árin at lesa um, hvussu forfedrarnir og tey, sum undan fóru, stríddust fyri at vinna til dagsins uppihald, og hvussu tað viðhvørt ikki gekk, sum tað var ætlað, og hvussu bygdir kendu ræðuleikan av at missa [...] tíðindini um syndarligu vanlukkuna bórust, mintust tey, sum høvdu verið á møtinum, tá ið Jóannes hevði havt orðið, at hann hevði tikið til, at eitt er heilt vist, at á samfelagsmøtunum næsta ár sita vit ikki øll [...] ár ímillum, at vit eru á sjónum. Tað var annars sjógvurin, sum bant bygdir og oyggjar saman. Ólíka lagaligari var tað ofta at seta seg í bátin og verða fergaður upp á pláss í staðin fyri at leggja á fjøllini
takklaði seg ígjøgnum og skoraði til 2-1. Við níggju monnum hevði tað eydnast KÍ at fingið enn eitt mál, sum eisini vísti seg at verða tað avgerandi í dystinum. KÍ var annars betra liðið í dystinum. VB lá langt [...] málstrikuni. Í hinum endanum var John Hansen tvær reisur nær við at geva heimaliðnum leiðsluna, men báðu ferðirnar fekk Bjarni Johansen bjargað til hornaspark. Bíðaðu leingi eftir málunum Seinni hálvleikur [...] spælt verjukent allan dystin og vóru nøgdir við javnleik, men við tveimum monnum í yvirtali sóu teir, at møguleikin fyri einum sigri so avgjørt var til staðar. Men í staðin var tað heimaliðið, sum á vøllinum
staðfest, at Sáttmálalondini átaka sær at virða barnsins rætt til at varðveita sín samleika, eisini ríkisborgararætt, navn og familjuviðurskifti. Her er neyðugt at hugsa um, at børn eiga at kunna koma at kenna [...] størst møguligan mun tryggja, at barnið livir og mennist.” Hetta ljóðar gott, men hetta tykist ikki at vera galdandi fyri tey mest verjuleysu børnini, sum annars áttu at verið tey tryggastu í heiminum. Í s [...] sáttmála stendur, at “eitt barn er at fata sum eitt og hvørt menniskja undir 18 ár...” Víðari verður sagt, at sáttmálalondini skulu virða og tryggja tey ásettu rættindi hjá hesum børnum, og at hetta skal verða
tí løgdu teir seg eftir at skipa so fyri, at fortreytirnar fyri menningini vórðu skaptar. Teir ið røddu á fólkafundunum áttu framúr evnir at skriva og málbera seg, og teir dugdu at fanga og hugtaka áhoyrarnar [...] ein munn ? at tá dansurin gekk væl, so áttu næmingarnir at fáa loyvi at halda fram. Ein positivur hugburður, ein hugburður, ið styrkir og stimbrar okkara mentunarlív. Og havandi í huga, at tað sum verður [...] nemur, gamal fremur plaga vit at siga. Umframt at kvøða og dansa á varmakelduhelluni, plaga vit altíð at syngja úr Føroya Fólks Songbók, har hópur av framúr vøkrum songum eru at finna. Latum okkum í framtíðini
heldur, at hann hevur fingið nakrar deyðlúgvaðar danir umvendar til loysingarmenn. Tey fáu, sum vitnaðu, virkaðu, sum um tey ikki rættuliga vistu, hvørja grammofonplátu, tey skuldu lira av fyri at tekkjast [...] inntøku, heldur hann kanska, at hann noyðist at markera seg, so fólk halda, at hann ger okkurt lítið fyri lønina! Tí so mikið kunnu vit, ið hvussu so er, øll semjast um, at hesa astronomisku lønina er hann [...] tað nógv betri, at hann heldur fram at snorksova ella bara njóta tað frálíka vakra danska landslagið og tað undurfagra og lýggja várveðrið, sum beint nú er komið! Tað áttu nú eins og fyrr at verið góð líkindi
