Fjákut og fundamentalistiskt vekilsismøti á Christiansborg

     

Virgar T. Dalsgaard
????????????????????

Nú harra Høgni Hoydal er komin niður aftur á danska Fólkatingið, hevur hann á vanliga narcissistiskan hátt saman við teimum báðum grønlendsku fólkatingskollegunum kallað saman eitt valalið av dønum, sum hann á knortlutan hátt og við vanliga bombastiskum orðalagi vil hava at hjálpa sær móti føroyingum og føroyska landsstýrinum. Naivir danir skulu heilavaskast til loysingarmenn av útnyrðingsmonnum! Henda fjákuta norðuratlantiska alliancan millum føroyingar og grønlendingar er bæði vanærislig og hartil ein eyðmýkjandi stór skomm!
Tá ið Hoydal ikki fær sín vilja við føroysku veljarunum, ja so krýpir hann heilt eftir tí gomlu loysingarreceptini beint undir danska skjúrtufaldin og skal bidda sær stórdanska hjálp til at trumfa síni sjónarmið ígjøgnum. T.d. hevði hann boðið sjálvum stjóranum fyri Danska Nationalbankanum (sic) at skifta orð um framtíð Føroya. Hvat hugsar ein slíkur maður fyri sær? Er debattin um føroyska parlamentarismu nú flutt inn í danskan valutapolitikk? Við allari respekt fyri frú Bodil Nyboe Andersen, ? men hvat í allari víðu verð veit hon um føroyskan politikk, og við hvørjum mandati skal tann neyðars kvinnan úttala seg? Hví skal henda sakleysa kvinna gerast gísli og kastibløka millum Hoydal og føroysku mótstøðumenn hansara?
Men ikki nóg mikið við hesum danska kransakøkufiguri, nei, nei hann hevði harafturat sjálvandi boðið einum íslendskum profess-ara sum talara ? hetta tykist at vera fastur siður hjá fullveldisprofetum ? men álvaratos, hvat rakar føroyskur politikkkur íslendingar? ? Lat teir fáa skil í egnum húsi, og lat teir royna at berja seg burtur úr síni fíggjarligu armóð ? »fyrimyndarlandið«, sum hevur lægstu lønir í øllum Norðureuropa, og annars livir av mannminkandi amerikanskum blokkstuðuli fyri eina ivingasama militerstøð!
Tað er ein landaskomm, at harra H.H. absolutt vil blanda grønlendskan og føroyskan politikk saman ? vit hava snøgt sagt einki til felags, ? præmissurnar eru fundamentalt ólíkar, men tað hevur eydnast harra Hoydali upp á minni enn seks ár at billa summum dønum inn, at grønlendingar og føroyingar eru »eitt feitt«!
Endiliga hevði H.H. boðið tí permanenta harra Hermanni Oskarssyni, okkara »leiðandi« hagdrongi vid. Hesin sjáldsami »økonomur« kom við sínum vanligu ábyrgdarleysu úttalilsum um blokkin, úttalilsir, sum vísa, at maðurin antin ikki respekterar ella dugir ta lítlu tabellina. Hann loypir lætt og elegant um alla multiplikatoreffekt og setir paritetiskt virði millum blokkpening og føroysku fíggjarlógina. Tá er hann ikki meira seriøsur enn tann láturligi tjóðveldisøkonomurin, harra Jóannes Eliassen, sum ferðaðist sum trúboðari hjá H. H. við Hvítu Bók um alt landið á sinni. Sum økonomur er Oskarssonurin púra óseriøsur, og kann ongantíð takast fyri fult ? ikki bara eftir henda fundin, men eisini fyri sín politiserandi facon, síðan hann gjørdist leiðari av polit-bureau (búskaparráðnum)! Ófatuligt, at ein tílíkur maður kann sita í embætisstarvi og møsna og dumma seg ferð eftir ferð, antin hann so er albanskur statskapitalistur ella karráur og ultraliberalur Friedmanns-apostul!
Men vit leggja til merkis, at eingin ? heldur ikki fíggjarministarin Bárður Nielsen ? var boðin frá føroyska landsstýrinum ? hetta er avbera forvitnisligt. Hvør gevur harra H.H. mandat til at skipa fyri religiøsum vekilsismøti um loysing, uttan at nakað beinleiðis umboð er fyri føroysku stjórnina?

