- Vit hava havt øgiliga torført at fingið at vita frá landsstýrismanninum hvønn veg tað ber, sigur hon um arbeiðið, sum Fiskimálaráðið skal gera við at samanbera fiskidagaskipan og kvotaskipan.
Hon sigur, at tað var ein klokkuklár avtala, at fyrimunir og vansar við kvotum í mun til fiskidagar skuldu lýsast.
- Tí arbeiðinum hava vit bíða eftir nú leingi, og tað er ikki komin nøkur niðurstøða viðvíkjandi tí. Nú nærkast 1. januar og um einki hendir, so er tað kvotur, sum koma í gildi, sigur Ruth Vang.
- Hetta er fyri at binda um heilan fingur, sigur Ruth Vang, og vísir til, at um hetta uppskotið ikki verður lagt fram í hesi vikuni, mugu 17 undirskriftir til fyri at leggja málið fram seinni.
Hon sigur, at Framsókn nú leggur uppskotið um at útseta skiftið frá fiskidøgum til kvotaskipan í eitt ár, fyri at landsstýrismaðurin framvegis skal hava møguleikan at leggja sítt uppskot fram, og so kunnu tær taka sítt uppskot aftur.
Hon dylir tó ikki fyri, at hetta uppskotið hevur verið klárt í nakrar dagar, men tær hava bíða við at leggja tað fram, fyri at landsstýrismaðurin skuldi hava møguleikan at koma við nøkrum greiðum ábendingum um hvønn veg, fyrireikingararbeiðið gekk.
Hon heldur ikki, at hetta málið skal tulkast sum ein ósemja í samgonguni, eins og onkur onnur mál, sum eru frammi í hesum døgum.
Seinastu tíðina hava fleiri mál bent á, at nakað av ósemju er í samgonguni í ymiskum málum. Málið um Fámjinstunnilin kostaði landsstýrismanninum í samferðslumálum starvið, bæði javnaðar- og tjóðveldisfólk vóru í gjár ímóti ætlanunum hjá Poul Michelsen, vinnumálaráðharra, at selja Posta og Heðin Mortensen segði seg heldur ikki taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um at veita lægri streymprís til teirra, sum hava umhvørvisvinarliga upphiting ella elbil.
- Hetta er sjálvandi ein provokasjón, óansæð um vit hava ætlað tað sum eina provokasjón ella ikki. Men vit eru altso ikki nøgd við, at vit so tætt upp undir 1. Januar enn ikki vita, hvar vit liggja í mun til fiskidagar ella kvotur, og tað vilja vit hava upp á pláss. Tað málið hevur somikið stóran týdning fyri okkum, at vit hava tikið hetta óvanliga stig, men vit sóu ikki, at vit høvdu nakran annan møguleika, sigur Ruth Vang.
- Tað er ikki ætlanin at slíta nakra samgongun upp á hetta her og taka tað aftur í somu løtu, sum vit hava eitt uppskot frá landsstýrismanninum, sigur hon.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Ruth Vang á FM 1.