Hvat er eitt barn?
Altjóða barnarættindadagur er 20. november. Í hesum sambandi verður barnarættinda-sáttmálin hjá ST tikin fram, og í hesum sáttmála stendur, at “eitt barn er at fata sum eitt og hvørt menniskja undir 18 ár...”
Víðari verður sagt, at sáttmálalondini skulu virða og tryggja tey ásettu rættindi hjá hesum børnum, og at hetta skal verða gjørt uttan at gera mismun m.a. vegna brek, umframt at barnsins tørvur skal koma í fyrstu røð.
Mest verjuleysa barnið
“Sáttmálalondini viðurkenna, at eitt og hvørt barn hevur ein natúrligan rætt til lívið. Sáttmálalondini skulu í størst møguligan mun tryggja, at barnið livir og mennist.”
Hetta ljóðar gott, men hetta tykist ikki at vera galdandi fyri tey mest verjuleysu børnini, sum annars áttu at verið tey tryggastu í heiminum. Í sáttmálanum stendur eisini, at “børn hava sjálvstøðug rættindi eins og vaksin og eiga at verða tikin við og hoyrd, tá ið avgerðir verða tiknar, sum ávirka tey og umstøður teirra.” Barnið í móðurlívi fær ikki lyft sína rødd og mótmælt, tá avgerð verður tikin um, at lívið hjá tí skal enda longu áðrenn, ella í onkrum førum, beint eftir, at barnið sær dagsins ljós. Vit hava onga orsøk til at halda, at eitt barn ikki er eitt barn, fyrr enn tað hevur verið 12 vikur í móðurlívi. Hetta er kjarnin í kjakinum um fosturtøku. Kjarnuspurningurin er ikki um rættin hjá einari kvinnu at velja, men um rættin hjá einum menniskja til lívið.
Lat okkum verja børnini
Í barnarættindasáttmálanum stendur eisini, at børnum tørvar vernd, og hetta er ein áheitan til landsins myndugleikar og til øll foreldur og komandi foreldur at taka atlit til hetta. Lat okkum í dag taka hetta fram í djúpasta álvara. Okkum tørvar fleiri børn í okkara samfelagi. Tey skulu vera so hjartaliga vælkomin, og tey hava rætt til lívið.
Munur eigur ikki at vera gjørdur á, um barnið ber brek ella ikki, tey hava somu rættindi til lívið. Vit eiga samstundis at tryggja, at foreldrini, og serliga tær mammur, sum bera barnið undir hjarta, fáa neyðuga hjálp í viðgongutíðini og eisini aftaná, um so er, at teirra umstøður eru so truplar, at tey ikki kenna seg før fyri at taka sær av barninum.
Her eigur í hvørjum einstøkum føri at verða hjálpt á ein hátt, so ein fyrst og fremst verjir barnið, eins og tað stendur í sáttmálanum.
Verja barnsins samleika
Í sáttmálanum verður eisini staðfest, at Sáttmálalondini átaka sær at virða barnsins rætt til at varðveita sín samleika, eisini ríkisborgararætt, navn og familjuviðurskifti.
Her er neyðugt at hugsa um, at børn eiga at kunna koma at kenna síni foreldur, tvs. at kenna sín uppruna, so tey vita, hvør er mamma teirra og hvør er pápi teirra.
Hetta er ein grundleggjandi tørvur hjá menniskjum. Vit kenna hetta frá fleiri ættleiddum børnum, sum hava víst seg at hava ein stóran tørv á at fáa samband við sína biologisku familju.
Í ymiskum sendingum hava vit sæð gleðina hjá teimum, tá hetta hevur eydnast teimum. Eisini kenna vit hetta frá teimum børnum, sum vórðu fødd í Grønlandi, men ikki fyrr enn fyri stuttum fingu rætt til at fáa at vita, hvør pápi teirra var.
Hetta var ein stórur saknur hjá teimum, og frøin var tí stór, tá tað eydnaðist teimum at fáa meira at vita um sín uppruna, eisini hóast tey kendu mammu sína og vuksu upp hjá henni.
Hesi atlit eiga eisini at verða tikin, tá eitt barn verður gitið. Hvat fer at henda við teimum nógvu børnunum, sum nú eru fødd, og sum ongan møguleika hava at koma at kenna pápa ella í onkrum førum mammu sína, tí ein ónevndur (anonymur) donorur er annað av foreldrum teirra? Lat okkum framyvir verja rættindini hjá øllum børnum at kenna sín uppruna.
Mín vón er eisini, at teir stovnar, sum siga seg verja børnini, ikki gloyma at tey fyrst og fremst mugu verja barnsins lív. Vit vita nú nógv meira enn áður um barnið í móðurlívi. Vit vita, at barnið hevur kenslur, tað hoyrir longu í móðurlívi og kann kenna røddir aftur eftir føðing. Vit kunnu ikki broyta tað, sum longu er hent, men lat okkum framyvir virða barnsins rættindi, eisini rættin til lívið.