Fullsett á Heilbrigdi í morgin

-

Søgan um drykkjuskap endurtekur seg. Á Ólavsvøku 1999 fleyt aftur yvir í mongum bikari, og summum gjørdist hesin floymur so ógvusligur, at tey tóku ta endaligu avgerðina: Nú er nóg mikið?


Nógv hava gingið full langt áðrenn Ólavsvøku, og nú farið er at fjara í kagganum, og nógv eru komin í uppisetur, verður Velbastaður dúgliga vitjaður.


Niðurundirkomin og í djúpari sálarkvøl hava hesi leitað sær bjarging úti á Heilbrigdi á Velbastað. Ingi Mohr, edrúur alkoholikari og leiðari á viðgerðarstovninum, væntar at fullsett verður á Heilbrigdi í morgin. Á Velbastað er pláss fyri 15 alkoholikarum.


900 eru edrú

Ingi Mohr sigur, at nógv avvarandi hjá drykkjufólki venda sær til stovnin í hesum døgum við tí fyri eyga at fáa hesi, sum tey eru góð við, í viðgerð. Fyrstu avleiðingarnar av Ólavsvøkuni sóust longu mánamorgun, tá fimm fólk góvu seg upp í hendurnar á royndu starvsfólkunum á Heilbrigdi.


Tey á Heilbrigdi fegnast um, at tað tykist, sum fólk ikki longur halda tað vera skomm at fara í viðgerð. Sambært Inga Mohr, eru einir 900 edrúir alkoholikarar kring landið í dag. Ingi ivast ikki í, at viðgerðin á Velbastað eigur stóran lut í hesi eydnusøgu.