Hesi línuskipini, sum nú eru í føroyska flotanum, verða helst tey seinastu yvirhøvur, heldur ein línuskipari.
Rólant Poulsen, skipari á Morgunstjørnuni, sigur, at tað er ikki svartskygni, tá hann sigur so. Hetta er bara tann óhugnaligi veruleikin, sigur hann.
Rólant Poulsen vísir á, at tað er bara tann góði fiskiskapurin saman við teimum ókendu prísunum seinastu tíðina, sum hava hildið flotanum uppi.
Fellur prísurin aftur til tað, hann var fyri nøkrum árum síðan, býður skipunum ikki bøtur, sigur Rólant Poulsen.
Tað er nevniliga rættiliga dýrt at fiska við línu. Agnið kostar einar 10 - 11 krónur kg. Og reiðskapurin er nógvur.
Fyrr dróg ein línubátur einar 18.000 húkar dagliga. Í dag eru egningarmaskinur umborð allastaðni, so nú tosa vit um 40.000 húkar.
Og tað er greitt, at har gongur nógv agn. Umframt sjálvan reiðskapin, sum skal til.
Tað er so galið, sigur Rólant Poulsen, at tað er líka við, at trolararnir eru bíligari í rakstri, so leingi oljuprísirnir eru so lágir, sum teir eru nú.
Rólant Poulsen vísir á, at tað er sera umráðandi, at uppboðssølan verður verðandi.
Verður hon burtur, fer prísurin í botn aftur, er hann púra sannførdur um.
Og so liggur flotin við brestin.
Morgunstjørnan hevur tó ikki selt gjøgnum uppboðssøluna hjá Fiskamarknaðinum.
Grundina til tað sigur Rólant Poulsen vera, at har er stutt sagt ikki pláss á Toftum.
Tað er soleiðis, sigur hann, at har eru ávís skip, sum landa fast.
Sum dømi nevnir hann, at hann veit um skip, sum hevur landað fastan dag í viku alt seinasta heyst og allan vetur.
Hinvegin ger Fiskamarknaðurin, at aðrir, sum keypa fisk, noyðast at halda tann prísin, uppboðssølan gevur. Soleiðis virkar uppboðssølan eftir ætlan.
Morgunstjørnan landar til Norðís. Eiðismenn eru við, so tað er eisini høgligari, vísir skiparin á.
Stór umvæling
Í løtuni liggur Morgunstjørnan við bryggju á Eiði, har størri umvæling er gjørd.
Alt er tikið innan úr lastini, sum er bjálvað og klædd við plátum av nýggjum.
Eisini er afturmasturin skift. P/F Hydro Tech á Eiði hevur gjørt nýggja mastur.
Tann gamla var so ring, sigur Rólant Poulsen, at teir hildu ikki, tað var rætt at fara undir ein nýggjan vetur við henni.
Nú hendan umvælingin er liðug, eru bara kømurini eftir at gera av nýggjum. So er skipið sum nýtt.
Tá verður tað sum við troyggjuni, maðurin kom aftur av skipi við á sinni. Konan vildi koyra burtur, tí hon var so vánalig. Tað helt hann ikki.
»Fær hon nýggjan bul og nýggjar ermar, er hon sum nýggj.«
Soleiðis er allur línuflotin at kalla í dag, sigur Rólant Poulsen. Í rættiliga góðum standi.
Gott gamalt
Morgunstjørnan er fyrsta stálskipið, sum er smíðað í Føroyum. Men nú er mestsum bara skrokkurin eftir.
Men hann er aftur fyri heilt góður, sigur Rólant Poulsen, skipari.
Í fjør varð hann tjúktarmáldur. Og komið varð fram til, at har, skrokkurin er tynstur, er hann tjykri enn tey nýggju skipini, har tey ery sverast.
Rólant Poulsen letur væl at rakstrinum. Teir eiga skipið, og tað ger tað sjálvandi nógv lættari at reka.
Sjálvur, sigur hann, hevði hann ikki hættað sær at keypt ella smíðað nýtt.
Teir, sum eiga Morgunstjørnuna hava annars nýliga keypt eitt skip aftrat.
Tað er Vesturland, sum roynir eftir svartkalva við gørnum.
Rólant Poulsen sigur, at teir hildu ikki, at tað var rætt at hava tvey skip í somu drift, og tí heldur Vesturland fram við gørnum.
Tað hevur gingið hampiligt hjá teimum eisini, sigur Rólant Poulsen.
Manningin á Vesturlandi er tann sama, sum var við skipinum, áðrenn eigaraskiftið.
Við Vesturlandi eru 10 mans, meðan teir eru 14 við Morgunstjørnuni.
Sum í 801unum
Morgunstjørnan eigur 11 fiskidagar eftir undir Føroyum í hesum fiskiárinum, umframt ein íslandstúr.
Teir ætla at fara undir Føroyar fyrst og síðani til Íslands, nú umvælingin verður liðug.
»Um vit sleppa avstað«, sigur Rólant Poulsen.
Hann sigur, at tað er so galið vorðið, at tað fæst mestsum ikki fólk at arbeiða upp á skipið.
Teir hava haft trupulleikar við at fáa skipið málað, sigur hann. Spurt hevur verið í fleiri støðum, men teir bera seg undan. Hava ov nógv at gera, ella ov lítið fólk.
Tað er sum í áttatiárunum, tá arbeiðsfólk varð innflutt aðrastaðni frá.
Rólant Poulsen sigur frá, at onkur, hann hevur havt samband við, hevur beinleiðis tosað um at fáa polakkar hendanvegin at arbeiða, fyri at fáa nøktað eftirspurningin.