tað tað sama sum at siga upp. Verkfalliðð endaði, áðrenn tað kom hartil, men Sigrun Wardum er sannførd um, at tað fer at taka langa tíð at fáa tey menningartarnaðu at verða trygg aftur. Tey harmaðust um eitt [...] Beint tá helt hon, at pedagogarnir í Nærverkinum áttu at sligið nevan í borðið og sagt, at nú var markið nátt, hvussu tey mennikngartarnaðu kundu vera viðfarin. Men aftaná fann hon útav, at høvdu pedagogarnir [...] noydd at biðja tey avvarðandi royna, hvussu langt tey sjálv megna at koma við at loysa sínar spurningar. Skúlatilboð Fyri fleiri árum síðan komu boðini um, at fólkaskúlin skuldi vera fyri øll. Tankin er góður
sambært tey so hevur formaðurin eisini dugað sera væl at kunna vanliga fólkið um virksemið í Reyða Krossi. - So vóna vit bara, at tey taka ímóti boðskapinum. Sakna tey ungu Júst hetta seinasta at fáa fólk [...] alpha og omega hjá okkum. - Hann dugir sum fáur at savna okkum og allar træðrirnar í tí sjálvbodna arbeiðinum. Tað vísir seg at vera trupult at fáa fólk at standa fyri nøkrum í dag, men her hava vit so ein [...] so fult uppiborið, siga tey við ein munn. Fyri tey hevur tað stóran týdning at hava ein persón, sum kann savna fólkið til hetta týdningarmikla arbeiðið. Og ein slíkan eiga tey í núverandi formanninum.
ikki vist, at hetta fer at geva ætlaða úrslitið, so tey ungu koma at duga enskt betri. Eftir øllum at døma eru tey fá, sum gáa eftir tí einfaldu sannroynd, at málsligir førleikar og evni at leita inn í [...] so, at føroyingar við at røkja sítt egna mál umframt eitt mál, sum liggur tætt at, hava ment eina málsliga tilvitan, sum gagnar teimum, tá teir skulu læra eitt fremmandamál? Um so er, áttu danir at umhugsa [...] týdning fyri at læra fremmand mál. - Eg havi latið mær fortalt, at heldur enn at spyrja, hvat føroyingar gera øðrvísi, hevur úrslitið av hesum kanningum havt við sær, at føroyingar nú skulu byrja at læra enskt
eisini frá, at orsøkin til at skipini fara undir hamaran er, at felagið seinastu tíðina hevur havt tað torført við at gjalda hvørjum sítt, og hóast nógv er roynt fyri at bjarga skipunum, fara tey nú undir [...] fólk. Men av tí, at talan er um ymisk virkir, kemur hendan tvingsilssøla ikki at ávirka línuskipini, sigur Jóhan Páll Joensen. Men leggur afturat, at skipini ikki koyra væl, men at tey enn hóra undan, á [...] hugsast, at skipini fara at halda fram at avreiða til Kósina, men verða tey seld úr býnum er ivasamt hvussu tað verður við Kósini, fortelur stjórin í Maru Seafood. Hann greiðir eisini frá, at Kósavirkið
hugsað um, at tey ikki hava havt eitt grannalag, tí tey kenna ikki til tað. Men nú tey eru flutt inn í býin at búgva, duga tey væl at síggja nógvar fyrimunir við tí. ? Tó er tað ikki soleiðis, at vit angra [...] og tískil hava tey ikki havt tað stóra grannalagið fyrr. Men har vóru tó eini grannahús nakað frá, og sambandið teirra millum hevur altíð verið gott, siga tey bæði. Tey siga eisini, at tey ongantíð hava [...] so er hann ikki í iva um, at tey hava valt rætt. Sólvá heldur fram, at hetta var ein avgerð, sum tey tóku í felag, og bæði vóru heilt innstillað upp á hetta. ? Tað ger, at ein slettis ikki gongur og hugsar