Nú kappróðrarárið 1999 er liðugt ber til at staðfesta, at tvey ára gamli Eysturoyingurin hevur luttikið í tólv FM róðrum, og at teir hava vunnið allar ferðirnar. Hetta hevur borið 84 stig og tvey FM heiti við sær.
Nú er málið hjá Eysturoyingi at vinna allar róðrarnar komandi ár og harvið at vinna øll ferðasteypini, sum tað verður kappast um á teimum seks stevnunum og í FM kappingini, til ognar. Fyritreytirnar fyri hesum tykjast at vera góðar, tí tað frættist, at flestu ella nærum allir teir, sum hava verið við í fjør og í ár, ætla at leggja til brots aftur komandi ár.
Vóru kroystir
Tað hevur ofta verið frammi í kappróðrarprátinum, at tað hevur ikki borið til at sæð, hvør veruligi dugurin er í manningini á Eysturoyingi, tí teir hava hesi bæði árini, síðani teir fingu nýggja bátin, ongantíð verið hóttir.
Hetta var rætt fram til á ólavsøku. Hesa ferð gav Vestmenningur eysturoyingum so stóra kapping, sum tað ber til, og tað var ikki fyrrenn heilt stutt úr málinum, at Eysturoyingurin tók Vestmenningin, sum hevði verið fremstur mest sum alla tíðina.
Í undanfarnu kappingum hava vestmenningar verið plágaðir av, at teir hava havt vánaligar startir. Í øllum hinum fimm FM róðrunum hevur tað eydnast eysturoyingum á fyrstu tvey hundrað metrunum at lagt hinar bátarnar tað mesta av einari bátslongd afturum seg, og tá vestmenningar heldur ikki hava verið millum teir fremstu av teimum næstu, so hevur stríðið verið meiri enn nógv at vinna tað, sum teir hava mist í startinum, innaftur, og tað hevur aftur havt við sær, at teir ongantíð hava hótt Eysturoyingin, sum hevur verið fullkomuliga suverenur og hvørja ferð hevur verið leysur av hinum bátunuum.
Vestmenningar hava alla tíðina sagt, at teir hava tikið lut í kappingini, tí teir hava roknað við møguleikanum, at tað skuldi eydnast teimum at basa Eysturoyingi, og á ólavsøku var tað um reppið, at tað eydnaðist. Tá málið var hálvrunnið, var Vestmenningurin eina hálva bátslongd undan Eysturoyinginum, og hóast teir umborð á Eysturoyinginum royndu og fleiri ferðir løgdu framat fyri at taka Vestmenningin, so tóktist tað sum um at vestmenningar høvdu hug at renna undan, men í evstu løtu eydnaðist tað FM vinnaranum at vinna, og munurin gjørdist ein stórur skutur. Vestmenningur vann á ólavsøku í 1997, og Eysturoyingur vann í fjør.
Umborð á Eysturoyingi ásanna teir, at teir vóru kløkkir, at vestmenningar góvu teimum ein so skarpan gang hesa ferð, og samstundis gleðast teir um, at tað eydnaðist at vinna, og harvið at seta met. Síðani FM kappingin í kappróðri fekk tað skap, sum hon nú hevur, er tað ongantíð komið fyri áður, at ein og sami bátur hevur vunnið allar róðrarnar í einum ári.
Metini
Tá talan er um svimjing, renning, súkkling og aðrar einstaklingakappingar á landi, so er tað lætt at sammeta avrikini í einari kapping við tey í einari aðrari kapping. Í renning og súkkling kunnu líkindini spæla inn, meðan umstøðurnar í svimjing altíð eru tær somu.
Í kappróðri verður ikki gjørt nógv við at sammeta avrikið í einum róðri við tey í øðrum róðrum. Og tá vit nú ditta okkum at nevna hetta, so royna vit at hava tunguna mitt í munninum. Fyri at tað skal vera hugaligt og spennandi, so verða nýggj mál sett. Umborð á Eysturoyingi eru teir óførir at seta sær mál, og undan ólavsøku hoyrdu vit, at eitt av málunum hjá teimum var at taka metið fyri ólavsøkuróðurin, sum Skálabáturin setti í 1992. Hetta eydnaðist ikki. Á ólavsøku fyri seks árum síðani vann Skálabáturin við 3.52.00. Eysturoyingur hevði á ólavsøku í ár tíðina 4.03.21.
Undan ólavsøku nevndu vit, at líkindini hava nógv at siga, tá tosað verður um tíðir og met, og ivaleyst vóru fyritreytirnar at seta met í 1992 framúr góðar, tí í øllum kappingunum á ólavsøku hetta árið vóru met sett uttan í kappingini millum 6-mannafør við monnum.
Men tað er merkisvert, at tíðirnar fleiri onnur ár hava verið betri, enn tær vóru á ólavsøku í ár. Skálabáturin vann øll árini frá 1991 og til og við 1995, og tað var bara, tá hann vann síðsta sigurin, at hann brúkti omanfyri fýra minuttir um teinin. Í 1982 vann Havnarbáturin við 3.58.1, og tíðirnar hjá Nólsoyinginum í 1984 og Havnarbátinum í 1996 vóru eisini betri, enn tíðin var hjá Eysturoyinginum í ár.
Og so kunnu vit leggja afturat, at tá Eysturoyingurin vann á ólavsøku í 1988, var tíðin betri, enn hon var í ár. Í 1988 vann gamli Eysturoyingur á ólavsøku við tíðini 4.02.6, og tað vil siga, at teir ta ferðina róðu 0.6 sekund skjótari, enn teir umborð á nýggja Eysturoyinginum vóru hesa ferð. Okkum kunnugt er málið tað sama, sum tað var tá, men um onkur veit okkurt annað um hetta, so eru tey væl komin at gera vart við seg.
Útlendsku avbjóðingarnar
Nú verða kappróðrarbátarnir drignir í neystini, og har fara teir at standa í átta mánaðir. Vanligt er at teir verða flotaðir aftur flaggdagin.
Eysturoyingurin fer at standa betri, enn hann hevur gjørt undanfarin ár, tí nú er nýggja neystið á Glyvrum inniloka. Men manningin á Eysturoyingi ætlar sær ikki at hvíla seg til eina ferð í apríl komandi ár. Amerada Hess bjóðar framvegis FM vinnaranum í kappingini millum 10-mannafør niður á Scillyoyggjarnar at taka lut í altjóða kapping, og manningin á Eysturoyingi ætlar sær at taka av. Teir stóðu seg so mikið væl í kappingini í vár, at teir halda, at teir komandi ár hava møguleika at blanda seg í stríðið um bestu plássini, og um líkindini vera til tað, so ætla teir í vetur og tíðliga komandi vár at gera so nógv við venjingina í hesum serliga slagnum av kappróðrarbáti, sum tað ber til.
Tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at gangast, tí tað er altíð hugaligt at fylgja ítróttarfólkum, sum seta sær nýggj og høg mál, og sum gera nakað við tað fyri at røkka málunum. jh