Pelagos er ógvuliga árstíðarbundið

- Eitt slíkt virki er ógvuliga kompetansukrevjandi og hevur brúk fyri nøkrum fólkum í føstum starvi alt árið, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos í Fuglafirði.

- Vit hava keypt nakað meira av makreli higartil í ár, enn vit væntaðu, tá árið byrjaði. Nýggi Høgaberg hevur landað tveir túrar her hjá okkum og var á seinna túrinum inni í síðstu viku við 1000 tonsum. Í síðstu viku høvdu vit eisini Christian í Grótinum, sum var inni við 1600 tonsum.

 

Tað sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri á uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði. Hann heldur, at samlaða nøgdin av makreli higartil í ár liggur um eini 5000-6000 tons.

 

Hann leggur aftrat, at virkið eisini hevur keypt makrel í ár frá eitt nú Vestmenningi, Fram og Eysturbúgvanum. Tá tey á Pelagos hava landað og fryst veiðina, sum Christiani í Grótinum kom við, verður helst steðgur í framleiðsluni nakað langt fram.

 

Væntandi er, at sjálvt framleiðsluvirksemi á Pelagos nú kemur at liggja stilt til einaferð seint í summar. Hetta veldst tó um, hvørt virkið møguliga fær høvi at keypa lodnu. Hóast framleiðslan á einum slíkum virki er rættiliga árstíðarbundin, er raksturin av virkinum ógvuliga kompetansukrevjandi, sum stjórin tekur til.

 

Tað merkir, sigur Jóhan Páll Joensen, at hóast sjálv framleiðslan liggur still ein fittan part av árinum, eru altíð eini 15 fólk knýtt at virkinum alt árið. Hetta eru fólk, sum eitt nú eru í umsitingini, sølufólk og maskinfólk, sum fáast við viðlíkahald.

 

Í fjør keypti Pelagos í Fuglafirði tilsamans 42.000 tons av rávøru í mun til 56.000 tons árið fyri, og tá virkið varð bygt, varð bugetterað við júst 42.000 tonsum. Størsti parturin av rávøruni í fjør var makrelur, og umleið ¼ var sild. Haraftrat keypt virkið nakað av lodnu og svartkjafti.

 

Jóhan Páll Joensen heldur, at útlitini fyri árið í ár eru rímiliga góð, nú uppsjóvarkvoturnar eru øktar.

 

- Vit fara at økja frystiorkuna, soleiðis at orkan verður umleið 20 prosent størri, tá vit byrja aftur at framleiða seint í summar. Vit fáa tvey frystiskáp aftrat. Sum nú er, er frystiorkan 530 tons um samdøgnið, og nú verða so umleið 20 prosent løgd omaná.

 

Stjórin vísir á, at tey á Pelagos framvegis fara at landa og frysta lastina hjá einum skipi í senn, og sum er tekur tað umleið hálvt triðja samdøgur at landa og virka eina last á 1600 tons av makreli. Hetta verður so nakað skjótari, tá frystiorkan nú verður økt.