Nógv fáa bara 10 - 12 kr. um tíman at liva av

? Tað er langt úti, at øll tey arbeiðsleysu skulu revsast, bara tí at ALS-stýrið møguliga heldur at einstakir arbeiðsgevarar misbrúka skipanina, sigur hon

?Inngjaldið til ALS skipanina skal ikki lækka.

IngeborgVinther, formaður í landsins størsta fakfelag, Føroya Arbeiðarafelag, er ikki samd við formanninum í ALS stýrinum, Karini Kjølbro.

Í samrøðu við Sosialin herfyri segði Karin Kjølbro, at tað hevði stóran týdning at ALS styrkti seg so mikið fíggjarliga, at hon kundi klára at taka eitt slíkt arbeiðsloysisskrædl á seg sum tað fyrst í nítiárunum.

Men tá ið ALS skipanin er blivin nóg sterk til tað, heldur stýrisformaðurin, at inngjaldið til ALS eigur at verða lækkað.

Í løtuni betala løntakarar og arbeiðsgevarar 2% í part av lønini til ALS.

Men verður gjaldið lækkað, skuldi tað givið rúmd fyri at brúkt tey prosentini, sum inngjaldið til ALS lækkaði við, til onnur, sosial endamál, eitt nú barnsburðargrunn, heldur Karin Kjølbro.


Samd-og ósamd

Ingeborg Vinther er bæði samd og ósamd við stýrisformannin í ALS.

Hon er samd í, at tað er alneyðugt, at ALS verður styrkt fíggjarliga, so at skipanin verður klárar at svara sínar skyldur, hóast ein kreppa skuldi tikið seg uppaftur, sum tann ið var fyri nøkrum árum síðani.

? Eg sat í ALS stýrinum tá, og eg má siga, at slíkt vil eg ikki, at verkafólk, ella nakar annar, skal uppliva aftur, har í ALS mangan ikki hevði pening til næsta útgjaldið

Hinvegin er Ingeborg Vinther als ikki samd í, at tað er rætt at lækka inngjaldið til ALS so hvørt, sum skipanin styrknar fíggjarliga.

? Eg haldi, at inngjaldið upp á tvey prosent, sum nú er, skal varðveitast.

? Ístaðin fyri at lækka inngjaldið, eigur ALS heldur at brúka peningin til at bøta um korini hjá teimum arbeiðsleysu.

?Eitt nú kundi útgjaldið verðið hækkað úr 70% av eini arbeiðaraløn, sum tað er nú, uppí 90%.

Harafturat kundi ALS so lagt størri orku í sett aktiveringsskipanir í verk fyri at fingið arbeiðsleys í vinnu aftur.

? Eitt nú kundi skipanin hjálpt arbeiðsleysum í holt við eina útbúgving.

Ingeborg Vinther sigur, at hon vildi nógv heldur, at ALS brúkti sín pening til slík tiltøk, heldur enn at lækka gjaldið fyri at leysgeva pening til endamál, ið onki sum helst hevur við arbeiðsloysisskipanina at gera.

Somuleiðis skuldi ALS roynt at gjørt tað lættari hjá teimum, sum fáa arbeiði eina tíð, at komið upp í aftur skipanina, tí tað er mangan eitt stríð at koma uppí ALS aftur, hjá tí, sum hevur verið nakrar fáar tímar til arbeiðis. Í tí sambandi kundi ALS verið nógv liðiligari


Onki við ALS at gera

Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag heldur sostatt, at ALS skal varðveita inngjaldið og at peningurin skal ikki brúkast til nakað annað, enn til endamál, sum hoyra undir ALS.

? Og barnsburðargrunnur og onnur sosiali tiltøk, hava onki við ALS at gera.

? Ein barnsburðargrunnur er ein samfelagsuppgáva, sum eigur at verða loystur uttanfyri ALS-skipanina.

? Men skulu partarnir á arbeiðsmarknaðinum verða við til at fíggja ein slíkan grunn, skal tað gerast uttanum ALS. Men tað er óneyðugt at rokna við prosentum í inngjaldið.

? Eg haldi, at inngjaldið kundi heldur snúð seg um promillu, tí tað hevði verið nóg mikið, um bæði løntakarar og arbeiðsgevarar betala í ein slíkan grunn.


Skal umsitast av arbeiðsmarknaðinum

Ingeborg Vinther heldur annars, at tað hevur stóran týdning, at ein barnsburðargrunnur verður gjørdur í samráð við fakfeløgini.

? Tað ber ikki til at gera tað uttanum fakfeløgini, hvørs linir koma at brúka grunnin.

? Men tað, um hevur minst líka stóran týdning er, at tað verða partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum sleppa at umsita grunnin.

? Grunnurin skal umsitast av landsstýrinum ella nøkrum øðrum almennum stovni.

? Verða tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum skulu fíggja grunnin, verða tað eisini teir, sum skulu umsita hann og hann skal verða fullkomiliga óheftur av tí almenna.

? Tí avleiðingarnar av at lata tað almenna umsita hann, kenna vit alt til.

? Verður tað onkur almennur stovnur, sum skal umsita hann, verður grunnurin ein politisk kastibløka, har inngjald og útgjald verða hækka, alt eftir, hvussu tað politiska rákið er.


Fáa 10-12 kr. um tíman

Tað eru summi sum halda, at verður útgjaldið hækka uppí 90% av eini arbeiðsmannaløn, verða tað mong, sum ikki fara at tíma at fáa sær arbeiði?

? Tað haldi eg ikki. Øll vanlig fólk fara altíð at royna at fáa sær arbeiði.

