hvat var hent. Mamman tosaði um, hvussu tungt tað var at skula bíða í mánaðir eftir rættarmálinum. Tað var kaos í familjuni, sum fór í tvíningar, tí gerningsmaðurin var abbi gentuna, og nøkur valdu at [...] tvey ára fongsulsrevsing fyri gerð sína, og hann skuldi gjalda gentuni 30.000 krónur í endurgjaldi. Misbrúkt í 1o ár So var tað ein ung genta, sum hevði verið misbrúkt av abbanum. Tað var hent, frá tí at [...] søgu um eina misbrúkta kvinnu. Tá læt úr konu hansara, at hatta var lítið í mun til, hvat hon hevði upplivað, misbrúkt í 10 ár. Hann ypti øksl, men tveir tímar eftir tók hon spurningin uppaftur. Tá ringdi
makreli higartil í ár liggur um eini 5000-6000 tons. Hann leggur aftrat, at virkið eisini hevur keypt makrel í ár frá eitt nú Vestmenningi, Fram og Eysturbúgvanum. Tá tey á Pelagos hava landað og fryst [...] - Vit hava keypt nakað meira av makreli higartil í ár, enn vit væntaðu, tá árið byrjaði. Nýggi Høgaberg hevur landað tveir túrar her hjá okkum og var á seinna túrinum inni í síðstu viku við 1000 tonsum [...] Hetta eru fólk, sum eitt nú eru í umsitingini, sølufólk og maskinfólk, sum fáast við viðlíkahald. Í fjør keypti Pelagos í Fuglafirði tilsamans 42.000 tons av rávøru í mun til 56.000 tons árið fyri, og
ásettur í løgtingslóg við virknaði frá 1. januar í álmanakkaárinum 10 ár aftaná árið, tá fólkapensjónsaldurin varð tillagaður sambært stk. 2. Alt hetta er slept, og í staðin fyri at hava fimm ár í millum [...] vøkstur í lívstíðini á 0,2 ár og frádrigið eitt fólkapensjónstíðarskeið á 18 ár. Avrundað verður niður til næsta hálva ár. Stk. 4. Fólkapensjónsaldurin verður tillagaður við í mesta lagi ½ ári í senn. [...] hækkaður til 67,5 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 1. juli 1957 og til 68 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 1963. Síðani stendur í galdandi lóg um fólkapensjóns soleðis: Stk. 2. Í 2025 og 5. hvørt ár eftir hetta
og Turið í Homrum, sum hava tikið sær av børnunum, meðan tey hava vitjað mammu sína í Keypmannahavn. – Eg havi allatíðina viljað havt børnini við og verið opin við tey. Tá tey hava spurt, hava tey fingið [...] sondu í nøsini, umframt vætu og heilivág í æðrarnar. Hon hevði eitt sokallað CVK, ið er ein slanga, løgd í eina æðr í bringuni, sum gongur niður móti hjartanum. Har verður alt, sum skal latast í æðrarnar [...] beinleiðis inn í æðrina og niður í hjartað, skuldi av røttum verið farin í sonduna og niður í magan. – Lítla løtu seinni kom ein onnur sjúkrasystir rennandi og gav mær eina nýggja sproytu í æðrina. Tað var
Hóast tað í forsorgarlógini er ásett, at tað almenna skal hjálpa teimum, sum hava hjálp fyri neyðini. - Aðra staðni er heilt vanligt, at børn flyta heimani frá, tá ið tey verða 18 ár. So er ikki í Føroyum [...] til teirra, sigur Doris Hansen, forkvinna í Meginfelag teirra Brekaðu. Skulu fólk við serligum tørvi, annað hvørt tey eru brekað sálarliga ella likamliga, hava eitt virkið sjálvstøðugt lív, mugu tey búgva [...] fólki við serligum tørvi bústað í øðrum londum, er, at har duga foreldur betur at siga frá. Har hava foreldur ikki skyldu at forsyrgja sínum børnum, tá ið tey gerast 18 ár. - Tað almenna hevur altíð skúgvað
núverandi starvi í fimm ár, so eg haldi at tíðin er komin at royna okkurt annað, sigur Petur Alberg Lamhauge. - Er tað ikki bara so, at stovnurin fylgir við tær í nýggja starvið? - Jú, tað er greitt, at [...] eg ikki havi havt við at gera, men sum eg haldi meg hava rímiligt innlit í. - Hvussu nógv fólk fara at starvast í fíggjarmálastýrinum? - Eg fari at bíða við at svara,tí tað velst um, hvussu nýggi bygnaðurin [...] annars dámar honum sera væl at arbeiða í urtagarði sínum. Enn er óvist nær Petur Alberg Lamhauge fer til verka í nýggja starvinum, men væntandi verður tað 1. oktober í ár.
