Telduposturin er eins í Boston og í Føroyum

Á lestrarstevnu leygardagin hevði tað eydnast MFS at savna fittan part av oddafólkunum innan føroyska vinnu og umsiting at geva teirra boð upp á, hvar vit finna lykilin til framtíðina. Men hóast boðini ikki trutu, var bert ein tingmaður at síggja í Norðurlandahúsinum

Leygardagin skipaði Meginfelag Føroyskra Studenta fyri lestrarstevnu í Norðurlandahúsinum. Yvirskriftin á stevnuni var »Lykilin til ár 2000«, og ætlanin var í fýra tímar at viðgera útbúgvingar og týdningin av útbúnum fólki í samfelagnum. Skipað varð soleiðis fyri, at lagt varð fyri við hugleiðingum, og síðani skuldi pallborðskjak verða aftaná. Forkvinnan í MFS, Maria C. Petersen, bjóðaði vælkomin og segði, at vit liva í rembingartíðum, og tí vildi felagsskapur teirra lesandi fáa eitt orðaskifti um, hvat føroyingar hava í væntu á útbúgvingarøkinum.

Fyrstur at royna at geva boð upp á hetta, var Jóannes Dalsgaard frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum. Hann sló beinanvegin fast, at framtíðar útbúgvingarpolitikkurin hjá landsstýrinum ikki var almannakunngjørdur enn, og tí átti stevnan kanska heldur at verið hildin í september, eftir at álitið var avdúkað, tí í tí var tilfar til fleiri ráðstevnur, helt Jóannes.

Hann segði, at frá at hava verið eitt ídnaðarsamfelag til at vera eitt vitanarsamfelag, hevði samfelagið nú nógv størri tørv á útbúnum fólki innan øll øki. Men trupulleikin í Føroyum hevur verið tann, at vit ongantíð hava havt ein orðaðan útbúgvingarpolitikk, sum eitt nú inniber ásett krøv.


Norðurlendska prinsippið

Eina fortreyt hava vit tó havt tey seinastu mongu árini á útbúgvingarøkinum, og er hon tað sonevnda norðurlendska prinsippið, ið sigur, at øll skulu hava sama rætt til útbúgving. Bara fyrrverandi danski undirvísingarráðharrin, Bertel Haarder, royndi í síni tíð at broyta eitt sindur upp á hetta, men tað eydnaðist honum ikki. Hetta hongur kanska saman við, segði Jóannes, at norðurlendsk hugsan hevur tengt eina sterka útbúgvingarskipan saman við vælferð og einum livandi samfelag. Útbúgvingarskipanin hevur í norðurlondum verið eygfarin sum eitt demokratiskt instrument.

Men hóast henda fortreyt eftir øllum at døma við tíðini er vorðin so rótfest í fólkahugsanini, so eru aðrar fortreytir ikki so eyðsýndar. Og tað kundi kanska hava nakað við tað at gera, at tær ikki vóru orðaðar. T.d. nevndi Jóannes Dalsgaard, at stovnar sum Fróðskaparsetrið og Læraraskúlin ella Sjúkrasystraskúlin so at siga ikki tosaðu saman. Vit hava eisini havt ein skilnað millum verkligar og teoretiskar útbúgvingar, men nú vitan er alt avgerandi á øllum økjum, mugu javnsetingar fremjast. Harafturat segði hann sambandið millum vinnulívið og útbúgvingarverkið vera minimalt. Hetta hóast størsta tilfeingið nú og í framtíðini er fólkið og tess vit og intelligensur.


Stuttskygdur politikkur

Tí er neyðugt hjá føroyingum at seta út í kortið nýggja strategi og nýggj mál í útbúgvingarpolitikkinum, ið skulu vera við atliti til vinnulívið, innibera nútímansgerð av yrkisútbúgvingunum og ikki minst byggja brúgv millum yrkisútbúgvingarnar og tær meira ástøðiligu útbúgvingarnar, sum Jóannes tó viðgekk mundi vera ein tann truplasta uppgávan, farast skal í holt við.

Tað er eisini alneyðugt at hava mál og strategi fyri granskingarpolitikkinum, ið somuleiðis skulu vera við atliti til vinnulívið, og gera gransking til ein tátt í nýskapanarprosessini.

