Í kvøld klokkan 19 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti fyrra av tveimum venjingardystum móti Italia í høllini við Tjarnir. Sunnudagin klokkan 17 spæla liðini seinna venjingardystin við Tjarnir.
Týskvøldið vann Italia í einum venjingardysti á heimavølli 35-34 (20-17) á Rumenia.
Í HM-undanundankappingardysti í høllini á Hálsi 15. januar vunnu Føroyar 27-26 (11-13) á Italia. Tað var seinasti dysturin millum liðini.
Føroyar hava í kvøld eina greiða favorittstøðu hjá trimum veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 1,40.
Miðaloddsini upp á italskan sigur eru 3,67.
HER eru oddsini:
##med2##













