Ein sambandssigur bæði til fólka- og løtingsvalið er ein vanlukka fyri Vága valdømi

Soleiðis sum teir leiðandi fyri bæði sambandið og tjóðveldið alment í fjølmiðlunum hvør í sínum lagi hava niðurgjørt størsta arbeiðsplássið í Vágum, tað eigur veljarin her og nú at vísa hesum báðum flokkum, at tað skulu teir ikki sleppa óstraffaðir frá, sigur Elsa M. Davidsen

Soleiðis sum teir leiðandi fyri bæði sambandið og tjóðveldið alment í fjølmiðlunum hvør í sínum lagi hava niðurgjørt størsta arbeiðsplássið í Vágum, tað eigur veljarin her og nú at vísa hesum báðum flokkum, at tað skulu teir ikki sleppa óstraffaðir frá.

Tað má tí sigast, at veljarar í Vága valdømi eru í eini ynskistøðu, tí einasti møguleiki, veljarin heilt kontant kann geva hesum politisku flokkum ein beint frammaná, er við valborðið.

Líka so gott sum veljarin í Vágum hevur havt tað vald, at hann í einstøkum føri nærum hevur megnað at sett tvey sambandsumboð inn á løgting, líka stórt vald hevur sami veljari í dag at geva hesum sama flokki ein so dyggan politiskan ósigur, at hesin flokkur helst ongantíð kemur fyri seg aftur í Vága valdømi.

Tíðin gongur so ómetaliga skjótt, og vit hava tað øll í okkum, at vit »gloyma« hvat er hent og hugsa kanska ikki so nógv um, hvat er farið fram tey seinastu 10 árini.

Men veljarin í Vágum eigur at leggja sær í geyma:

1) Fyri 9 árum síðan gjørdi sitandi løgmaður tað bragd at steðga arbeiðinum við fasta sambandinum, sum tá var byrjað eins og fígging var fingin til vega.

2) Tá hetta var gjørt, stakk hann halan ímillum beinini og setti seg í andstøðu, væl nøgd-ur ? tí nú komu helst at ganga nógv ár, til fasta sambandið kom framaftur.

3) Nú 9 ár eru liðin, er tað sami formaður Sambandsfloksins, sum sendi Sámal P. í Grund til hús, bert við tí endamáli at einki skuldi enda við tí fasta sambandinum, sum í framtíðini verður heilt avgerandi, um Vágoyggin og fólkið, ið her býr, skal vera lív lagað.

4) At landsstýrisumboð sambandsfloksins í Vágum fann seg í, at løgmaður setti seg á samferðslumál, sum hann sjálvsagt ikki læt frá sær, aftan á at hava offrað Sámal P. í Grund.

5) At hitt umboð Sambands-floksins í Vágum sum fíggjarnevndarformaður hetta valskeiðið hevur slongt um seg við eykajáttanum fyri 10 tals milliónir, meðan fasta sambandið um Vestmannasund ikki hevur havt hansara áhuga.

6) Hasar 20 mill. kr., sum settar eru í grunn, uttan lóg ella reglugerð, er bara ein snildur, men sera ódámligur máti at fáa vágafólk at tiga uppá. Vit er jú so tolin.


Væl vitandi, at hetta er eitt fólkatingsval, so má eg koma inn á tann førda politikkin mótvegis Vágoynni.

Eisini tí at úrslitið av einum fólkatingsvali er ein ábending um, hvussu úrslitið av løgtingsvalinum verður.

Eg vil heita á vágafólk um at fara á val og velja eitt av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum.

Vel eitt javnaðarumboð, sum kann tala sak føroyinga á danatingi.

Eitt javnaðarumboð, sum skal røkja føroysk áhugamál og sum ikki blandar seg upp í innanhýsis politikk hjá dønum.