meirilutanum. Tað merkir, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin við tveimum býráðslimum í part fáa tað nevndarbýti, sum fellir teimum í lut sum minniluti. Hetta er triðju ferð, at roynt verður at fáa nýggja [...] Javnaðarflokkinum. Men Bjarni Johansen verður kortini ikki borgarstjóri. Tað verður Arni Brattaberg, sum er fyrst valdur á listanum hjá Tjóðveldi. Síðani verður Bjarni Johansen varaborgarstjóri. Sum skilst verða [...] Sum skilst møta øll umboðini hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum á fundi í kvøld, og harvið er stríðið um valdið í Vágs býráð endað við, at Tjóðveldi, sum valkvøld stóð uttanfyri, nú hevur buktina
pensjónsaldurin er ein treyt hjá Ruth Vang og Framsókn fyri at taka undir við uppskotinum um Suðuroyartunnilin, sum er eitt hjartamál hjá ikki minst Bjarna Hammer úr Javnaðarflokkinum. Hinvegin so er breiður stuðul [...] stuðul fyri uppskotinum um Suðuroyartunnilin í Løgtinginum. Tí bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin taka undir við uppskotinum. So skuldi Framsókn atkvøtt ímóti, so verður uppskotið helst samtykt kortini
2004. Hetta er sami tendensur, sum hinar veljarakanningarnar undan hesum valinum hava víst. Og tí er sannlíkt, at teir báðir smáu flokkarnir fáa framgongd. Sambandið størst Sambandsflokkurin er størsti flokkurin [...] eru sterkar, tí Sambandsflokkurin hevur við millum 22 og 25 prosentum verið størsti flokkurin, um allar fýra kanningarnar verða taldar saman. Tjóðveldi: Óstøðugar kanningar Spurningurin er, hvønn flokk [...] Miðflokkur, sum hevur fingið atkvøðuslúkin Karsten Hansen frá Tjóðveldi, er orsøkin til afturgongdina hjá Tjóðveldi. Men tá tað er sagt, so hava úrslitini hjá Tjóðveldi verið sera svingandi í veljarakanningunum
Og tað er longu byrjað. Mikudagin hevði Sosialurin eina samrøðu við Jóannes Eidesgaard um ta seinastu veljarakanningina, um bankakanningina, um viðurskiftini Danmarkar og Føroya ímillum. Tað er skilligt [...] við. Høvuðsinnihaldið í tí, sum Jóannes Eidesgaard hevur at bera fram, er, - at atburðurin hjá løgmálaráðnum í bankakanningini er orsøkin til úrslitið hjá Tjóðveldisflokkinum, - at Javnaðarflokkurin hevur [...] Tjóðveldisfloksins Tað er neyvan rætt, tá Jóannes Eidesgaard sigur atburðin hjá løgmálaráðnum vera einastu orsøk til framgongd Tjóðveldisfloksins sambært veljarakanningini. Tí henda fram-gongd er ikki komin nú
harvið er ikki sagt, at als ongar hava verið kanska fara at koma. Nú kann verða spurt, um ikki tann spenta støðan, sum nú valdar millum Føroyar og Danmark, er prógv fyri, at Heimastýrislógin er ov trong [...] beinanvegin, at her er talan um ein persón, sum skilir rætta andan í samríkispolitikkinum, hann sigur m.a.: »Rigfællesskabet mellem Danmark, Grønland og Færøerne er for mange bare noget, der er en given størrelse [...] ikki verið í langa tíð. Hví so er, kunnu vit bert gita um, men kanska hevur kjakið um omanfyri nevndu forðingar verið ein orsøkin. Sum longu nevnt, hevur Sambandsflokkurin áður spurt eftir veruligum prógvum
eftir eitt val, og at løgmaður skal veljast av nýggjum. Hetta er bara ikki so. Løgmaður, sum ikki antin sjálvur hevur sagt seg frá ella er frákoyrdur við misálitisváttan, avgerð sjálvur út fra síni egnu [...] løgtingsskeiðið. Ein onnur stór misfatan er, at eitt landsstýri skal byggja á ein avgjørdan meiriluta á løgtingi, tað vil siga í minsta lagi 17 av 32 tingmonnum. Kravið er, at løgmaður ikki má hava avgjørdan [...] samgonga Í føroyskum politikki er orðið samgonga vorðið eitt slíkt hugtak, at fólk halda, at landið kann ikki stýrast uttan at vit hava eina slíka. Og fyribrigdið samgonguskjal er í vitskuni hjá fólki og hjá
politisku leiðslu uttan at nakað ítøkiligt spyrst burturúr. Eins og løgtingssamtyktin ásannar, at tað er alneyðugt at fólk taka undir við og taka til sín eftirlønarskipanir í Føroyum, skulu framstig gerast [...] Føroya Pedagogfelag YF (Yrkisfelag HF- og studentaskúlalæraranna) Magistarafelagið Yrkisfelagið Trygdin Føroya Postfelag Føroya Fiskimannafelag Føroya Verkfrøðingafelag Jógvan Mørkøre Gunnleivur Dalsgarð
á Nabb vísti seg at vera katastrofalt soltið. Sambandsflokkurin er í løtinginum lutfalsliga betri umboðaður á bygd enn í høvuðsstaðnum. At sambandsflokkurin kortini eigur góða undirtøku í høvuðsstaðnum [...] Javnaðarflokkinum er javnbýtt millum høvuðsstaðin og bygdirnar. Á fólkatingsvalinum í september vaks undirtøkan hjá flokkinum í Havnini. Tjóðveldi er tann flokkurin, sum í tinginum er mest yvirumboðaður [...] n í sambandi við uppstillingina til valið, sum verður um tríggjar vikur, er ikki tann, sum hon plagdi at vera, og í tinginum er floksagin minni, enn hann plagdi at vera. Hjá tí einstaka snýr tað seg um
vælkomnum og so verður Hotell Føroyar roykfrítt, alt sum tað er, sigur stjórin. Hinvegin er Hotell Tórshavn longu roykfrítt, alt sum tað er. Tríggjar orsøkir til roykiforboð Á hesum báðum hotellunum hava [...] hotellunum, so tað er eitt stórt arbeiðspláss. Og vit kunnu ikki loyva okkum at hava eitt arbeiðsumhvørvi, har vit seta lív og heilsu hjá okkara starvsfólki í vanda. Onnur orsøkin er trygdin! - Tað vísir seg [...] Hans Pauli Strøm er vælkomin at seta roykiforboð í gildi. Tað sigur stjórin á landsins størstu hotellum. Johannes Jensen er stjóri á Hotell Føroyum við Oyggjarvegin og á Hotell Tórshavn í Vágsbotni. Og
hvat tað er, sum vit vilja. Tann parturin av flokkinum haldi eg ikki virkar nóg væl í løtuni, sigur formansvalevnið. Flokkurin er eitt gott alternativ Johan Dahl heldur, at Sambandsflokkurin hevur eina [...] lokalfeløgini, ið hava fingurin á pulsinum og vita, hvat tað er, ið rørir seg úti kring landið. Tað er eisini umráðandi, at Sambandsflokkurin fer at leggja størri dent á at menna útjaðaran. Gamaní skal [...] persónsstríð. Tingmaðurin heldur eisini, at tað er umráðandi at fáa bæði lokalfeløgini og ungmannafeløgini hjá Sambandsflokkinum kring landið meiri virkin. - Sum nú er, hendir ikki so nógv í feløgunum, men tú