sleppa á miðnám og Setrið í summar. Skúlin byrjar aftur longu í august. Eisini Dugniskúlan – fyrr ALVskúlin við Áir - mær er sagt, at munandi fleiri umsøkjarir eru í ár enn í fjør, tá bert annarhvør slapp [...] at fara í virkispraktikk beinanvegin í summar. Aktiveringsskipanir kunnu vit fara í holt við beinanvegin, um við seta reglurnar í gildi aftur hesum viðvíkjandi, sum vóru undir undir kreppuni í ’90-unum [...] Hesi eru púra í trá við uppskotið til samtyktar hjá Tjóðveldi um hetta sama týdningarmikla mál. Eingin ivi er um, at vit í Tjóðveldi sjálvsagt taka undir við tilmælunum. Tá vit so mangan hava sett fyrispurningar
skal tulkast sum ein ósemja í samgonguni, eins og onkur onnur mál, sum eru frammi í hesum døgum. Seinastu tíðina hava fleiri mál bent á, at nakað av ósemju er í samgonguni í ymiskum málum. Málið um Fám [...] dylir tó ikki fyri, at hetta uppskotið hevur verið klárt í nakrar dagar, men tær hava bíða við at leggja tað fram, fyri at landsstýrismaðurin skuldi hava møguleikan at koma við nøkrum greiðum ábendingum um [...] at tað var ein klokkuklár avtala, at fyrimunir og vansar við kvotum í mun til fiskidagar skuldu lýsast. - Tí arbeiðinum hava vit bíða eftir nú leingi, og tað er ikki komin nøkur niðurstøða viðvíkjandi tí
oktober. Tað merkir, at vit hava havt ein heilan mánað minni at viðgera uppskotið, sum skal lýsast áðrenn árið er úti. - Annað, ið eisini ger seg galdandi í ár er, at formansskapurin í tinginum hevur tosað við [...] løgd fram aftur í ár, viðgerast í farnu viku. Tað hevði skund at fáa tingarbeiðið frá hondini, áðrenn vinnumálanevndin fór til Noregs, sigur Jógvan I. Olsen. Tað var Marita Petersen, sum sat í formanssessinum [...] atfinningarnar hjá løgmanni um, at tað var óhoyrt at hava orðaskifti um fíggjarlógina, tá Fólkatingið lat upp og løgmaður var burturstaddur. Vil ikki í bløðini Spurdur hvussu hann kendi tað at tingmenn av
Tolsemi og treiskni Í grundini verður úrslitið hitt sama, um samráðingarnar taka hálvt ár við stuttum fundum og drúgvari hvíld, ella um meginparturin av teimum verður komprimeraður niður í hesar 58 tímarnar [...] Høgni Mohr Royndirnar hjá semingsmonnunum at fáa í lag sáttmála millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina í Tinganesi gjørdust drúgvar. Í knappliga hálvttriðja samdøgur vóru vánirnar so mikið frægar, [...] undir, er ógvusligt av fleiri orsøkum. Í fyrsta lagi kann sjálv samráðingarstøðan vera hørð, tí mótparturin ikki er at vika. Í øðrum lagi kann øgiligt trýst standa í ryggin frá fjøldini, tú umboðar. At ein