Reyði Krossur: "Suni er kendur sum ein ógvuliga engasjeraður formaður, sum hevur ment virksemið hjá felagsskapinum innan m.a. fyrstuhjálp og endurnýtslu".
Soleiðis varð m.a. tikið til í grundgevingunum, tá formaðurin í føroyska felagsskapinum, Suni Vinther fekk heiður sýndan frá systurfelagsskapinum í Danmark í farnu viku.
Hann hevur verið í nevndini síðani 1982 og hevur ótroyttandi arbeitt fyri felagsskapin og at fáa kunnleikan til felagsskapin út til onnur.
Aktiverað
At Reyði Krossur í Danmark valdi at heiðra formannin í føroyska felagsskapinum við størsta heiðri hjá felagsskapinum - Dansk Røde Kors Fortjensttegn af 1. Grad - er neyvan av tilvild.
Í grundgevingunum fyri hesum verður eisini sagt, at hann hevur við virksemi sínum verið sera dugnaligur at aktivera bæði tey sjálvbodnu og tað føroyska fólkið.
- Hetta seinasta kom ikki minst til sjóndar við innsavningina til offrini eftir tsunamiina fyri skjótt einum ári síðani, varð eisini dentur lagdur á í grundgevingunum.
Og tað er ikki frítt, at tað eru onnur eru limirnir í danska felagsskapinum, sum hava lagt merki til hetta.
Tað hava teir føroysku limirnir eisini.
Alpha og omega
Leygarmorgunin var stórur loppumarknaður hjá Reyða Krossi.
Hesa løtuna nýtti eg høvið at spyrja fleiri av sjálvbodnu limunum í felagsskapinum um hetta sama.
Og her var niðurstøðan einmælt: - Suni Vinther er sera týdningarmikil fyri Reyða Kross í Føroyum. Hann er alpha og omega hjá okkum.
- Hann dugir sum fáur at savna okkum og allar træðrirnar í tí sjálvbodna arbeiðinum. Tað vísir seg at vera trupult at fáa fólk at standa fyri nøkrum í dag, men her hava vit so ein mann sum brennir fyri sakini.
- Saman við teim góðu fólkunum aftanfyri, hevur tað eydnast honum og okkum at menna Reyða Kross til ein felagsskap, sum fólk vita um og rokna við, siga sjálvbodnu hjálparfólkini.
Í tí stilla
Hesi sjálvbodnu reyðakross-fólkini fegnast sjálvandi eisini um at formanni teirra varð vístur slíkur heiður frá felagsskapinum í Danmark.
- Henda heiðurin ja, henda hevur hann so fult uppiborið, siga tey við ein munn.
Fyri tey hevur tað stóran týdning at hava ein persón, sum kann savna fólkið til hetta týdningarmikla arbeiðið. Og ein slíkan eiga tey í núverandi formanninum.
- Hann dugir av savna fólkið til arbeiðið. Einki við at rópa og gartera, men á sín stilla og friðarliga hátt hevur hann ment felagsskapin ótrúliga nógv hesi árini.
- Hann gongur við lív og sál inn fyri sakini, siga tey.
Eitt er so arbeiðið innanveggja í felagnum. Men sambært tey so hevur formaðurin eisini dugað sera væl at kunna vanliga fólkið um virksemið í Reyða Krossi.
- So vóna vit bara, at tey taka ímóti boðskapinum.
Sakna tey ungu
Júst hetta seinasta at fáa fólk at taka ímóti og at skilja endamálið við Reyða Krossi er kanska júst avbjóðingin í framtíðini.
- Vit eru fleiri, sum er virkin her í felagsskapinum. Men vit eru komin nakað upp í árini, og tí kundu vit so gott hugsað okkum at sæð fleiri ung við í arbeiðinum.
- Tað hevði verið sera gott fyri okkum og Reyða Kross um fleiri ung komu við, siga tey.
Tey ungu í dag hava so nógvar møguleikar fyri at síggja og uppliva verðina sum hon er. Og tí áttu fleiri at kunna komið við í arbeiðið og á tann hátt gjørt mun úti í heimi.
Hetta sama ger seg galdandi, tá talan er um skeiðini hjá Reyða Krossi í fyrstuhjálp. Har eru vanliga nógv fólk, men so síggjast tey næstan ikki aftur.
- Tað hevði verið so deiligt um fleiri av hesum kundu blivið virkin í Reyða Krossi, siga nøkur av sjálvbodnu limunum í felagsskapinum.
Týðandi at gera nakað
Tá formaðurin í Reyða Krossi, Suni Vinther fekk sýndan heiður í farnu viku, so var hann sum vera man sera fegin um tað.
- Tað at hava gjørt nakað - og at onnur halda at ein hevur gjørt nakað - er týdningarmikið, segði hann.
Hann hevur ongar ætlanir um at steðga við arbeiðinum fyri Reyða Kross, men kom kortini við eini lítlari ábending.
- Eg leiti eftir einum sum kann loysa meg av sum formann í Reyða Krossi.
- Men, legði hann aftrat. Eg steðgi aldrin í Reyða Krossi. Tað er ein lívsstílur.










