Seks skip undir hamaran

Væntaða skrædlið í fiskivinnuni er nú byrjað. Grundin til hetta er sambært vinnuni høgir oljuprísir og at ov lítið verður fiskað. Røddir vóru í vár frammi, sum søgdu at skrædlið fór at koma longu í summar, men tað er ikki fyrr enn nú, at fyrstu skipini fara undir hamaran

Í gjár kom fram at seks skip hjá samtakinum Maru Seafood skulu undir hamaran. Við Rás2 segði Jóhan Páll Joensen, stjóri, at hann ikki hevði góðar vónir til at bjarga skipunum, har eitt av pørunum longu er lagt. Skipini, ið skulu undir hamaran eru: Safir, Smaragd, Navarin, Borgarin, Fjalshamar og Nónhamar, ið eru trý pør av partrolarum.

Jóhan Páll Joensen greiðir eisini frá, at orsøkin til at skipini fara undir hamaran er, at felagið seinastu tíðina hevur havt tað torført við at gjalda hvørjum sítt, og hóast nógv er roynt fyri at bjarga skipunum, fara tey nú undir hamaran, og framtíðin er óviss hjá teimum umleið 50 fólkunum, ið eru tengd at skipunum. Orsøkirnar til, at skipini hava havt torført við at gjalda hvørjum sítt, eru sambært stjóranum, at skipini hava verið til umvælingar og tí hava ligið nógv still. Samstundis sum høgu oljuprísirnir og vantandi fiskiveiða hava gjørt sín stóra part.

- Tað eru størstu orsøkirnar, men hækkandi rentan ger eisini sín part, og eg vænti ikki at vit klára at bjarga skipunum, greiðir Jóhan Páll Joensen frá.

Skipini eru lýst at skula á tvingsilssølu tann 12. novembur 2008.


Hini skipini

Samtakið Maru Seafood hevur ikki bert partrolarar. Stállínuskipini, Fugltúgvan og Grani, hoyra eisini til samtakið og spurningurin er, hvussu tey nú fara at klára seg, tá fyrsti parturin av felagnum fer á tvingsilssølu.

- Fugltúgvan og Grani fara aftur til fiskiskap um umleið eina viku. Tey eru til klassingar og Grani hevur annars verið í sving alt árið. Fugltúgvan hevur ligið ein part av árinum, tí teir hava manglað fólk. Men av tí, at talan er um ymisk virkir, kemur hendan tvingsilssøla ikki at ávirka línuskipini, sigur Jóhan Páll Joensen.

Men leggur afturat, at skipini ikki koyra væl, men at tey enn hóra undan, á sama hátt sum hini stállínuskipini.


Virkini

Tað hevur verið soleiðis at partrolararnir, sum nú fara á tvingsilssølu, altíð hava avreitt til Kósavirkið í Klaksvík, men nú skipini fara undir hamaran, er ivasamt um hetta fer at halda fram.

- Tað veldst um útfallið av søluni, verða skipini verandi í Klaksvík, kann hugsast, at skipini fara at halda fram at avreiða til Kósina, men verða tey seld úr býnum er ivasamt hvussu tað verður við Kósini, fortelur stjórin í Maru Seafood.

Hann greiðir eisini frá, at Kósavirkið hevur koyrt so nøkurlunda gjøgnum árið, og at tað hevur verið arbeiði hvønn dag.

Fyrr hava virkið og skip onkuntíð hjálp hvørjum øðrum, tá tað gongur illa hjá øðrum partinum, men soleiðis er ikki í hesum føri, sambært Jóhan Páll Joensen.

- Vit hava altíð goldið marknaðarprís, tí tað eru ymiskir partaeigarar í ymisku feløgunum, og tað ikki ber til at onkrir partaeigarar gjalda til aðrar partaeigarar, men tað sigur seg sjálvt, at nú vit missa hendan armin av virkseminum, kemur tað sjálvandi at ganga útyvir hinar armarnar, sigur stjórin.

Maru Seafood eigur eisini virkini Eystís og Norðís, men Eystís hevur onki virksemi havt seinastu fýra mánaðirnar.

- Á Norðís á Eiði arbeiða tey hvønn dag, og virkið kundu koyrt væl, um tað var nokk av fiski, men soleiðis er ikki altíð, greiðir Jóhan Páll Joensen frá.

Maru Seafood hevði í fjør eitt hall áljóðandi 11 milliónir krónur, og harav áttu partrolararnir størsta partin av hallinum. Samstundis sum aðrir partar av virkseminum hava havt yvirskot. Fer alt virksemi hjá Maru Seafood av knóranum ávirkar hetta upp til 250 fólk.


Føroya Banki

Jóhan Páll Joensen var til fyri einum árið síðani nevndarformaður í Føroya Banka. Men sigur, at vánaliga gongdin hjá Maru Seafood ikki var høvuðsorsøkin til, at hann fór.

- Í 2006 boðaði eg frá, at eg ikki vildi halda fram sum nevndarformaður, men var biðin at taka eitt ár afturat. Tað gjørdi eg so, men í 2007 fór eg frá. Tí vil eg ikki siga at Maru Seafood var orsøkin til at eg fór frá, men útlitini hjá Maru gjørdi avgerðina lættari, sigur fyrrverandi nevndarformaðurin, sum tá hevði verið í nevndini í 15 ár.