StÍF-kvinnurnar kláraðu fyrstu FM-forðingina

Hondbóltur: Fyrsta forðingin í endaspurtinum hjá StÍF-kvinnunum at vinna FM-heitið varð fingin av vegnum, tá tær leygardagin vunnu sannførandi á VB í Vági

Túrurin hjá strandakvinnum til Suðuroyar gjørdist longri enn tær høvdu roknað við, men tá tær loksins fóru norður um aftur, var lagið gott. Tvey stig afturat vóru komin í posan, og fyrsta forðingin fyri, at StÍF verður føroyameistari hjá kvinnum í 1998, var yvirstaðin.

Strandakvinnur fóru suður til Vágs longu fríggjakvøldið. Dysturin varð spældur leygardagin, og StÍF vann sannførandi 27-12 eftir at hava verið á odda 13-6 í hálvleikinum. Men tær vórðu veðurfastar í Suðuroynni og sluppu ikki norður aftur fyrr enn sunnudagin. Sum skilst fingu tær innivist hjá privatfólki og høvdu sum heild eitt sera stuttligt og hugnaligt vikuskifti.

Tá VB spældi móti Stjørnuni í Klaksvík næstseinasta vikuskifti, taptu tær. Í tí dystinum var Sólrun Krosslá ikki við orsakað av skaða. Hon var heldur ikki við móti StÍF, og tað merkist veruliga á VB-liðnum, at hon situr uttanfyri, serliga hjá Christinu Holm, sum ikki fær tað stóra burtur úr uttan Sólrun.

Hjá StÍF var Paula B. Jacobsen ikki við, men tað merktist ikki. Higartil í kappingini hava tað verið Paula og Signhild Petersen, sum hava gjørt meginpartin av málunum hjá StÍF, men í Vági leygardagin vóru fleiri aðrar, sum eisini hildu seg framat. Toppskorari varð liðskiparin Eyðleyg Mikkelsen við sjey málum, meðan Signhild gjørdi seks. Men síðani var stutt niður til hinar á málskjúttaralistanum hjá StÍF leygardagin. Eitt gott prógv um, at liðið hevur breiddina til at vinna FM, eisini tá ein av føstu toppskorarunum ikki er við.


1. deild kvinnur:

VB-StÍF 12-27 (6-13)

VB: Eyðis Kjærbo 3, Eyðbritt Krosslá 3, Carol Strøm 3, Christina Holm 2, Sóleyð Holm 1.

StÍF: Eyðleyg Mikkelsen 7, Signhild Petersen 6, Hanna Thorleifsson 5, Birna Mikkelsen 4, Katrin Petersen 3, Alis Høghamar 1, Bjørg Mikkelsen 1

Útvísingar: VB 1, StÍF 1