Grammur danskur gulldrongur
Harra Høgni Hoydal fær 116.000 kr um mánaðin ? hetta er ein av dýrastu politisku dreingjum okkara, og við slíkari inntøku, heldur hann kanska, at hann noyðist at markera seg, so fólk halda, at hann ger okkurt lítið fyri lønina! Tí so mikið kunnu vit, ið hvussu so er, øll semjast um, at hesa astronomisku lønina er hann als ikki verdur, ikki í nær ella námindu!.
Vit duga væl at síggja, at tað er møtimikið hjá manninum at vála desperatur í politisku oyðimørkini men tó er hann við danska loysingarfundinum vassaður ov langt út í illoyalan absurditet. Tað tilkemur ikki føroyskum fókatingsmonnum at tjakast um politisku framtíð Føroya, hvørki við frelstar danir, íslendingar ella grønlendingar ? tað hava hvørki Oskarssonur ella Hoydalur moralskt mandat til, nei, tað skulu føroyingar gera sjálvir heima í Føroyum!
Lítið borðbært er, at ein maður, sum vinnur meira um mánaðin, enn ein føroysk fiskavirkiskona ger upp á eitt hálvt ár, skal troysta sær at tosa við útlendingar um loysing og fullveldi, sum fyrst og fremst vil skerja føroysku lág-inntøkurnar uppaftur meira! Men harra H.H. og hansara akademisku líkar verða valla skerdir í fyrstu atløgu! Hesum áttu føroysku politiserandi trúboðararnir at upplýst sínum íslendsku, grønlendsku og stórdonsku vinum eitt sindur um! Loysingarrørslan hevur altíð dult sum mansmorð, hvussu fullveldið fer at skerja korini hjá teimum ringast støddu! Fullveldismissionerar, hagdreingir og aðrir playboys fáa nokk onga neyð ? slíkir flóta altíð omaná!
Vit vóna, at Føroya landsstýri gevur harra Høgna og hinum norðuratlantisku frellunum ein hóskandi og væl uppibornan »lúsing« og eina sera hvassa átalu fyri at vága sær at flyta føroyskan innanlendispolitikk niður á politiskt-religiøsan stórdanskan vekilsisfund á Christiansborg.
Kann Høgni Hoydal ikki markera seg á annan og meira civiliseraðan hátt, er tað nógv betri, at hann heldur fram at snorksova ella bara njóta tað frálíka vakra danska landslagið og tað undurfagra og lýggja várveðrið, sum beint nú er komið! Tað áttu nú eins og fyrr at verið góð líkindi fyri eina »imperialistiskt plágaða tjóðveldishetju« at dusa sær í skemtiliga, spennandi og várkáta býnum Keypmannahavn, tá ið árslønin er umleið 1,4 milliónir krónur av kúgandi donskum gulli, sum verður supplerað við fríari telefon, fríum faksi, fríari teldu, skrivstovuhaldi, skrivara og skattafríum donskum borðfæi!
Sjálvt ikki tann klassiska fríggjadagsbønin hjá fundamentalistunum í tjóðveldisflokkinum hevur nakrantíð verið so fjaðursár, innantóm og endamálsleys sum hetta tápuliga vekilsismøti hjá Høgna Hoydali, sjálvt um hann sjálvur heldur, at hann hevur fingið nakrar deyðlúgvaðar danir umvendar til loysingarmenn. Tey fáu, sum vitnaðu, virkaðu, sum um tey ikki rættuliga vistu, hvørja grammofonplátu, tey skuldu lira av fyri at tekkjast Høgnaliðinum!
Tó eru hópin nógv, ið enn fáliga spyrja ? hví varð hetta møtið hjá fundamentalistisku fullveldissektini hildið á danska Fólkatinginum í Danmark og ikki í Mekka, nei orsaka meg í Reykjavík, har teir hava so nógvar reystar íslendskar loysingarvinir? Hví leggja íslendingar ikki bæði gistingarhús og Alting til; hví fíggja hesir fullveldisvinir ikki við tí sterku íslendsku krónuni ? hví skulu danir altíð gjalda, tá ið tjóðveldismenn skulu upp at flagsa, reypa og hava dýran gorringarfund?