stóran týdning fyri tey lesandi, men tað sær ikki út til, at politisku flokkarnir leggja líka nógv í tað. Fýra flokkar »útmerkaðu« seg við slett ikki at møta upp til fundin. Teir, sum vóru møttir, høvdu allir [...] teimum lesandi fríkort, heldur enn ískoytisstuðul til ferðing. Jóannes Eidesgaard nart eisini við spurningin um lesandi við børnum. Arbeiðsbólkurin hevur ikki givið teimum pláss í nýggju lógini, og Jóannes [...] eisini spurnartekin við upphæddina, sum arbeiðsbólkurin hevði sett til leiguútreiðslur. Hann spurdi, um tað var nóg mikið, tí tað kostar ikki so lítið at leiga eitt kamar í Havn. Bjarni Djurholm, sum er formaður
dystinum var Sólrun Krosslá ikki við orsakað av skaða. Hon var heldur ikki við móti StÍF, og tað merkist veruliga á VB-liðnum, at hon situr uttanfyri, serliga hjá Christinu Holm, sum ikki fær tað stóra burtur [...] síðani var stutt niður til hinar á málskjúttaralistanum hjá StÍF leygardagin. Eitt gott prógv um, at liðið hevur breiddina til at vinna FM, eisini tá ein av føstu toppskorarunum ikki er við. 1. deild kvinnur: [...] burtur úr uttan Sólrun. Hjá StÍF var Paula B. Jacobsen ikki við, men tað merktist ikki. Higartil í kappingini hava tað verið Paula og Signhild Petersen, sum hava gjørt meginpartin av málunum hjá StÍF, men í
tíðindini á middegi ringdi Atli Dam til mín. Hann var ógvuliga uppøstur og fortaldi, at Poul Schlüter var setstur aftur, tí Nyrup hevði noktað honum at avhenda undirgrundina, um ikki donsk feløg høvdu framíhjárætt [...] ovfarin. Eg var nýggjur næstformaður og ikki vanur at taka so álvarsamar avgerðir, og loysingarmaður havi eg ongantíð verið. Men Atli helt fæst við, at fingu vit ikki undirgrundina nú, so sá hann fyri sær [...] ringdi Atli til Poul Nielson, ið var framsøgumaður í orkumálum, og boðaði frá okkara støðu, og hann hevði vist hølvað sosialdemokratarnar av í telefonini. 20 minuttir seinni ringdi Poul Nyrup til Atla og segði
skal eitt umboð frá Tjóveldisflokkinum brúka restina av tíðini til. At ávirka málsviðgerð, sum ikki førir til loysingina, hevur yvirhøvur ikki teirra áhuga. Velja vit hin vegin eitt sambandsumboð, so vita [...] verið tiknir av, tí í botn og grund taka teir ikki undir við verandi skipan millum Føroyar og Danmark. Til fleiri fólkatingsval hevur Tjóðveldisflokkuirn als ikki stillað upp, men nú tykjast eisini teir, at [...] tað sama frammi, at vit føroyingar ikki áttu at valt umboð í danska Fólkatingið, hóast teir altíð liggja framvið, tá valið er. So eisini hesa ferð. Men uttan mun til, hvussu vit ætla hesi viðurskiftu í
byrjað eins og fígging var fingin til vega. 2) Tá hetta var gjørt, stakk hann halan ímillum beinini og setti seg í andstøðu, væl nøgd-ur ? tí nú komu helst at ganga nógv ár, til fasta sambandið kom framaftur [...] arbeiðsplássið í Vágum, tað eigur veljarin her og nú at vísa hesum báðum flokkum, at tað skulu teir ikki sleppa óstraffaðir frá. Tað má tí sigast, at veljarar í Vága valdømi eru í eini ynskistøðu, tí einasti [...] gongur so ómetaliga skjótt, og vit hava tað øll í okkum, at vit »gloyma« hvat er hent og hugsa kanska ikki so nógv um, hvat er farið fram tey seinastu 10 árini. Men veljarin í Vágum eigur at leggja sær í geyma:
