing altíð eru tær somu. Í kappróðri verður ikki gjørt nógv við at sammeta avrikið í einum róðri við tey í øðrum róðrum [...] munninum. Fyri at tað skal vera hugaligt og spennandi, so verða nýggj mál sett. Umborð á Eysturoyingi eru teir óførir at seta sær mál, og undan ólavsøku hoyrdu vit, at eitt av málunum hjá teimum var at taka
Kingoløg (Gomul Føroysk Sálmaløg) - men um fólk hevur dugað hesi føroysku sálmaløg frá barnaárum, ella um Waagstein og Sangfelagið lærdu meinigheitina hesi løg av nýggjum, ber ikki til at siga í dag. [...] fyrstu ferð, at føroyingar hoyra hesi gomlu, føroysku sálmaløgini harmoniserað. Miðskeiðis í farnu øld maltrakteraði danska tónaskaldið Henrik Rung Óluvukvæðið - men annars eru, tað eg veit, eingir nótar at [...] kunnu vit bert gita, hvat ið fyrisfórst. Sum vera man fæst meira at vita um okkara egnu øld, tí enn eru kórsangarar á lívi, um hva sungið í kirkjukóri hjá Jógvani Waagstein - eitt nú á ólavsøku. Stutt fyri
var væl, at vit høvdu klárað at hildið hendan siðin øll hesi árini. ? Tað at koma til Havnar; er ikki bara nakað, sum hendir. ? Tað eru vit øll, hvør einstakur av okkum, sum er við til at gera Ólavsøkuna [...] kappróðri, so fær man tíðina at ganga við at tosa við fólk og hugna sær. Men løgtingsmaðurin helt, at hóast ítrótturin hevur ment seg ómetaliga nógv hesi seinastu mongu árini - so mugu vit ikki gevast her [...] kann ikki gerast upp í pengum - fólk gera tað av áhuga og av felagskenslu - og soleiðis eigur tað eisini at verða. Við góðum treysti Løgtingsmaðurin vísti á, at í dag eru føroyingar ein framkomin fiskivinnutjóð
ikki mett ráðiligt at lækka fiskidagatalið komandi fiskiár av hesi orsøk. ? Økisfriðingarnar hava stóran týdning saman við fiskidøgunum, og eru tær stongdu leiðirnar víðkaðar, serstakliga fyri gýting. Í [...] tilsamans 203 fiskidagar á innaru fiskidagaleið komandi fiskiár. Hetta er grundað á royndina hjá teimum á hesi leið í 1995 og 1996. Nevndin mælir harumframt til, at gjørd verður ein skipan fyri fiskidagatal hjá [...] er millum Føroyar, Ísland og Grønland, hvussu stóran part av kongafiska- og svartkalvatilfeinginum hvør parturin eigur. Men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, heldur ikki, at hetta í
arbeiða á fiskavirki, men sum eru partvís arbeiðsleys. Harumframt fáa tey, sum eru í ALS bara 70% í stuðuli av tí, sum tey hava forvunnið seinastu 12 mánaðirnar. ? Tvs, at tað eru fólk, sum arbeiða á Fiskavirking [...] um tíman Tað eru summi sum halda, at verður útgjaldið hækka uppí 90% av eini arbeiðsmannaløn, verða tað mong, sum ikki fara at tíma at fáa sær arbeiði? ? Tað haldi eg ikki. Øll vanlig fólk fara altíð at [...] arbeiðaraløn og tað er ikki so nógv at liva av, at fólk ikki heldur vilja hava meir. ? Harumframt er tað nógv, sum framvegis ikki fáa arbeiði, tí at tað eru øki í landinum, har onki arbeiði er, hvussu tey
galið, sigur Rólant Poulsen, at tað er líka við, at trolararnir eru bíligari í rakstri, so leingi oljuprísirnir eru so lágir, sum teir eru nú. Rólant Poulsen vísir á, at tað er sera umráðandi, at uppboðssølan [...] Hesi línuskipini, sum nú eru í føroyska flotanum, verða helst tey seinastu yvirhøvur, heldur ein línuskipari. Rólant Poulsen, skipari á Morgunstjørnuni, sigur, at tað er ikki svartskygni, tá hann sigur [...] Vesturlandi er tann sama, sum var við skipinum, áðrenn eigaraskiftið. Við Vesturlandi eru 10 mans, meðan teir eru 14 við Morgunstjørnuni. Sum í 801unum Morgunstjørnan eigur 11 fiskidagar eftir undir Føroyum
pláss fyri 15 alkoholikarum. 900 eru edrú Ingi Mohr sigur, at nógv avvarandi hjá drykkjufólki venda sær til stovnin í hesum døgum við tí fyri eyga at fáa hesi, sum tey eru góð við, í viðgerð. Fyrstu avl [...] Ólavsvøku, og nú farið er at fjara í kagganum, og nógv eru komin í uppisetur, verður Velbastaður dúgliga vitjaður. Niðurundirkomin og í djúpari sálarkvøl hava hesi leitað sær bjarging úti á Heilbrigdi á Velbastað [...] Ólavsvøkuni sóust longu mánamorgun, tá fimm fólk góvu seg upp í hendurnar á royndu starvsfólkunum á Heilbrigdi. Tey á Heilbrigdi fegnast um, at tað tykist, sum fólk ikki longur halda tað vera skomm at fara