Eyðfinn og Sólvá Hansen búgva tveyeini í eini lítlari íbúð í einum hugnaligum grannlagi á Kráarbrekku í Klaksvík.
Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Eyðfinn og Sólvá búðu á Grønabóli í 25 ár. Grønabólur liggur nakað uttan fyri býin, og tískil hava tey ikki havt tað stóra grannalagið fyrr. Men har vóru tó eini grannahús nakað frá, og sambandið teirra millum hevur altíð verið gott, siga tey bæði.
Tey siga eisini, at tey ongantíð hava hugsað um, at tey ikki hava havt eitt grannalag, tí tey kenna ikki til tað. Men nú tey eru flutt inn í býin at búgva, duga tey væl at síggja nógvar fyrimunir við tí.
? Tó er tað ikki soleiðis, at vit angra, at vit búsettu okkum á Grønabóli. Vit síggja tað sum ein lidnan kapittul í okkara lívi, og nú eru vit júst byrjað upp á ein nýggjan, siga tey.
Á Grønabóli høvdu tey eini hús uppá 210 fermetrar og eina trøð at passa. Eyðfinn hevði seyð til stuttleika, og honum dámdi altíð væl at passa seyðin og trøðna.
Hann greiðir frá, at tá hann byrjaði ikki at orka tað sama meira, og dalaði hugurin eisini.
? Mær dámdi hatta væl, tá eg var ungur, og tá hevði eg eisini kreftirnar til tað. Men tað er so broytt munandi í dag, sigur Eyðfinnur smílandi.
Sólvá sigur, at tá man ikki maktar alt tað, sum er rundan um ein, so verður man stressaður.
? Onki er so strævið, sum at gera meira enn ein orkar, heldur hon fyri.
Rætta valið
Eyðfinn sigur, at hóast tey bert hava búð í nýggju íbúðini í einar tríggjar mánaðir, so er hann ikki í iva um, at tey hava valt rætt.
Sólvá heldur fram, at hetta var ein avgerð, sum tey tóku í felag, og bæði vóru heilt innstillað upp á hetta.
? Tað ger, at ein slettis ikki gongur og hugsar um tað nú var tað rætta ella ikki í dag. Men eg skal viðganga, at tað vóru løtur, áðrenn vit fluttu, at eg hugsaði um tað, sigur hon.
Hjúnini bæði avtalaðu eisini, at um ikki bæði tvey vóru fullkomuliga avklárað við flytingina, so bleiv hon ikki veruleiki.
Men tey viðgingu bæði tvey yvir fyri sær sjálvum, at stóru húsini á Grønabóli og trøðin vóru meira enn tey maktaðu, og tískil seldu tey og fluttu.
? Tað er so ongin orsøk at bíða, til ein verður borin út. Tá er hetta so nógv betur. Og hetta er sjálvandi eisini fyri at spara okkum í gamalsaldrinum, sigur Eyðfinn. So hyggur hann uppá Sólvá, meðan hann spyr, um tey nú høvdu búð tíggju ár afturat á Grønabóli, um tey so nakrantíð høvdu flutt av sínum eintingum. Tað tykist sum tey ivast í tí sjálvi.
? Nei, hetta vísti seg at vera tann rætta løtan at gera tað, og vit eru fegin um tað - enn, siga hjúnini bæði.
Koyrdi framvið
At flyta frá so stórum húsum í eina lítla íbúð krevur nakað, tá ein skal flyta. Tað máttu Eyðfinn og Sólvá ásanna. Nógv av tí, sum tey áttu í hinum húsinum, kundu tey ikki taka við. Har mátti sorterast frá og tað við lít.
? Tað kann eg gott siga tær, at tað var ikki bara sum at siga tað. Heilt nógv fór burtur, men sumt góvu vit eisini til familju, greiðir Sólvá frá.
Tað kennist heimligt hjá teimum í íbúðini, tí tað eru allir møblarnir, málningarnir og annað, sum var í hinum húsinum, sum tey hava tikið við sær.
Eyðfinn sigur, at tá hann kemur heim úr arbeiði, tá kennir hann tað, sum hann er komin heim, og tískil ivast hann ikki í, at hann fer at trívast í nýggja heiminum.
Flennandi greiðir Sólvá frá, at tað tók eitt sindur av tíð at venja seg við, at man varð fluttur. Og ein dagin, tá Eyðfinn koyrdi heim úr arbeiði, koyrdi hann ov langt.
? Ja, eg koyrdi norður eftir við kós ímóti Grønabóli. Tá eg var komin nakað eftir Stangavegnum, tá kom eg í tankar um, at eg skuldi havt vent niðan gjøgnum eina brekku, sigur hann og ristir við høvdinum.
Tað tók teimum annars eitt sindur av tíð, áðrenn tey megnaðu at koyra fram við húsunum á Grønabóli aftur.
? Sjálvandi var tað við sorgblídni, at vit seldu. 25 ár hava vit lagt í húsini, og tað er ikki bara sum at siga tað. Men báðar døtrarnar eru vaksnar nú, vit eru við at gerast gomul, so hvat skulu vit brúka eini so stór hús til, siga Sólvá og Eyðfinn Hansen, sum lata væl at nýggja bústaðnum og teirra fyrsta grannalagi í 25 ár.