Tá løgreglan gjørdi ferðkanningar í Kollafirði í gjár vórðu tveir bilførarar, sum koyrdu so mikið skjótt, at teir fingu meira enn bara eina bót.
Annar bilurin varð máldur at koyra 87 km um tíman í bygdum øki inni í Firði í Kollafirði. Hann fær treyta frádøming av koyrikortinum.
Hin bilførarin varð máldur at koyra 74 km um tíman – eisini í bygdum øki. Hann fær umframt bótini eisini klipp í koyrikortið.
Annars hevur seinasta samdøgrið verið friðarligt hjá løgregluni, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.











