Stívliga hálv millión í streymloysi í Russlandi

Tað, sum ukrainski herurin nú ger í Russlandi, er júst tað sama, sum russiski herurin hevur gjørt í Ukraina øll árini, síðan innrásina fyri skjótt fýra árum síðan

Sambært lokalum myndugleikum í Russlandi liggja í løtuni fleiri enn ein hálv millión húsarhald í russisku Belgorod-regiónini í streymloysi.

 

Russiska Belgorod-regónin hevur mark til Ukraina, og streymloysið stendst av ukrainskum álopum á elveitingina í økinum.

 

Sagt verður úr Russlandi, at ukrainsku álopini vóru í morgun, og 556.000 húsarhald í seks kommunum liggja í streymloysi.

 

Kelda til hesi tíðindi er guvernørurin í Belgorod, Vjatsjeslav Gladkov, sum er maðurin á myndini omanfyri.

 

Tað, sum ukrainski herurin nú ger í Russlandi, er júst tað sama, sum russiski herurin hevur gjørt í Ukraina øll árini, síðan innrásina fyri skjótt fýra árum síðan.

 

Serliga um vetrarnar, tá bítandi kalt er, hevur russiski herurin roynt at gjørt lívið hjá ukrainum súrt við at leypa á streym-og vatnveitingina í landinum.