men tá tað ikki eydnast, roynir hon at lokka við sex . Tað plagar sum kunnugt at vera besta vápnið, men heldur ikki tað riggar. Av hesum stendst leikur, sum heitið sigur, at dreymurin verður til veruleika [...] fyrstuni og síðan verða koyrdar til viks, eydnaðist tað ikki teknikkinum at fáa hesar upp á pláss aftur í sennu helvt av leikinum. Tað var spell og órógvaði myndina ikki sørt. Gykl og spæl? Tá leikurin [...] hvussu tað snildisliga verður gjørt, skal ikki nevnast her. Tað skulu áskoðararnir eiga til góðar. Var tað so bert gykl og spæl, ella var tað veruleiki? Tað ber illa til at gloyma dagsins ?pall³, uttan fyri
frælsir. Eg vóni kortini ikki, at tað er frælsi av hasum slag, sum tjóðveldisflokkurin ætlar føroyingum! Eg haldi ikki at hasi orðini vóru væl umhugsað. Annars kunnu tey als ikki nýtast fyri mangar av framherjum [...] tjóðveldisflokkinum ikki vilja arbeiða fyri føroyska løn, men valdu heldur danska, tí hon var eitt vet hægri. Var tað ikki tí, at búkurin vann á frælsishugsjónini? Nei, føroyingar liva ikki av berum rakstrarrópum [...] ógvuliga víða. Og tað ber eisini væl til at vera ófrælsur, hóast tú býr í einum frælsum landi, sum óteljandi dømi eru um. Tað var onkur sum nevndi, at vit áttu ikki at renna undan ábyrgdini. Í hasum eri
mótstøðufólk okkarar í heilum ført fram, at javnaðarflokkurin vil hava loysing. Serliga týðiliga kom hetta til sjóndar í valsending Sambandsfloksins, har varð hetta endurtikið ferð eftir ferð. Har var sagt, at [...] 800 mió í heildarveiting, og hesin peningur er týdningarmikil fyri okkum. Men Heimastýrislógin er ikki nakar garantur fyri heildarveitingina: Hetta er ein árlig veiting, og danir kunnu saktans broyta
alla orku til at leggja Nyrup og hansara menn undir alskyns ólukkur, men gloymir við vilja tær ólukkur, m.a. Richard Mikkelsen, og Føroya-bólkurin,. sum hann á sín hátt hevur góðtikið. Ikki tí, eingin [...] einki frá ?la Breckmann her í Føroyum, og neyvan hevur hann á Christiansborg smekka nevan í borðið. Ikki so frægt sum eitt loppugoyggj, men kanska okkurt nikk. Síðan hevur Óli Breckmann lagt eitt roykslør [...] helt áfram við tí politikki, sum partamenninir hjá Óla Breckmann og Johs. Martin Olsen høvdu lagt til rættis á ymiskum loynifundum, sum vit fyrst nú eru kunnaðir um. So at billa føroyingum inn, at tað
óveruligt skrøgg! Men ikki minni óveruligur sama kvøldið var høvuðsvalevnið hjá fólkaflokkinum. Men, eg hugsi ikki, at tað kemur óvart á tey flestu, tí hví skal hesin maðurin halda seg til veruleikan nú. Tað [...] tað hevði verið veruliga synd í hesum stórskrøggara, um ikki toskaveiðan við Føroyar øktist úr nærum ongum upp í nøkur og tríati tons, og um ikki sildin afur fór at svimja vestur í hav. Er hatta okkara [...] vildi seta seg javnbjóðis við hin alvalda? Tann søgan er væl kend, og skal eg tí ikki greiða nærri frá henni her. Veruleikin til framgongdina er í stuttum hesin: Ein frálíka góður fiskiskapur og góðir fiskaprísir