Jóannes kom nevniliga inn á spurningin hvønn leiklut Fróðskaparsetrið skal hava í framtíðini. Hesin stovnur bleiv niðurprioriteraður í kreppuárunum. Saman við heilsuverkinum varð fyrst skorið av tí føroyska universitetinum, og eitt samfelag, ið ger slíkt, sleppur ikki órevsað, segði røðarin. Tá svíkur ein framtíðina, tvs. ungdómin og vinnulívið, og Jóannes Dalsgaard kallaði hetta ein stuttskygdan og primitivan politikk. Okkara kreppupolitikkur var uttan rationalitet, tí vinnulívið er so einstáttað.


Gransking

Í sama viðfangi nevndi hann, at Føroyar eru einasta norðurlandið, har tað almenna fíggjar granskingina 100%. Í eitt nú Svøríki fíggjar tað almenna 29% av allari gransking, men Jóannes væntaði, at eitt ættarliðsskifti við m.ø. nýggjum vinnugreinum og vælútbúnum fólki í vinnulívinum fór at hava eina hugburðsbroyting við sær. Ein annar spurningur viðvíkjandi gransking, er hvussu fræls granskingin skal verða. Sum nú er, er hon púra fræls, men vit koma nokk at noyðast at fáa politiska raðfesting á granskingarøkinum. Vit eiga at uppprioritera granskingarráðið, sum skal verða fremsti ráðgevi hjá landsstýrismanninum. Men vit mugu ongantíð gloyma, at ein eigur altíð at ansa eftir politiskari raðfesting á granskingarøkinum, segði Jóannes, og nevndi eina ritgerð, ið ein dani hevði gjørt um myllur hjá rómverjum. Tað varð funnist sera nógv at í fjølmiðlunum, at ressourcir skuldu spillast upp á slík fornminni, men seinni vísti tað seg, at hesar myllur kundu brúkast sum fyrimynd til eina vøru, ið kom at vera ein stór útflutningsvinna hjá Danmark.


Orðið frítt

Eftir framløguna, var orðið frítt, og ein áhoyrari nýtti høvið at spyrja Jóannes, hvussu vit kundu fáa tað útbúna fólkið heimaftur? Jóannes segði hetta vera ein generellan trupulleika, og jú minni landið var, jú størri var problemið. T.d. eru teir bestu donsku granskararnir í starvi í USA. Men ein loysn kundi verið, at knýtt okkum í netverk, so vit ikki vóru longur frá umheiminum, enn tann næsta teldan. So var næsti spurningur, um nakar peningur var til slíkt. Men ein kann eisini venda einum slíkum spurnngi á høvdið og siga, at uttan ætlanir, eru eingir pengar, tí ætlanir eru neyðugar, til tess at fáa politikkararnar at skilja týdningin, og Jóannes Dalsgaard væntaði, at komandi álitið var eitt so mikið gott skjal, at tað fór at verða torført hjá okkara fólkavaldu at siga nei til uppskotini um ein nýggjan útbúgvingarpolitikk. Tí áðrenn vit hava sett nøvn á tingini, eru tey ikki til, segði Jóannes Dalsgaard.


Hygg at øðrum

- kenn teg sjálvan

Síðani slapp Kjartan L. Kristiansen, menningarstjóri, framat við sínum hugleiðingum um útbúgving í Føroyum. Hann legði fyri við einari fimm ára gamlari kanning, ið 1000 tilvildarlga valdir føroyingar høvdu svarað. Hon vísti m.a. týðiliga, at ein stórur partur kundi hugsað sær, at teirra praktisku evni vóru nýtt í teirra yrki, at fleiri veruliga ynsktu at arbeiða nógv, at føroyingar ikki ynsktu kjarnorku í Føroyum, og at menniskju vóru ynskt sum arbeiðsmegi heldur enn maskinur. Hesi punkt vístu, at føroyingar ikki eru so ólíkir øðrum vestureuropearum. Føroyingar vildu hava ein suverenitet, sum Kjartan kallaði tað. Ikki ein suverenitet í beinleiðis stjórnmálafrøðiligari merking, men ein excellens í handilsligum týdningi, ið bert kemur, um tú ert frægur, ella kanska bestur á tínum øki. Tú ert altso suverenur, um t.d. aðrar fyritøkur vilja hava teg. Tískil segði menningarstjórin tað vera alneyðugt at fara út at hyggja eftir øðrum fólkum og tjóðum, skulu vit kenna okkum sjálvi. Valið byrjar hjá tær sjálvum, men tú mást meta teg í mun til onnur. Tann føroyski marknaðurin er eisini lítil, og tær føroysku fyritøkurnar smár. Verða tær bert á tí føroyska marknaðinum, gerast tær tískil heldur ikki so suverenar. Tí tann, ið bert verður heima við grúgvuna fær ikki nógva vitan um seg sjálvan, bert mistreysti, segði Kjartan L. Kristiansen, og bað tey lesandi í salinum ikki bert hugsa um ta almennu umsitingina, tá tey komu heim, tí so var lítil nytta í teimum.


