ÓLAVSØKAN hesuferð er síðsta ólavsøkan í hesi øld. Nú eru skjótt túsund ár liðin síðan vit í norðurlondum fóru at vekja náttina Ólavur Heilagi doyði. Eftir boðum hansara fór Sigmundur til Føroya at kristna føroyingar, og næsta ár skulu vit hátíðarhalda, at túsund ár eru liðin, síðani Føroyar vórðu kristnaðar.
TAÐ, at føroyingar eru teir einastu, sum av álvara halda ólavsøku, sigur okkum nakað um siðaarv, støðufesti og mentan føroyinga. Ólavsøkan er so seinni eisini vorðin tjóðarhátið okkara.
MEN samstundis, sum partur av ólavsøkuni er so hátíðarligur, at aðrar tjóðir misunna okkum fyri, at vit kunnu savna helvtina av allari tjóðini í Havnini, so eru aðrir partar av ólavsøkuni ein stór skomm fyri eina mentaða tjóð. Hugsað verður fyrst og fremst um tann ovurhondsstóra drykkjuskapin, ið hevur við sær, at fólk rulla í gøtunum ella liggja avdottin á alfaravegi ella í skýmaskotum.
HETTA skal ikki takast sum ein peikifingur. Men hesin ósiður er stór skomm, og hann er somuleiðis í andsøgn til hesa hátíðarstund og ítróttarstevnu, har føroyskur ungdómur roynir seg ímóti hvørjum øðrum í kappingum - fyrst og fremst í tjóðarítróttini, kappróðrinum.
HETTA er aftur eitt dømi um ríka siðaarv og mentan okkara. Umframt at standa í durðinum til eina nýggja øl, er eisini ein nýggj stjórnarskipan fyri stavn. Ólavsøkan í ár er tí ein søgulig ólavsøka. Við vón um góðan byr fyri føroysku tjóðina, ynskir Sosialurin øllum føroyingum eina góða tjóðarhátíð.










