Lestrarstuðulin er eitt mál, sum hevur stóran týdning fyri tey lesandi, men tað sær ikki út til, at politisku flokkarnir leggja líka nógv í tað.
Fýra flokkar »útmerkaðu« seg við slett ikki at møta upp til fundin.
Teir, sum vóru møttir, høvdu allir orðið. Teir lovaðu allir at geva uppskotinum góða viðger í tinginum og í nevnd.
Politikararnir vóru tó eitt sindur ósamdir um, hvørt hetta uppskotið var frægasta loysnin.
Jóannes Eidesgaard segði, at tað var gott at lestrarstuðulin nú endiliga var tikin fram aftur, tí broytingar vóru tiltrongdar.
Hann segði, at vit skuldu halda fast við eina einfalda skipan, og eina so reina skipan sum gjørligt.
Hann segði, at Landsstýrið heldur skal veita teimum lesandi fríkort, heldur enn ískoytisstuðul til ferðing.
Jóannes Eidesgaard nart eisini við spurningin um lesandi við børnum.
Arbeiðsbólkurin hevur ikki givið teimum pláss í nýggju lógini, og Jóannes helt, at teir høvdu gjørt rætt.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hesi skulu fáa eina veiting frá almannaverkinum ístaðin.
Eisini segði Jóannes Eidesgaard, at tað eftir hansara meting er skeivt, at tey lesandi bert skulu fáa stuðul í 11 mánaðir.
? Tað, at lesa, er eitt fulltíðarstarv og tí skulu tey fáa stuðul í 12 mánaðir.
Lesandi fáa ikki frítíðarløn av lestrarstuðlinum og tí kann tað tykjast løgið, at tey bert skulu fáa stuðul í 11 mánaðir.
Jóannes Eidesgaard setti eisini spurnartekin við upphæddina, sum arbeiðsbólkurin hevði sett til leiguútreiðslur.
Hann spurdi, um tað var nóg mikið, tí tað kostar ikki so lítið at leiga eitt kamar í Havn.
Bjarni Djurholm, sum er formaður í Mentunarnevndini hjá Løgtinginum tók eisini orðið.
Hann gav Jóannesi rætt í spurninginum um børn hjá lesandi.
Bjarni heldur eisini tað er rættast at hesi fáa veiting eftir almannalóggávuni ístaðin.
Men hann var ikki samdur við Jóannesi í spurninginum um leiguútriðslur.
Bjarni Djurholm segði, at man skal verða varin við at seta hesa upphædd ov høgt, tí einasta úrslitið verður at leiguprísurin veksur
? Og hann er nóg høgur, sum hann er, segði Bjarni Djurholm.
Tørvsmetingar
Helena Dam á Neystabø segði, at tað eftir hennara meting ikki er rætt, uttan víðari, at taka stuðulin frá teimum lesandi.
Hon heldur at tað má metast í hvørjum einstøkum føri, hvørt tað er rætt at veita teimum stuðul.
Hon nam eisini við at tað er ein samfelagsskylda at familjan tekur sær av teimum undir 18, og segði at tað eru ikki øll, sum hava orkuna.
Eisini Marita Petersen nam við henda spurning. Hon heldur at stuðulin til lesandi undir 18, skal verða ásettur eftir inntøkuni hjá foreldrunum.
Tí, segði hon, tað er stórur munur á inntøkunum, alt eftir um foreldrini búgva í Havn ella á bygd.
? Tað er øllum kunnugt at tey, sum búgva á bygd hava lægri inntøku, enn tey sum búgva í Havn.
Hon nam eisini við ferðastuðulin. Eftir hennara meting er ferðastuðulin meira ein stuðul til Strandferðsluna, heldur enn tey lesandi og hetta eigur at verða broytt til eitt fríkort í staðin.
? Hetta ger skipanina munandi reinari, sigur Marita Petersen.
Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í skúlamálum tók saman um teir spurningar, sum høvdu verið frammi.
Hann var samdur við hinum politikarunum um, at skipanin skuldi vera so einføld sum gjørligt.
Hann nam eisini við spurningin um at prístalsviðgera stuðulin og segði, at hetta verður ikki brúkt meir og tí heldur ikki fór at verða brúkt í hesum føri.
Hann heldur at upphæddirnar ístaðin skulu viðgerast við jøvnum millumrúmun.
So er bara spurningurin um tað fer at vera so.
Í seinasta umfarinum segði John Rajani, at vóru nóg mikið av pengum í hesum landi, so hevði uppskotið óivað verið betri.
? Men pengar er ein mangulvøra, og tí má veljast.
? Men hetta er so tað uppskotið, sum arbeiðsbólkurin kom til, og tað kann sjálvandi broytast.
Tann broytingin, sum tey lesandi høvdu verið fegnast um var, um myndugleikarnir kundu útvegað einar 6 mió. krónur afturat. Var tað gjørt, kundu lesandi undir 18 varveitt sín stuðul, meðan stuðulin til lesandi yvir 18 varð hækkaður.