Laksurin vendir heim

Eftir framløgur í tveir tímar var pallborðsorðaskifti. Við borðið sótu Pál Weihe, læknastjóri, Annika Joensen, stjóri í Ferðaráðnum, Niels Christian Nolsøe, stjóri í Elektron, Petur Joensen, frá Oljufyrisitingini, og Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking. Ólavur Ellefsen úr fyritøkuni VIT var orðstýrari, og hann skuldi fáa hesi fimm at siga frá teirra hugsanum, visiónum og framtíðarætlanum, og hvat tey mettu Føroyar og føroyingar áttu at hava í huganum, tá hurðin til ár 2000 skal latast upp.

Nú bleiv lestrarstevnan sjálvandi meira merkt av kjaki, og sigast má eisini, at nógvar visiónir komu undan kavi hendan í Norðurlandahúsinum. M.a segði Pál Weihe, at ungfólk høvdu eitt størri frælsi at velja í dag enn nakrantíð, men hann segði seg vóna, at tey vóru sum laksurin og vendu heimaftur. Pál helt tað vera ómøguligt at spáa longur fram í tíðina enn 5-10 ár, men at vit í framtíðini fara at fáa deplar, har kunnleikin verður savnaður. Bondini til tað nationala heilsuverkið verða kvett, tí tað fer at bera til á t.d. internetinum hjá eitt nú krabbameinsraktum fólki at finna júst ta viðgerðina, ið er lívsneyðug hjá teimum. Og tá eru argumentini hjá hesum fólkum torfør at afturvísa. Tí er eisini neyðugt hjá okkum at fylgja við í slíkum specialiseringsprocessum. Tíðin, tá Pauli Dahl var einasti serlækni á Landssjúkrahúsinum, er langt síðani farin, og Pál væntaði, at um 5-10 ár fer at verða tvær ferðir so nógvir læknar sum í dag. Tí verður eisini neyðugt at brúka meira pening, til tess at gera Landssjúkrahúsið meira lokkandi fyri læknar.

Læknastjórin segði tað eisini verða týdningarmikið at vera aktivur í gransking. Ikki tí, at hann væntaði nakra Nobelvirðisløn til Føroyar, men tí at gransking er lekidómur móti heimføðisligheit, sum hann tók til. Í gransking fært tú nevniliga kritikk. Tú noyðist at leggja úrslitini á borðið og lata onnur meta um títt verk. Og tá kanst tú ikki bara steingja teg inni á Landssjúkrahúsinum og halda teg vera best á tínum øki.

Pál Weihe segði seg eisini rokna við, at gentøkni fór at verða ein hornasteinur innan heilsuverkið um eini 5-10 ár.

Annars helt læknastjórin, at vit hoyrdu ov lítið til okkara útbúna fólk t.d. okkara studentaskúlalærarar í samfelagskjakinum. Hann helt at tey vælútbúnu í almennum starvi áttu at havt partstarv í vinnnuni. Her nevndi hann íslendingin Kára Stephanson, ið uppgav eitt professorat á Harward fyri at byggja nakað upp, sum hann trúði upp á, og sum var eitt akademiskt koncept. Pál helt tað vera ein spurning, um vinnan kendi tað akademiska potentialið í Føroyum, men legði tó afturat, at hetta er ein generellur trupulleiki.


Íkast

Annika Joensen segði, at Ferðaráðið hevði arbeitt eftir eini ætlan síðani 1993, ið hevði til endamáls at fáa fólk til Føroya, og tí hevði minni orka verið løgd í at búgva landið til at taka ímóti ferðafólki. Men teirra mál var, at ferðavinnan skuldi hóska til føroyingar. Hon helt at vit mugu gera landið betri at vera í, her nevndi hon t.d. bussar, matstovur og mentan. Tí bøta vit um hesi viðurskifti verður landið eisini eitt betri stað at vera í hjá føroyingum. Hon legði tó dent á, at ferðavinnan var eitt íkast til búskapin, og fer ikki at avloysa fiskivinnuna. Men hon kann vera eitt gott ískoyti hjá m.ø. heimildarfólki á bygd.

Annika helt at vit eiga at samstarva meira innan marknaðarføring, og her er internetið eitt tað bíligasta amboðið.


