Farið nú til verka

Bergtóra Høgnadóttir Joensen
------

Fegnaðist, tá eg las tilmælini frá arbeiðsbólkinum um at basa ungdómsarbeiðsloysinum.
Gleðist um, at tað er eydnast landsstýrisfólkunum í mentamálum, vinnumálum og almannamálum at seta ein bólk at koma við tilmælum, og vóni eg nú, at tilmælini gerast veruleiki.
Tilmælini eru í høvuðsheitum hesi: Fleiri míðnámsskúlapláss, fleiri lestrarpláss á Setrinum, virkispraktikkir, aktivering og lærupláss. Hesi eru púra í trá við uppskotið til samtyktar hjá Tjóðveldi um hetta sama týdningarmikla mál. Eingin ivi er um, at vit í Tjóðveldi sjálvsagt taka undir við tilmælunum.
Tá vit so mangan hava sett fyrispurningar um ungdómsarbeiðsloysið hava landsstýrisfólkini sagt:” at hetta kundi verið eitt gott hugskot – meeen tíverrri hevur eitt annað landsstýrisfólk júst hendan partin av økinum um hendi. ” Ónøktandi fyri bæði landsstýrisfólk, uppskotsetara ella spyrjara.
Vænti, at landsstýrisfólkini heita á samgonguna um at taka undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi. Ikki minst so tað gerst greitt, at tað er tingsins vilji, at tit fylgja tilmælunum frá arebeiðsbólkinum.

Tilmælini
Sum nevnt eru tilmælini: fleiri miðnámsskúlapláss, fleiri lestrarpláss á Setrinum, virkispraktikkir, aktivering og lærupláss.
Vóni hetta merkir, at allir skikkaðir umsøkjarir sleppa á miðnám og Setrið í summar. Skúlin byrjar aftur longu í august. Eisini Dugniskúlan – fyrr ALVskúlin við Áir - mær er sagt, at munandi fleiri umsøkjarir eru í ár enn í fjør, tá bert annarhvør slapp inn.
Nýggja ALS lógin letur sum er upp fyri virkispraktikkum. Tað einasta okkum tørvar er ein kunngerð. Nær kunnu vit væntað hana? Nú er finna arbeiðsplássini har virkispraktikkirnar kunnu vera – um rætt verður borið at, eigur at vera gjørligt hjá nøkrum ungum fólkum at fara í virkispraktikk beinanvegin í summar.
Aktiveringsskipanir kunnu vit fara í holt við beinanvegin, um við seta reglurnar í gildi aftur hesum viðvíkjandi, sum vóru undir undir kreppuni í ’90-unum. Alt hetta kunnu vit fara í holt við alt fyri eitt.
Lærupláss halda vit í Tjóðveldi, at vit áttu at sett krav um, tá størri verkætlanir verða bodnar út. Verkætlanir sum Skúlamiðdepilin í Marknagili, Psykiatriski Depilin, Flogvøllurin.

Framtíðin
Tá eg lesi álitið – sum eg haldi er skilagott - síggi eg at: ‘Mælt verður til at arbeiðið heldur fram, at ráðini fylgja gongdini í ungdómsarbeiðsloysinum, og gera neyðug tilmæli um tillagingar av verandi skipanum, so at átøkini fáast at virka. Eisini verður mælt til, at landsstýrið setur ein arbeiðsbólk, umboðandi allar avvarðandi partar at gera uppskot til arbeiðsmarknaðar- og útbúgvingarpolitikk.’
Hvussu tulka landsstýrisfólkini hesi orð? Vóni, at tey longu við hesum álitið seta nøkur munagóð átøk í verk her og nú.
Støðan er alt ov álvarslig til at vit kunnu bíða eftir fleiri tilmælum. Óført og neyðugt at arbeiða við skilagóðum arbeiðsmarknaðar –og útbúgvingarpolitikki, men her og nú er sanniliga eisini neyðugt við átøkum.
Longu farna heyst vistu vit, at ungdómsarbeiðsloysið var fimmfaldað upp á bert eitt ár – tað er framvegis vaksandi. Nú hava vit fleiri skilagóð tilmælið. Álvarsama støðan krevur, at farið verður til verka NÚ. Og tað ber væl til.