? Og vit skulu eisini minnast til, at, at tað er hóast alt ikki meiri enn 90% av eini arbeiðaraløn og tað er ikki so nógv at liva av, at fólk ikki heldur vilja hava meir.

? Harumframt er tað nógv, sum framvegis ikki fáa arbeiði, tí at tað eru øki í landinum, har onki arbeiði er, hvussu tey so leita.

IngeborgVinther heldur eisini, at eitt, sum avgjørt kundi trongt til hjá ALS av bøtt um, er korini hjá teimum, sum arbeiða á fiskavirki, men sum eru partvís arbeiðsleys.

Harumframt fáa tey, sum eru í ALS bara 70% í stuðuli av tí, sum tey hava forvunnið seinastu 12 mánaðirnar.

? Tvs, at tað eru fólk, sum arbeiða á Fiskavirking, sum ikki fáa meiri enn 10-12 krónur um tíman, tá ið onki arbeiði er á fiskavirkinum.

Somuleiðis eru tað mong, sum fáa 20-25 krónur um tíman.

? Tað mesta, ein kann fáa frá ALS er 54 krónur um tíman, men tað er bara tey, sum hava havt fult arbeiði frammanundan.

Ingeborg Vinther sigur, at eftir hennara tykki er stuðulin frá ALS tí ikki størri enn so, enn at tað altíð eggjar fólki til at finna sær arbeiðið, eisini hóast útgjaldið bleiv eitt sindur sømiligari.

?Somuleiðis er støðan so, at tann, sum fyrst hevur brúkt allar sínar dagar sleppur ikki í ALS aftur, fyrrennn tvey ár eru farin. ? Tað er eisini ein skipan, sum átti ver verði broytt.

? Tað sigur seg sjálvt, at tað er ongin ynskistøða at vera í at vera í ALS.


Ætla at gera umstøðurnar enn verri

Ingeborg Vinther sigur, at tað nú er serliga hugstoytt, at stýrið fyri ALS hevur í hyggju at gera umstøðurnar hjá teimum, sum arbeiða á fiskavirkjum enn verri enn tær eru.

Tað, hon sipar til, er, at stýrið ætlar at seta eina kunngerð í gildið fyri tey, sum arbeiða á fiskavirkjum.

Fakfeløgini, sum hava limir á fiskavirkjunum hava viðgjørt kunngerðina og eru hart ímóti at hon verður sett í verk.

? Og fer at gera umstøðurnar hjá teimum, sum arbeiða á fiskavirkjum heilt álvarsliga nógv verri, enn hon er nú, siga feløgini, sum eru Føroya Arbeiðarafelag, umframt arbeiðsmanna og arbeiðskvinnufeløgini í Havn og í Klaksvík.

Ingeborg Vinther sigur, at lógin hevur virkað væl, uttan nakra kunngerð, og at tað er óneyðugt at koma við nakrari nú.

?Hevur stýrið varhugan av, at einstakir arbeiðsgevarar misbrúka skipanina við at hava ov nógv fólk í skipanini, skuldi stýrið fingið skil á tí, heldur enn at sett tiltøk í verk, sum revsa øll, sum arbeiða á fiskavirkjum.

Í útvarpinum hevur stýrisformaðurin undrast á, at útgjaldið til arbeiðsleys er enn líka høgt sum, sum tað var, tá ið ringast stóð til, hóast met fiskiár.

Men tað heldur Ingeborg Vinther er onki at undrast á.

? Orsøkin er tann heilt einfalda, at tað er onki arbeiði.

? Nógv virki senda fløkini fesk av landinum og tað gevur bara arbeiði ein, tveir dagar um vikuna. ? Harafturat kemur, at nógvur fiskur fer ívirkaður av landinum

Fakfeløgini siga í viðmerkingum til kunngerðina, at tey halda, at stýrið í vissum førum fer út um sínar heimildir.

? Fer stýrið kortini at royna at seta kunngerð í gildi, sum heilt ella partvíst er í stríð við lógina, fara fakfeløgini at kanna møguleikarnar fyri at fáa dómstólarnar at staðfesta, um kunngerðin er ógyldug ella ikki.

? Eitt, sum feløgini eru misnøgd við, er, at í kunngerðini ætlar stýrið at útgreina, hvat er fiskavirki og hvat er ikki fiskavirki.

?Stýrið hevur øll árini góðkent, at fskavirkisskipanin ikki bara fevndi um virki, at verulig fiskavirking fór fram.

? Tí ber ikki til nú at gera kunngerð, sum fullkomiliga kollveltir skipanina, siga fakfeløgini.

Somuleiðis er stór misnøgd við, at ætlanin er at tað skal standa í kunngerðini, at bara tey koma undir skipanina, sum verður sendur heim vegna tørvandi rávøru.

? Tvs, at arbeiðsleys á virkjum við rávørugoymslu koma ikki undir skipanina.

? Í nógvum førum er tað so, at virki kunnu liggja still, hóast tey hava rávøru á goymslu, og vit kunnu undir ongum umstøðum góðtaka, at arbeiðsfólk á teimum virkjunum verða slept upp á fjall, soleiðis sum ætlaða kunngerðin leggur upp til, siga fakfeløgini.

? Samanumtikið ger kunngerðin í høvuðsheitum, at støðan hjá teimum, versnar heilt álvarsliga.

? Tað kann neyvan vera endamálið hjá stýrinum at gera umstøðurnar hjá arbeiðsleysum verri og at skerja teirra rættindi, siga fakfeløgini, sum tí vilja koma á tal við stýrið um ætlaðu kunngerðina.

Tíu tey vísa á, at hvørki stýrið, ella leiðslan í ALS hava greitt feløgunum frá, hví tað er neyðugt við eini slíkari kunngerð.