Føroyar avtoftaðar

Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron, brúkti sum útgangstøði eina útsøgn hjá danska fíggjarmálaráðharranum, Mogens Lykketoft, ið vildi vera við, at danir fara at 2-3 falda livistøðið áður enn 2020. Niels Christian helt, at hesum kunnu føroyingar ikki liva við. Vit mugu ikki standa í stað, meðan londini rundan um okkum mennast so skjótt, tí so verða Føroyar avtoftaðar, helt hann. Okkara núverandi høvðsvinna er alt ov einstáttað, og vit megna ikki at 2-3 falda livistøðið bert við fiskivinnuni. Vit klára okkum nokk uttan blokk bert við fiskivinnuni - so mikið klára vit at virka afturat núverandi tilvirking - men meira má koma afturat av vinnum, skal landið ikki avtoftast, helt stjórin á Elektron.

Hann væntaði, at hóast sera nógv er hent á KT-økinum seinastu fáu árini, fer uppaftur meira at henda í framtíðini. Niels Christian Nolsøe segði, at um 10 ár fer tann almenni sektorurin at gagnnýta kunningartøkni á tann hátt, at hvør einstakur og ikki minst vinnan kunnu fáa upplýsingar frá tí almenna við KT. Hann helt annars, at tann føroyska vinnan sum nú er brúkar internetið alt ov lítið, og her sipaði hann m.a. til søluna av fiski. Hann segði, at vit áttu at lagt okkum eftir at útflutt telduútbúnað, og í framtíðini at álagt almennum stovnum, um vøran var kappingarfør, at keypt føroyska kunningartøkni. Men hann væntaði at trupult fór at verða at fáa fólkini at støðast í Føroyum, um lønirnar verða hægri í grannalondunum.


Altjóða

góðskugóðkenning

Petur Joensen frá Oljufyristitingini tosaði um tey nógvu tíðarskeiðini, ið eru í oljuvinnu. Sum nú er eru Føroyar í leitiskeiðnum. Um vit nakrantíð koma longur til onnur skeið, eitt nú boriskeiðið, er tað jú bara gott, men Petur helt, at vit eisini kundu brúka núverandi leitiskeiðið til okkurt skilagott. Hann helt hetta vera ein upplagdan møguleika hjá føroyskum fyritøkum at mennast í einum altjóða umhvørvi. Tær fáa ikki frítt spæl, men mugu hinvegin venja seg so spakuliga til at luttaka, tí nógvar treytir fylgja við. Sum eitt stig á leiðini nevndi hann fyritøkuna á Skála sum í undanfarnu viku kláraði slíkar treytir. Tann fyritøkan megnaði nevniliga at fáa ta sonevndu ISO 9001 altjóða góðskugóðkenningina. Sostatt kunnu vit brúka núverandi fasu í oljuvinnuni til at menna okkum sum heild.


Hugburðsbroyting

Stjórin á Fiskavirking, Meinhard Jacobsen, helt, at vit í framtíðini mugu rationalisera og automatisera meira. Til hetta krevst miðalútbúgvið fólk sum t.d. operatørar. Hann væntaði, at fiskivinnan fer at koma í kapping við oljuvinnuna um fólkið.

Meinhard Jacobsen nýtti eisini høvið at spyrja unga fólkið í salinum, hvussu nógv teirra ætlaðu at starvast innan fiskivinnuna. Ein segði seg vóna tað! Meinhard helt, at her krevst ein hugburðsbroyting, og segði tað vera løgið, at eingin granskingardepil var knýttur at fiskivinnuni.


Ríkari tilvera

At enda varð spurt um, hvussu nógv fólk fer at búgva í Føroyum um 10 ár. Tey flestu boðini vórðu bjartskygd. Sagt varð , at tað er eitt privilegium at sleppa at arbeiða í Føroyum, og stjórin á Elektron helt ikki ikki, at trupulleikin fór at verða, at breyðføða enn fleiri føroyingar enn vit eru í dag, tí sum hann segði, so vóru fólk ikki trupulleikin. Fólkið er tilfeingið!

Pál Weihe helt tað ikki vera einsligt at vera granskari í Føroyum, tí hóast tað er sunt fyri ungar oyggjabúgvar at fara út í verðina, so sær ein teldupostur hjá einum granskara eins út í Boston og í Føroyum. Hann helt telduna vera hentari og lættari at brúka enn t.d. telefonina. Pál væntaði, at fólk í framtíðini fara at hava eina dupulttilveru, har tey koma at arbeiða meginpartin av tíðini í Føroyum og so ein part av tíðini á tí europeiska meginlandinum. Og hetta væntaði hann eisini fer at verða ein ríkari tilvera.