Drúgvar semingsroyndir - drúgv vøka

At slík trupul samráðingarstøða verður gjørd uppaftur truplari av drúgvari vøku og óneyðugum evstumørkum, er burturvið, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur

Høgni Mohr


Royndirnar hjá semingsmonnunum at fáa í lag sáttmála millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina í Tinganesi gjørdust drúgvar. Í knappliga hálvttriðja samdøgur vóru vánirnar so mikið frægar, at hildið varð á. Týskvøldið um hálvgum níggjutíðina, gjørdist tað tó sum kunnugt greitt, at semingsroyndirnar vóru miseydnaðar, og ikki slapst undan arbeiðssteðgi.

Í fáum førum hava sáttmálasamráðingar toygt seg longur enn eitt til hálvtannað samdøgur. Farið er hesaferð langt út um vanligu mørkini fyri vøku.

Sosialurin hevur spurt tveir sálarfrøðingar, hvørja fatan teir hava av slíkari samráðingarstøðu, og biðið teir um viðmerkingar annars

Annar teirra, Anna Debes Henze, sigur, at í eini drúgvari og kravmiklari samráðingarstøðu hevur tað týdning, at samráðingarnevndin hevur felags kós. Tað kann vera ein fyrimunur, um fokuserað verður uppá, hvørjar veikleikar mótparturin hevur, og hvussu til ber at brúka hesar til egnan fyrimun.


Tolsemi og treiskni

Í grundini verður úrslitið hitt sama, um samráðingarnar taka hálvt ár við stuttum fundum og drúgvari hvíld, ella um meginparturin av teimum verður komprimeraður niður í hesar 58 tímarnar, talan hevur verið um. Tað einasta, sum eftir øllum at døma kann fáa glið á samráðingarnar, er at okkurt slag av trýsti er uppi í leikinum.

Spurd um hon metir tað vera ráðiligt, at toyggja samráðingar út í triðja samdøgur, sigur Anna Debes Henze, at tað sjálvandi er ógvusligt og sálarliga tyngjandi, men at báðir partar hinvegin eru javnt settir, hesum viðvíkjandi. Í slíkum samráðingum ræður um at fáa mótpartin at maktast so mikið, at hann legst fyri. Hendan lúgvingarleist hava báðir partar kosið sær sum hin frægasta.

Líkamikið, hvør samráðingarháttur verður valdur, er neyðugt at hava nógvar ymiskar eginleikar. Tú krevur bæði at hava tol og vera treisk. At vera gløgg, realistisk og uppfinningarsom. Vøkuevni vinna onki einsamøll.


Ógvusligt trýst

Hin sálarfrøðingurin, Sosialurin hevur tosað við, Eyðun Joensen, sigur, at vit vanliga taka til, at ein arbeiðir best undir trýsti. Men talan eigur at vera um avmarkað trýst. Hann heldur, at í hesum føri er farið langt út um mark, hvat viðvíkjur longdini á samráðingunum. Tað er torført at fáa eitt líkinda úrslit, tá partarnir eru undir so stórum trýsti; og tað er væl tað sum endamálið er.

Eyðun Joensen heldur harafturat, at samráðingarnar væl kundu verið skipaðar øðrvísi. Tað sálarliga trýstið, sum serliga umboðsfólk hjá løntakarasíðuni eru undir, er ógvusligt av fleiri orsøkum. Í fyrsta lagi kann sjálv samráðingarstøðan vera hørð, tí mótparturin ikki er at vika. Í øðrum lagi kann øgiligt trýst standa í ryggin frá fjøldini, tú umboðar. At ein so trupul støða, verður gjørd uppaftur truplari av drúgvari vøku og óneyðugum evstumørkum, er burturvið.

Tað eru menniskju, talan er um - bæði tey, sum samráðast og tey, sum skulu virka undir sáttmálunum eftir lokið stríð.


Ímyndin av sam-ráðingarleiðaranum

Anna Debes Henze er samd við Eyðun Joensen í, at hin tyngra byrðan liggur á fakfelagsherðunum: Eitt er, at tú noyðist at slaka í samráðinstøðuni. Annað er, at samráðingarleiðarin aftaná noyðist út úr hølunum at borðreiða úrslitið fyri teimum, hann umboðar. Og tað kann gerast heldur tyngri burður.

Í hesi løtu stendur hann kanska eisini til svars fyri teimum, sum ikki halda seg hava fingið síni áhugamál nóg væl røkt. Tað er nú, at ímyndin av honum skal standa mát. T. d. um Starvsmannafelagið leggur út við at krevja 50 % í lønarhækking, so ber ikki til at koma av samráðingunum við einum hálvum til tveimum prosentum. Tað hevði verið óheppið.

Kanska er støðan gjørd truplari enn neyðugt, við at tað hevur verið lagt ov hart út.